hósdagur 17. desember 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
21
KLUMMAN
Simona Weihe
Pensionistar
á status quo
Ikki eri eg serliga áhugað í politikki. Tá eg
var yngri og bláoygdari, dámdi mær at fylgja
við, hvat hendi, hvør segði hetta og hatta, og
hvørjar ætlanir og hjartamál politikararnir
høvdu. Men soleiðis hevur tað ikki verið leingi.
Veit tað er tí, at hvørja ferð eg havi væntað
mær nakað av einum flokki ella politikara,
hendir ofta – í besta og tíbetur flestu førum –
ikki tað heilt stóra. Og viðhvørt gongur galið.
Seinasta dømið, hóast gummur og gubbar
at tí forsvara tað sum harðast, er lækkingin
av grundupphæddini í fólkapensjónini. Men
onki undrar meg longur. Heldur ikki ætlanin
at taka ábyrgdina av fólkapensjónini frá
landsstýrisfólkinum við málinum og flyta
hana yvir á arbeiðsmarknaðin. Og jarðleggja
sólskinssøguna, sum Samhaldsfasti er við
sínum vaksandi útgjaldi.
Tað, sum (aftur í besta føri) hendir, er einfalt
tað, at pensjónistarnir í Føroyum, sum bara
hava fólkapensjónina og Samhaldsfasta at
dúva uppá, verða hildnir á status quo. Also um
Samhaldsfasti spælir við, og løgtingið ásetir
hægri inngjald. Eftirlønin, sum fyrra lands
stýrið fann uppá, fer ikki eitt prosent upp (til
trý prosent) 1. januar. Heldur ikki hevur verið
nevnt eitt orð um at avtaka ta skipanina. So
hon er hvørki fuglur ella fiskur.
Syrgiliga framtíðin er, at samgongan syrgir fyri
at økja – og í besta føri – varðveitir ójavnan
millum okkara gomlu. Kastar ábyrgdina yvir á
løntakaran og arbeiðsgevaran. Eg spyrji bara:
Hvør er munurin á tvungnu uppsparingini
frá einum prosenti til 15 prosent eftir 15 árum,
og at gjalda meira í Samhaldsfasta, tá grund
upphæddin skal skerjast samsvarandi? Fyri
ikki at tala um tey, sum lítið ella als ikki eru á
arbeiðsmarknaðinum. Tað er bara so ófatiligt,
hvat man kann finna upp á at sita og putlast
við. Men álíkavæl ikki, tí tað hevur ljóðað, at
sparingin á fíggjarlógini við hesum uppskot
inum verður einar 42 milliónir krónur. Tað
hevði gjørt góðan mun í roknistykkinum fyri
2016.
Hvat hetta endar við, ja, tað er ikki gott at vita.
Vón er tó fyri framman, tí mótmæli koma úr
øllum heraðshornum. Skuldi tó tað syrgiliga
hent, at grundupphæddin verður niðurlaðað,
verður seinur dagur, at hon kemur uppaftur.
Tað er jú heldur ikki ætlanin. Samhaldsfasti er
fyri samgonguna, sum støðan er, ein fuglur á
takinum, sum tað hevur kitlað í lógvunum hjá
fleiri samgongum at fáa fingrarnar í.
Øðrvísi er hjá teimum (færru) á ovastu
rókum, sum í samráðingum um eftirløn og
pensiónir meira ella minni samráðast við sær
sjálvum sum mótparti. Skrivi færri, hóast vit
eru farin at líkjast Hollywood, har tað ganga
13 blondinur á dusinið. Hjá okkum eru tað
til dømis stjórar, sum eru um at spreingja
dusinið. Tá er gott at hava fjøldina at spaða til.
Jólakonsert
í Gøtu Kirkju
Siðvanda Jólakonsertin, har
Gøtu kirkju ungdómskór
syngur jólini inn, nærkast.
Konsertin verður sunnudagin
20. desember kl. 19.00. At
syngja jólini inn saman við
Gøtu kirkju ungdómskórið
fjórða sunnudag í advent
hvørt ár, plagar at vera
eitt serliga gott upplivilsi.
Her verða nýggir og gamlir
jólasangir framførdir, eins
og smærru børnini úr Gøtu
kirkju eisini luttaka við Lucia
framførslu og sangi. Skráin
hjá kórinum hesaferð er í ein
ávísan mun siðbundin, men
fer eisini at fevna um nýggjari
kórtónleik við spennandi
framførslum av opnings
lagnum í Disney filminum
Frozen og tí sera vakra Carol
of the Bells. Konsertin er
ókeypis, men høvið verður at
lata eina gávu til kórið.
Marius Ziska
Marius Ziska, fara at runda
árið av við einari konsert í
Reinsarínum 19. desembur.
2015 hevur verið eitt hendinga
ríkt og deiligt ár fyri bólkin.
Í februar góvu teir plátuna
»Home/Heim« út og teir vóru
sera takksamir fyri at hava
eina útselda útgávukonsert í
Norðurlandahúsinum í hesum
sambandi. Nú eru teir aftur í
Reinsarínum, og leygarkvøldið
spæla teir og Guðrun og
Bartal. – Umframt at vit gera
nógv burtur úr tónleikinun
hettar kvøldið, so ætla vit at
gera nógv burtur úr sjálvum
kvøldinum eisini, siga teir í
Marius. Hetta kvøldoið spæla
Hans Marius Ziska, Heðin
Ziska Davidsen, Allan Tausen,
Brandur Jacobsen, Mikael
Blak, Sakaris Joensen og
Jákup Zachariassen.
Teitur hevur konsert í Klaksvík Leygarkvøldið verður jólakonsert við Teiti Lassen í
Spaniastovu í Klaksvík. Afturat sær hevur Teitur tónleikararnar Torleif Mortensen og
Per Ingvald Højgaard. Teitur syngur og spælir gittar. Teitur hevur áður havt konsert í
Spaniastovu, og tað var fyri mong ein heilt serlig uppliving – hugnalig og nærverandi.
Konsertin við Teiti er tann seinasta í ár í røðini, tey kalla Tónabrúgv.