Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 146 18 TÓNLEIKUR AFTUR TIL KLASSISKU COUNTRY RØTURNAR Við »Make This Life a Dance« leitar Evi Tausen á nýggju útgávuni aftur til røturnar í eyðkenda Nashville-ljóðinum, har hon við nýggjum sangum og nýtulkingum vísir á, at klassiska country-ljóði heldur enn SIGURJÓN EINARSON S íðani Evi Tausen fyrstu ferð ferðaðist til Nashville afturi í 2011, hevur hon javnan vitja aftur til heilaga country staðin. Millum annað varð fyrstu útgávan – »Wishing Well« – tikin upp har. Nýggja útgávan er eisini inn­spæld í Nashville, men røddin er tikin upp í Føroyum, tá Evi tíverri fekk háls­bruna, tá hon skuldi taka rødd­ina upp í studio haryviri. Men tøknin er góð, og tí er næsta útgávan hjá froð­biar­kvinnuni, ið nú búleikast í Porkeri, veruleiki. Vit vita, at Evi er viðhaldskvinna av siðvanda country-tónleikinum, og tað hoyrist aftur á rødd hennara, ið ofta hevur verið samanborin við Patsy Clyne, Alison Krauss og Loretta Lynn. Og tað er eisini hetta ljóðið, vit hoyra á nýggju útgávuni, har røddin er sloppin meira framat – í mun til fyrru útgávuna. Í »Make This Life a Dance« sleppur framúrskarandi og mjúka røddin hjá Evi veruliga framat, har hon – við góðum samanspæli við viólin, stálgittar og kórsangi – traðkar meira fram í ljóðmyndini. Í fyrru útgávuni fall Evi ofta í bakgrundina, har røddin ofta datt burturímillum ljóðførini, men á nýggju útgávuni virkar tað til, at Evi og bakland hennara hava arbeitt meira við at fáa hana meira fram í ljóðmyndini. Hetta hevur víst seg at rigga væl betri hesuferð. Trupulleikin við Nashville-ljóð­ inum er, at tað ikki altíð verður latið upp fyri fjølbroytni í tónleikinum. Tí hevur country-tónleikurin í USA tey seinnu árini verið ov tengdur at útvarpsstøðum, ið heldur vilja spæla inntøkufíggjaðan tónleik, ið hellur seg tættari upp at tónleiki, sum hoyrir til høvuðsrákið. Tí hoyra vit tíverri ikki so nógv til klassiska country-ljóði úr Nashville. Hetta rákið arbeiðir Evi, tilvitað ella ei, væl ímóti, har hon vísir á, at tað saktans enn er pláss fyri klassiska country-ljóðinum. Tíverri halda ameri­kansku útvarpsstøðurnar nokk, at hetta ljóðið ikki er ov nútíðar­ hugsandi, og tað er spell. Spell fyri tónleikin og spell fyri Evi, ið hevur eitt so ærligt og reiðiligt ljóð, sum eisini hoyrist á útgávuni. »Make This Life a Dance« var eisini fyrsta stak- og tittullagið hjá Evi á útgávuni, og kom tað út heilt afturi í 2013. Jákup Zachariassen og Lena Anderssen hava skrivað sangin, ið m.a. hevur ligð nr. 1 á country-hittl­ istum í Svøríki, Niðurlondum og Írlandi. Hetta var eisini sama ár, at Evi vann írska tónleikaheiðurslønina »International Artist of the Year« hjá Irish Country Sound, ið blaðið, Farmers Journal skipaði fyri. Talan er um eitt friðarligt lag, ið hevur eitt sindur av Texas Swing yvir sær. Hetta huglagið er eisini gald­andi fyri alla útgávuna, og tí koma vit ongantíð heilt upp at dansa, men halda okkum til tann stilla kinndansin. Tí kann tað kanska tykjast, at talan er um ov trygga útgávu frá Nashville-trans­ port­bandinum, men tað haldi eg tó ikki. Talan er um góðan og ektað­ an country tónleik, ið hevur eitt frískt lot yvir sær – tað er eins og klassiski country-tónleikurin úr Nashville eigur at ljóða soleiðis. Kanska fer hetta djúpa lágtrýstið við Føroyar at gera sína ávirkan yviri í Bandaríkinum, um tað stakk langt í ein útsynning. Tað eru tíverri ikki so nógvir upp­lýsingar at finna um nýggju útgávuna, og vegna tíðarneyð havi eg tíverri ikki havt stundir til at finna fram til væntandi upplýsingar. Men fyri mær at síggja til, eru trý fremmand løg við á nýggju útgávuni hjá Evu, ið hon – sum heild – kemur væl frá í hennara tulking: »Neon Monn« hjá Brooks & Dunn, ið stavar frá 1990-unum og er eitt mennandi framhald av ávirkanini frá Jimmie Rodgers. »You Comb Her Hair« er ein sangur hjá George Jones, ið júst stavar frá góðu country-tíðini afturi í 1960-unum, og síðani hevur Evi eisini tulkað sangin hjá Hank Williams »You Win Again«, ið nokk skal fáa fastatøku millum manna, tá fólk sleppa at uppliva Evi Tausen til konsert. Tey stóru hittini mangla kanska á nýggju útgávuni, men Evi ger so sín part at endurreisa góða og gamla siðbundna Nashville-stílin aftur, og tað áttu fólkini handan hav kanska tikið til sín, tá tónleikurin hjá Evi Tausen minnir okkum á góðu tíðina, tá country-tónleikurin veruliga var í hæddini. »Make This Life a Dance« dansar tríggjar stjørnur fram út av fimm! ★★★★★ Ummæli