hósdagur 17. desember 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
24
GREINING
STÓRT TRÝST
Á SAMGONGUNI
ÁRNI GREGERSEN
Í
meldrinum her undan jólum,
tá ið fíggjarlógin fyri 2016 við
fylgilógum skal samtykkjast,
merkir samgongan, hvussu
stórt arbeiði skal til fyri at fáa
musikkin at spæla og fáa samgong
una at vinna á andstøðuni.
Størsta og mest prinsipiella málið
hesa vikuna er uppskotið um at selja
ein part av fiskatilfeinginum á upp-
boði.
Uppskotið hevði frammaundan
verið til hoyringar. Tað vísti seg, at so
at siga allir partar eru ímóti, at nakað
av tilfeinginum verður selt á uppboði.
Í samgonguskjalinum er orðið
uppboðssøla heldur ikki nevnt,
men tað verður sagt fleiri ferðir, at
farast skal frá politiskari útflutning
av fiskirættindum til eina markn
aðargrundaða skipan.
Hendan meira leysa orðingin
hevur volt serliga Javnaðarflokkinum,
men eisini samgonguni trupulleikar.
Ein av javnaðartingmonnunum,
Kristin Michelsen, boðai frá, tá ið
ætlanin longu í seinastu viku var at
leggja eitt uppskot fram um uppboðs
sølu, at hann kundi ikki taka undir
við uppskotinum.
Hann vísti til, at tað onganstaðni í
samgonguskjalinum stendur, at upp
boðssøla er ein partur av fiskivinnu
politikkinum.
Hann vísti eisini á, at ein nevnd skal
setast at taka sær av at gera uppskot
til eina nýggju fiskivinnuskipan.
Kemur hendan nevndin við uppskoti
um uppboðssølu av einum parti av
fiskatilfeinginum, so kann tað gott
vera, at hann hevur eina aðra støðu
tá.
Nógv trýst
Fríggjadagin í seinastu viku stóð
greitt, at tingmaðurin úr Suðuroy ikki
tók undir við uppskotinum.
Hann er í løtuni í farloyvi frá
tinginum, men kortini var hann á
fundi í samgonguni seint seinnapart
in seinasta fríggjadag.
Men Smyril sigldi klokkan 18.30 og
tá fór hann suður saman við hinum
tingmanninum av Tvøroyri, Bjarna
Hammer.
Samgonguleiðarin, Aksel V.
Johannesen, segði í Degi og Viku
sama kvøld, at ein semja var funnin,
men longu mánamorgunin stóð
greitt, at málið var líka óloyst sum
fríggjadagin.
Kristin Michelsen stóð fast uppá
sítt.
Løgmaður sjálvur noyddist til
Keypmannahavnar á ríkisfund. Út
á mánadagin ringdi hann til lands
stýrismannin við fiskivinnumálum,
Høgna Hoydal, og bað hann bíða við
at leggja uppskotið fram til týsdagin
– eftir at Javnaðarflokkurin hevði
havt innanhýsis fund.
Heilt greitt var, at trýstið á polit
isku skipanina var ómetaliga stórt
um vikuskiftið.
Telefonirnar gingu heitar, bæði
millum samgongufólk, men eisini
millum fólk í andstøðuni.
Vinnan royndi at leggja trýst á,
so hon skal sleppa undan uppboðs
søluni.
Tey sum sita á rættindunum nú
siga, at tey nógv heldur vilja gjald fyri
rættindini enn at hesi somu rættindi
koma á uppboðssølu. Vinnan metir,
at tað verður munandi dýrari og at
tað fer at gera viðurskiftini ótryggari.
Hinvegin hevur samgongan sett
sær fyri at gera broytingar, so onnur
eisini sleppa framat fiskiloyvunum.
Tað er ein politiskur setningur hjá
samgonguni, so tað er torført at
sleppa uppskotinum, sum er snikkað
til.
Broytt uppskot
Løgmaður er leiðari fyri samgonguni,
so hann hevur stóran áhuga í at upp
skotið verður lagt fram.
Tí hevði hann týsmorgunin fund
við tingbólkin í Javnaðarflokkinum
fyri at fáa eina loysn á trætumálinum
í flokkinum.
Flokkurin hevði fund á Gamla
Apotekinum, men Kristin Michelsen
sat á Tvøroyri og luttók gjøgnum
Hendan vikan hevur veruliga víst nýggju samgonguni, hvat skal til, tá
ið tung og álvarslig mál skulu atkvøðast ígjøgnum í Løgtinginum
Samgongan um fiskivinnuna í samgonguskjalinum:
Nýskipan í fiskivinnuni
Vit vilja fremja eina grundleggjandi nýskipan í fiskivinnupoli
tikkinum, sum verður sett í verk frá 1. januar 2018. Nýskipanin skal
byggja á hesar aðalreglur:
• Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og
samfelagsliga burðardyggur.
• Livandi fiskiríkidømið í føroyskum sjógvi og tað, sum Føroyar hava
samráðst seg til í avtalum við onnur lond, skal framhaldandi vera
fólksins ogn og kann ikki gerast ogn hjá privatum feløgum ella
einstaklingum ella fara á útlendskar hendur.
• Fiskirættindi skulu vera á føroyskum hondum.
• Farast skal frá privatari sølu av loyvum og fiskirættindum.
• Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina
marknaðargrundaða skipan.
• Veiddur fiskur skal vera atkomiligur hjá virkjum á landi at bjóða
uppá.
• Veiðan og alt av fiskinum eigur at verða fingið til lands og í
størstan mun virðisøkt í Føroyum.
• Bert feløg, sum hava føroyskar eigarar, eru skrásett í Føroyum,
rinda skatt í Føroyum og sum rinda manningini hýru sambært
føroyskum sáttmála, kunnu bjóða seg fram í føroyskari fiskiveiði.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Aksel Johannesen, løgmaður
Kristin Michelsen, løgtingsmaður