hósdagur 17. desember 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
15
SAVNSMYND
Anna Nygaard heldur ikki jól, men hon dugir at njóta
hugnan, matin og frítíðina í jólamánaðinum
HELDUR IKKI JÓL – MEN
KANN NJÓTA HUGNAN
EYÐUN KLAKSTEIN
T
að eru tey, ið tilvitað ikki
halda jól. Jehova Vitni
halda ikki jól, páskir ella
aðrar halgidagar, tí tey
halda, at hesar høgtíðir hava ein
heidnan uppruna og eru ikki grund
aðar í Bíbliuni.
Anna Nygaard og hennara fam
ilja eru partur av Jehova Vitnum, og
Anna er uppvaksin við grundarlagi
í sannføringini hjá trúarfelagsskap
inum um, at tey ikki halda jól.
– Eg seti jólatíðina í samband við
hugna, ljós og gleði, men eg haldi
ikki jól sum eina høgtíð. Fyri meg er
jólatíðin partur av einari hugnaligari
vetrartíð, og tað er ein tíð, sum eg
elski, sigur Anna Nygaard.
– Alt tað, sum fólk vanliga seta í
samband við jól, er fyri meg hugni
hesa myrku árstíðina. Mær dámar
eisini dunnu, gløgg, rísingreyt, smá
køkur, luktin av kaneli og nellikum,
marsipan, gávur og frítíð, og sum
heild dámar mær sera væl hesa
myrku vetrartíðina, og alt tað, sum
hon hevur við sær. Men alt hetta seti
eg bara ikki í samband við eitt jóla
hald, sum flest onnur gera.
– Beint nú eri eg í holt við at gera
rísingreyt til mín og sonin, og tað er tí,
at eg haldi tað hóskar sera væl til ein
myrkan vetrardag sum í dag.
Ongar jólagávur
Anna Nygaard er vaksin upp við, at
familjan ikki helt jól, og sum vaksin
hevur hon valt at halda fast um hesa
sannføring.
– Fyri meg hevur tað verið natúr
ligt ikki at halda jól, og tað hava
fólk rundan um okkum eisini virt.
Desember mánaður í fólkaskúlanum
var nógv merkur av jólum. Børn
sluppu at klippa jólapynt, og nógv tíð
fór við at venja jólaleik og so víðari.
Eg luttók ikki beinleiðis í hesum, men
eg slapp at gera okkurt annað, klippa
okkurt annað, og seinastu vikuna upp
undir jól, tá ið alt bara snúði seg um
jólahald, plagdi eg at fáa frí, greiðir
Anna frá.
– Mamma dugdi væl at gera eitt
sindur eyka burtur úr, tá ið onnur
hildu jól, so vit bakaðu eisini og
fingu góðan mat, og vit høvdu tað
stak hugnaligt, hóast vit ikki hildu
jól sum onnur, sigur Anna.
Jólagávur eru fyri mong – serliga
børnini – ein týðandi partur av jólum,
men Anna hevur ikki saknað jóla
gávur.
– Eg eri ikki uppvaksin við at fáa
jólagávur, og tí sakni eg tað ikki, og
hinvegin ber til at geva gávur og fáa
gávur aðrar tíðir á árinum. Onkuntíð
siga fólk við meg, at tey øvunda mær,
at eg sleppi undan øllum jólaresinum
at keypa gávur, sigur Anna.
– Eg havi og havi havt vinkonur
ella onnur, sum hava havt hug at geva
mær jólagávu, og tað geri eg ikki tann
stóra dramatikkin burturúr. Eg havi
bara gjørt greitt, at eg haldi ikki jól,
og onkra gávu kann eg saktans geva
onkra aðra tíð á árinum, sigur hon.
Njóti tað góða
Tað kann vera krevjandi at halda jóla
tíðina, men tað tykist næstan meira
krevjandi at sleppa undan at verða
partur av jólum og jólahaldi, tí jólini
gjøgnumsúrgað alt okkara samfelag.
– Eg kann bara siga, at eg njóti alt
tað góða, sum jólini hava við sær av
mati, ljósi og hugna, og fyri tað, um eg
ikki haldi jól, kann eg saktans hugna
mær hesa tíðina. Teir frídagarnir,
sum eru á jólum, kann eg eisini brúka
saman við familjuni, sigur Anna
Nygaard.
Hon sigur, at hon fær góðan frið til
at frávelja jólini sum høgtíð.
– Familjan er jú øll partur av hes
um, og vinfólkini, sum eg havi, virða
eisini, at eg ikki haldi jól. Tað er ikki
soleiðis, at eg skal standa til svars fyri,
at eg ikki eri partur av jólahaldinum,
sigur Anna Nygaard.
Og meðan vit onnur um eina viku
fara at halda jólini sum ársins størstu
høgtíð, gleðir Anna Nygaard seg til at
fáa nakrar frídagar og at hugna sær
saman við sínari nærmastu familju –
uttan jólatræ, jólapynt og jóladunnu.
EYDUN@SOSIALURIN.FO
Anna Nygaard
»Eg seti jólatíðina í samband við hugna, ljós og
gleði, men eg haldi ikki jól sum eina høgtíð«
Anna Nygaard