hósdagur 17. desember 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
22
Matgerð
– Hvørja sitrón vilt tú pressa?
TJÓÐHILD PATURSSON
H
vat vilt tú heldur hetta
vikuskiftið? Renna runt
sum eitt ørt úr handli
í handil, kenna jóla
stressið og jólapressið snýkja seg inn
yvir teg; ella møguliga heldur vera
heima og skera og pressa sitrónir
til hesa skjótu løttu heimagjørdu
jólagávuna? Ja, hvørja sitrón vilt tú
pressa?
Eg haldi meg vera rættuliga
hepna, tí tey allar flestu, eg eri góð
við, vilja heldur hava »jólagávur ið
vera uppi« enn ting. Hetta merkir,
at eg næstan sleppi undan at ganga
í handlar (annað enn ein túr í ein mat
vøruhandil) um jólini, og heldur kann
hugna mær heima við at gera tað ið
mær dámar allar best – gera mat.
Saltaðar sitrónir er ein sovorðin gáva.
– Møguliga ikki ovast á ynskilistanum
hjá 3 ára gomlu dóttrini, men perfekt
til matelskandi mostrina, ið eigur alt
(nú er at vóna, at matelskandi most
urin ikki lesur hetta).
Saltaðar sitrónir
Hendan uppskriftin er til eitt ílat ið
tekur ein litur. Men tú kanst sjálvsagt
gera meira ella minni – alt eftir hvørji
íløt tú eigur. Eg havi gjørt mínar
sitrónir í íløt við patentlási, men tað
ber væl til at vaska eina gamla súlti
toyskrukku og brúka hana í staðin.
Minnst til at vaksa ílatið, væl áðrenn
tú fert í gongd, og gjarna skolda við
kókandi heitum vatni.
Til eitt eitt-liturs-ílat
skalt tú brúka
• 6-10 vistfrøðiligar sitrónir (alt eftir
støddini á sitrónunum)
• Uml 5 matskeiðir av grovum salti
• Vatn sum er kókað og síðani kølnað
aftur
Vaska sitrónirnar. Sker ein kross
niður í sitróninar, næstan heilt niður
ígjøgnum. Koyr eina tsk. av saltið í
hvørja sitrón. Koyr eisini eina tsk av
salti í botnin á ílatinum. Koyr síðani
sitrónirnar niður í ílatið við kross
inum niðureftir. Pakka tær tætt og
kroyst tær eitt sindur, so eitt sindur
av saftini rennur úr. Koyr sitrónir í, til
ílatið er fult. Stoyt síðani vatnið út vir
sitrónirnar, soleiðis at tær eru undir
í lakanum. Lat standa í rúmshita í
uml. 3 dagar, vend og rist ílatið nakrar
ferðir um dagin. Hareftir verða tær
settar í kuldaskápið. Sitrónirnar eru
klárar at brúka, tá ið tær hava staðið
í uml. 3 vikur. Tær halda sær í á leið
hálvt ár.
– Hetta er frálíkt, tí gert tú sitrón
irnar í morgin, so kanst tú pakka
tær inn beinanvegin. Venda og rista
pakkan nakrar ferðir um dagin (hetta
verður gjørt fyri teg av forvitnum
jólagestum um tú leggur pakkan
undir jólatræið). Tann, ið fær jóla
gávuna, kann seta hana beint inn í
kuldaskápið, heima, og eftir nýggjár
eru tær klárar at brúka – ein góð mat
byrjan uppá nýggja árið.
Pasta við royktum laksi
og saltaðum sitrónum
Saltaðar sitrónir kunnu brúkast
til alt møguligt. Nú, ímeðan pápi
var og vitjaði meg í Svøríki, brúkti
hann tær millum annað í einum
deiligum pastarætti. Hesin rætturin
er so skjótut og so lættur at gera, men
smakkar so væl. Tá ið eg var barn,
var hesin rætturin ofta á borðinum,
tá ið vit høvdu døgurðagestir. - Tá
ið maturin ikki tekur meira enn 15
minuttir at gera, ja, so er meira tíð
og orka til at hugna sær saman við
gestunum.
Til 4 fólk skalt tú brúka
• 400 gram av sloyfu-pasta (ja,
eg veit at man vanliga sigur 75
gram av pasta til hvønn, men tað
passar altso ikki. Í øllum førum
ikki heima hjá mær)
• 200-400 gram av royktum laksi
(alt eftir hvussu væl tær dámar
roykta smakkin)
• 4 dl av róma
• 1 saltaða sitrón (ella tvær smáar)
• 1 spsk av reyðum piparkornum
• 200 gram av smáðum tomatum
Kóka pasta eftir vegleiðingini á
pakkanum. Ímeðan pasta kókar
gert tú sósina. Hita róman í eini
pannu saman við helvtini av reyðu
piparkornunum. Pressa saltaðaðu
sitrónina niður í róman, sker hana
síðani í pettir (ja, við skali og øllum)
og koyr eisini tað í romasósina. Lat
nú sitrónróman smákóka til hann
tjúknar (uml 5-10 min). Sker roykta
laksin í bitar. Hita síðani laksin og
tomatirnar í rómasósini, i uml 5
minuttir. Nú átti pastaðin at verið
klár, og tá ið tú hevur vent pastaini
í rómasósini, ja, so er eisini døgurðin
klárur.
Ein vøkur, vælsmakkandi, heimagjørd, løtt og hugnalig jólagáva
Ein jólagáva í køliskápinum sum bíðar eftir at jólini koma
Pastarætturin hjá pápa. Klárur
eftir 15 minuttum. Góður til eitt
av kvøldunum undan jólum.
Hevur tú ikki saltaðar sitrónir,
so ber væl til at brúka eina feska;
brúka bæði saftina og skalið
SALTAÐA
JÓLAGÁVU-
BJARGINGIN