hósdagur 17. desember 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
23
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
Sitrónir klárar at verða umgjørdar
til jólagávur. Tað er ótrúligt
sum veðrið her í Svøríki enn er
summarligt, man skuldi ikki trúð
at jólini vóru í nánd. –Tað er sum
um at tíðin frá í summar til nú
hevur gingið so skjótt, at sjálvt
ikki veðrið náddi at fylgja við
Soleiðis brúkar tú
saltaðu sitrónirnar
Tað er serliga skalið av saltaðu
sitrónunum ið verður brúkt.
Saltið dregur alt tað beiska úr
sitrusskalinum, so eisini tann
hvíti parturin av skalinum
kann brúkast. Sjálvt kjøtið er
ógvuliga salt, men kann brúkast
um tú annars ikki saltar matin.
Royn tildømis pastarættin
hjá pápa, við royktum laksi og
saltaðum sitrónum - pápi er ikki
pastamaður, men hesin rætturin
er so mikið góður, at pápi hevur
servera hann fyri gestum so
leingi eg minnst.
Preið:
Tað ber væl til at salta aðrar
sitrusfruktir enn sitrónir. So
um tú eftir jól hevur nakrar
appelsinir ið eru um at fara
fyri skeytið, so er bara at salta.
Eg havi ikki sjálv roynt at
salta appelsinir (enn). Men eg
havi sæð nógvar uppskriftir á
netinum. Leita tær fram eina
góða - tað er møguligt at tað skal
meira salt í enn til sitrónirnar,
tí at hjá sitrónunum hjálpir
sitrónsaftin til í konserveringini.
Ein blanding av salti og sukuri
er eisini eitt hugskot, um tú
ætlar tær at konservera søtar
sitrusfruktir, tí so kann úrslitið
eisini brúkast í søta køkinum.
Um vistfrøðiligar
sitrusfruktir:
Tað hevur serliga stóran
týdning at keypa vistfrøðiligt
um tú ætlar tær at brúka
skalið av sitrusfruktum - og
tað ætli eg mær altíð, tí alt
annað er bara býttisligt. Skalið
er jú tað, ið smakkar allar
mest. Sitrusfruktir, ið ikki eru
vistfrøðiligar, eru ofta ógvuliga
nógv sproytaðar, so nógv, at
summi ráða til at vaska skalið,
áðrenn tú flysir fruktina, og at
vaska hendurnar aftaná.