Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 146 20 Anna og jólasangir Vend jólastákanini bakið eina løtu og kom á Reinsaríið og lat frið og minnir frá teimum kendu jólasangunum verma sinnið. Fýra dagar fyri jól fer Anna fyri fyrstu á pall á Reinsarínum – við sær hevur hon kór og tónleikarar. Konsertin verður sunnukvøldið klokkan 20.00. Hetta hendir um vikuskiftið... MANGT OG HVAT Konni, Marius, Terji og onnur í Reinsarínum Týskvøldið 22. desember skipar Reinsaríið fyri jóla­konsert við trimum av okkara bestu røddum Konni Kass, Mariusi Ziska og Terja Rasmussen. Orkestrið handan hesar tríggjar jólastjørnurnar verður Bjøllubandin við Benjamin Petersen, Knút Háberg Eysturstein, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mikael Blak. Hetta er húsorkestur á okkara jólakonsertum. Hetta verður jólahugni av besta slag við nøkrum av okkara sterkastu røddum innan millum annað popp og fólkarokk. Konni Kass vann Sement 2015. Um hana segði ein dómari í Sement við Røddina, at »Grundin, til vit valdu Konni, er, tí hon hevur so ræðuliga nógv. Hon er klár beint nú til at fara í gongd. Hon spælir saxofon, guitar, og hon syngur. Vit merktu hana á pall­inum, og hon gav seg so nógv, serliga í endanum – ikki tí hinir ikki gjørdu tað.« Hans Marius Ziska er sangari í bólkinum Marius Ziska, Hann er ómetaliga gávaður sangskrivari. Men røddin hjá honum er eisini ein av okkara allar bestu. Terja Rasmussen kenna vit øll. Hann hevur verið virkin í bólkum sum Frændur, Terji & Føstufressar og Moirae. Konsert... Skapa tínar egnu møblar við plattum Plattar hitta á øllum lívsstíls og innrættningssíðum, og tað er eisini okkurt serstakt við at byggja sínar egnu møblar júst soleiðis, sum ein ynskir Her eru nøkur boð uppá hvussu tú kanst nýta plattar til stovu, køk, kamar ella havan: Rátt og øðrvísi í havanum Hóast vit føroyingar neyvan hava tørv á hava­møblum so nógvar dagar í árinum, so eru vónandi løtur, har ein góður havastólur hevði komið væl við. Slíkir møblar eru lættir at seta saman, og síðani leggja pútur ella madrassum omaná. Og tá tað er í havanum, nýtist tær í øllum førum ikki at mála plattarnar. Rátt og lekkurt! Tín egna serstaka sofa Pútur og teppir vera dúgliga nýtt til at fríðka um stovuna og sofaumhvørvið, og við hesum kanst tú eisini velja tær júst hvussu sofan skal síggja út. Týdningarmikið er tó at hava í huganum, at um sofan skal nýtast til annað enn pynt, so má hon standa ímóti einum veggi ella má ein pláta festast í aftanfyri sofuna, so onkur stuðul er ímóti rygginum. Annars verður sofan ikki nýtt til at annað enn at hyggja at. Trækassar ella plattareól? Trækassarnir, sum fáast í alskyns inn­ rættnings­handlum í landinum, hitta av álvara, og við ymisku kassunum verða egnar reólir bygdar. Men tú kanst eisini taka rákið eitt stig víðari, og byggja tær tína egnu plattareól, sum tú kanst mála júst sum tú vilt. Einans hugflogið setur markið. Spar nakrar túsund krónur við at byggja egið borð At finna eitt gott borð ella sofaborð er ikki altíð bara bara. Og so slett ikki til ein rímiligan penga. (Uttan so, at tú finnur okkurt gott í endur­nýtslu). Við plattum kanst tú byggja tær tíni egnu borð. Eitt hugskot er eisini at finna ljós­ketur, og festa tær undir eitt nú sofaborðið fyri at fáa ein heilt serstakan hugna kring sofa­borðið.