hósdagur 17. desember 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
16
TEMA Øðrvísi jól
SIGURJÓN EINARSSON
G
leðilig jól og hjartaliga til
lukku við degnum! Hesa
heilsan hava bæði Gert
Langgaard og Kristbjørg
Brøðraberg javnan hoyrt, tá tey
hava gingið úr kirkjuni jólaaftan.
Hetta kann tykjast eitt sindur løgið
fyri okkum, ið ikki kenna til at fylla
jólaaftan. Kanska heldur onkur, at
tey eru blivin snýtt fyri at kunna há
tíðarhalda dagin ordiliga, men fyri
tey bæði er tað púra vanligt at fylla
jólaaftan. Tey kenna ikki til annað
og halda tí ikki, tað er nakar vansi
at fylla á júst hesum degi. Til hetta
hevur familjan hjá teimum báðum
verið góð til at hildið ein góðan javn
vág millum føðingardag og jól, tá tey
vóru børn.
– Tað er fínasta slag at fylla tann
24. desember, sigur skjótt 37 ára gamla
Kristbjørg.
– Fyrr bleiv tað gjørt nógv burturúr
heima hjá okkum jólaaftansmorgun,
tá stórur partur av familjuni kom á
vitjan (á Skála, red.), og har tað bleiv
ein siðvenja at býta pakkar millum
familjurnar tann morgunin.
Í Leirvík varð eisini gjørt nógv
burturúr, tá ungi Gert hevði føðingar
dag. Har hevði mamman, Esther, sett
sær fyri, at Gert ikki skuldi verða yvir
sæddur jólaaftan.
– Mamma gjørdi nógv burturúr
jólaaftansmorgun, har eg veruliga
var í miðdeplinum. Fekk eg ikki tveir
pakkar, so fekk eg í hvussu so er ein
stóran pakka, sigur Gert, ið er kreditt
ráðgevi hjá Eik Banka til dagligt.
– Kanska er tað komið fyri onkra
hendinga ferð, at onkur í familjuni
hevur givið mær tvær gávur í einum,
men tað er ikki nakað, eg hugsi aftur
á við beiskleika, sigur leirvíkingurin
smílandi.
– Eg eri so ongantíð blivin snýtt
fyri nakra gávu, heldur skálakvinnan,
Kristbjørg fyri.
Er blivið ein vanasak
Bæði eru tey á einum máli um, at fyri
tey er tað ikki keðiligt at fylla jóla
aftan. Tað er nakað, tey altíð hava
verið von við, og tí kenna tey ikki til
nakað annað. Tað ber sjálvandi ikki
til at hátíðarhalda dagin fyri mong
um gestum á sjálvum degnum, men
so hevur føðingardagurin ofta verð
ið hildin seinni ella millum jól og
nýggjár.
– Tað er kanska heldur betur at
fylla jólaaftan, enn dagarnar upp
undir jóla, tí tá rokast øll og fyrireika
seg til jólini, sigur Kristbjørg heldur
hugsanarsom. Til dagliga heldur hon
skil á bókhaldinum hjá Advokatfelag
num við Strond 4.
Gert hevur upplivað, at fólk
kanska hava gloymt, tá hann fyllir,
men hinvegin eru tað nógv, ið minn
ast týðiliga til hansara føðingardag,
tá hann jú er tann dagin, sum hann
nú er.
– Nú hava nógv eisini Facebook,
so har verður tú eisini mintur á hvør
fyllir, sigur 43-ára gamli leirvíkingurin.
Bæði Kristbjørg og Gert gera
annars ikki so nógv burturúr teirra
føðingardøgum, nú tey eru blivin
vaksin, men tá teir rundu dagarnar
eru fyri, verður gjørt eitt sindur meira
Føðingardag
Tað er kanska
heldur betur at
fylla jólaaftan,
enn dagarnar
uppundir jóla, tí
tá rokast øll og
fyrireika seg til
jólini«
SAMA DAG
SUM JESUS
Í Norðurlondum er jólaaftan kendur sum føðingardagur Jesusar.
Leirvíkingurin, Gert Langgaard og skálakvinnan, Kristbjørg
Brøðraberg hava eisini føðingardag tann 24. desember. Hóast
sama føðingardag, hava familjurnar hjá teimum báðum duga
væl at hildið góðan javnvág millum føðingardag og jól
Gert Langgaard
Kristbjørg Brøðraberg
Í Norðurlondum hátíðar
halda vit Jesu føðing,
jólaaftan 24. desember
MYNDIR: PRIVAT