Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 146 17 »Tey skulu fyrireika seg til at fáa eina fantastiska jólagávu. At fáa eitt barn á jólum er besta jólagávan, ein kann fáa« Gert Langgaard við at hátíðarhalda dagin. Kristbjørg plagar at hava ein størri brunsj hvørt fimta ár, meðan Gert ikki ger tað stóra hóvastákið, fyriuttan okk­urt um morgunin fyri nærmastu fam­ilj­ uni. Men tá ið so rundir dagar hava verið fyri, hevur Gert gjørt eitt sind­ ur burturúr føðingardegnum, har hann m.a. helt eina stóra føðingar­ dags­veitslu millum jóla og nýggjárs, tá hann gjørdist 40 ár. Besta jólagáva, ein kann fáa Hóast tað ikki verða fødd so nógv børn um jóltíðirnar, so bera tær mongu føðingarnar í september mán­aði brá um, at jólini nokk er ein góð tíð at gera børn í. Av føðideildini á Lands­sjúkra­húsinum siga tey, at har er rúm fyri teimum um jólini, tá tíðin er búgvin til, at kvinna skal eiga barn. Í ár eru tvær barnakonur settar at eiga tann 24. desember, so spenn­andi verður at síggja, hvussu leikur fer. Á føðideildini gera tey sítt til at hjúkla um tey, ið skulu eiga á jól­um – tá tað verður mett, at tey ikki kunnu vera heima hjá familjuni jóla­aftan í nakrar tímar – við góðum mati og øllum tí, ið hartil hoyrir. 1. jóla­dag kemur Frelsunarherurin á vitjan, og tá verður horntónleikur og hugni sett­ur í hásæti. Í 2012 valdaði veru­ ligur jólafriður á føðideildini, tí tá varð einki barn føtt jólaaftan. Í 2013 vórðu tvey børn fødd, meðan í fjør vórðu trý børn fødd jólaaftan. Hjá teimum, ið vænta sær barn nú til jólar ella til jólar einaferð í fram­ tíð­ini, hevur kredittráðgevin hjá Eik Banka hesi ráðini: – Tey skulu fyrireika seg til at fáa eina fantastiska jólagávu. At fáa eitt barn á jólum er besta jólagávan, ein kann fáa, sigur Gert við einum stór­ um brosi. Tó heldur leirvíkingurin, at tað er sera týdningarmikið hjá foreldrum hjá einum barni, ið verður føtt jóla­ aftan, at tey minnast til at gera dagin heilt serligan fyri barnið, ið jú hevur føðingardag sama dag sum Jesus. – Fólk mugu minnast til, at jóla­ mað­urin kemur við einum heilt góð­ um og serligum pakka, tá tað nú er jóla­aftan. Jóladagur er  25. desember, og í Føroyum verða tveir jóladagar hildnir sum halgidagar: 25. og 26. desember. Seinasti dagurin framman­undan jóladegi – tann 24. desember  – kallast  jólaaftan. Hann var fyrr van­ligur arbeiðs­ dagur, men varð roknaður sum  halgidagur  frá kl. 18. Nú er jóla­aftan frídagur í Føroy­um, og mong byrja jólahaldið seinna­ part jóla­aftan. Jóladagur hevur altíð verið mikil høgtíðisdagur í Føroyum, og enn eru jólini størsta høg­tíð føroyinga. Norðurlendska siðvenjan stavar frá tíðini, áðrenn tað mekan­iska urið varð til. Tá byrjaði ein nýggjur dagur við sólsetur ístaðin fyri sum nú á mid­nátt. Í kvæð­num, Hávamál, frá mið­øldini, stendur m.a., at »Ved kvæld skal dag leve«. Í Skandinavia hevur verið hildið fast við henda sið, og tí verður hildið jólaaftan kvøldið fyri tann 25. desember. Um okkara leiðir eru jólini ein gomul høgtíð, ið eisini varð hildin, áðrenn okkara forfedrar vórðu  kristnaðir. Hesa ársins tíðina hátíðar­hildu teir, at nú fór vend at koma í. Nú fór tann ljósa tíðin at koma. Í 336 e.Kr. gjørdu kirkju­ fedrarnir í Róm av, at 25. desember skuldi verða hátíðarhildin sum Jesu føðingar­dagur. Roynt varð at nevna høgtíðina krist­ messu. Navnið vann ikki frama í  Norður­londum, men í ensktalandi londum  eita jólini »Christmas«. Eingin veit tó heilt við vissu, nær Jesus varð føddur. Nakrir søgu­frøðingar eru t.d. komnir fram til, at hann varð føddur um várið – helst í mars mánaði – og at hann ikki varð føddur í ár 0, men seks ár seinni. POST@SOSIALURIN.FO Í Norðurlondum hátíðarhalda vit Jesu føðing tann 24. desember og ikki tann 25. desember, sum í meginpartinum av kristna heiminum Onnur kend fólk, ið eru fødd tann 24. desember, eru m.a.: Ryan Seacrest – vertur á American Idol, Ricky Martin – sangari, Ed Miliband – bretskur politikkari, Lemmy Kilmister – tónleikari og forsangari í Motörhead, Marcelo Salas – fyrrverandi fótbóltsleikari og Diafra Sakho – áleypari hjá West Ham United. Um jólini