Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 146 25 tele­fon. Um middagsleitið sá út til at ein loysn var funnin, men flokkarnir hildu aftur við at fortelja, hvussu upp­skotið fór at síggja út. Samgonguformennirnir Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen fundaðust út á seinna­ partin. Tingfundurin var fleiri ferðir útsettur, tí bíða var eftir uppskotinum um fiskivinnu og uppboðssølu. Loksins var uppskotið lagt fram – og sum tað hevði ljóðað seinnapartin, so var tað eitt sindur tillagað, men ikki broytt serliga nógv. Tonsatalið av tí, sum skal seljst á uppboðssølu er minkað nakað – ser­ liga á uppsjóvarfiskinum, men hildið var fast um, at 3000 tons av botnfiski í Barentshavinum skal seljast á upp­ boðs­sølu. Nú skuldi ein so trúð, at politiskt var hetta uppskot komið uppá pláss, men út á fyrrapartin mikudagin var greitt, at so lætt er tað heldur ikki at fáast við politikk. Suðuroyar-tingmaðurin boðaði frá, at hann ikki hevur broytt støðu og at hann ikki á nakran hátt hevur lovað at taka undir við uppskotinum. Nú er tað soleiðis í politikki, at nógv verður sagt, men tá ið tað kem­ ur til skarpskeringar, so henda broyt­ ingar. Í hesum føri eru tó fá sum ivast í, at Suðuroyar-tingmaðurin hjá Javn­ aðarflokkinum tvíheldur um sítt. Tað sum verður spennandi at síggja er um samgongan hevur gjørt avtalu við onkran annan um at taka undir við uppskotinum, soleiðis, at Kristin Michelsen atkvøða ikki verður avgerandi. Hetta er torført politiskt spæl, tí ivasamt er eisini um Bjarni Hammer, eisini javnaðarmaður, valdur í Suður­oy, heldur fer at taka við upp­ skotinum. Kemur uppskotið ikki gjøgnum tingið, so er hetta eitt mega afturstig fyri samgonguna. Andstøðan luktar blóð og fer neyvan at gera nakað fyri at hjálpa samgonguni í hesum máli. Av tveimum orsøkum. Stórur partur av andstøðuni er ímóti uppboðssølu, men eisini tí í politikki er tað eitt stríð, har tað ræður um at tapa ella vinna í ymiskum málum. Tí sigur andstøðan í hesum føri, at hetta er ein samgongutrupulleiki, sum samgongan sjálv noyðist at loysa. Í veruleikanum er hetta sveinastykkið hjá løgmanni. Klárar hann hesa royndina, so stendur væl til, men fellur uppskotið, so hev­ur sitandi samgonga ein stóran polit­ iskan trupulleika. Enn einaferð noyddist eitt landsstýrisfólk at taka lógaruppskot aftur, tí samgongan tók ikki undir við tí ÁRNI GREGERSEN Føroyskir fiskimenn við serliga norsk­um fiskiskipum, varðveita sam­døgurðsfrádráttin í 2016. Hetta hóast landsstýriskvinnan við fíggjarmálum ætlaði at avtaka frá­dráttin. Mikudagin noyddist lands­ stýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi, at taka uppskotið aftur. Hon noyddist at gera tað, fyri ikki at fáa ein av­smurn­ ing í Løgtinginum, tá ið uppskotið kom til viðgerðar. Uppskotið hevur havt 1.viðgerð og var beint í fíggjarnevndina, har tað hevur fingið viðgerð. Fíggjarnevndin var samd um eitt álit, sum var rættuliga stuttorðað, men ikki til at misskilja: Landsstýrismaðurin í fíggjar­ mál­um hevur lagt málið fram tann 4. desember 2015, og eftir 1. við­gerð 9. desember er tað beint Fíggj­ar­ nevndini. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 14. desember 2015. Nevndin heldur tað verða rætt­ ast at bíða við broytingum í sam­ døg­urs­frádráttinum, til tann av lands­stýrismanninum fráboðaða skatta­nevnd er komin við síni niður­støðu. Ein samd nevnd tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja upp­ skotið. Onki val Tá ið Løgtingið skuldi viðgera upp­ skotið aftur, legði forkvinnan í fíggjar­nevndini, Ruth Vang, Fram­ sókn, álitið fram – eit tálit, sum ikki gav landsstýriskvinnuni nakað val. Álitið var frá einari samdari fíggjarnevnd og tað vil siga, at kemur eitt slíkt mál til atkvøðugreiðslu í tinginum, so er tað vist at tað fellur. Landsstýriskvinnan hevði tí onki annað val enn at taka málið aftur og bíða við tí, til fráboðaða skattanevndin kemur við sínari niðurstøðu. Andstøðan tók tað til sín, at lands­stýriskvinnan tók málið aftur og heitti á fleiri onnur lands­stýris­ fólk um at gera tað sama, held­ur enn at koma við uppskotum, sum gera tað dýrari at liva í Føroyum. Landsstýriskvinna tók uppskot aftur Uppskotið um uppboðssølu § 1. Landsstýrismanninum verður heimilað í 2016 á uppboðssølu at selja rættin at veiða: 1) 10.000 tons av makreli, 2) 5.000 tons av norðhavssild, 3) 25.000 tons av svartkjafti og 4) 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum. Stk. 2. Rætturin at veiða kann seljast eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi at fiska við ávísum fiskifari, sum hevur veiðiloyvi. Rætturin at veiða kann eisini seljast eigarum av bátum í bólki 5, sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at fiska við ávísa bátinum. Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 2 kann landsstýrismaðurin loyva tí, sum keypir rættin at veiða sambært stk. 1, at fiska keyptu kvotuna við øðrum fiskifari undir føroyskum flaggi, um ávísa fiskifarið, sambært stk. 2, hevur verið fyri bráðfeingis óhappi og ikki kann fara til fiskiskap. Stk. 4. Rætturin at veiða kvotuna, keypt sambært stk. 1, hevur bert gildi í 2016. Keypta kvotan verður latin keypara í fiskiloyvi til fiskifarið sambært stk. 2 sum egin árskvota sambært reglunum í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Kvotan gevur ikki rættindi fram í tíð sambært ásetingunum í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap og kann ikki avhendast sambært reglunum í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Gadus, Akraberg og Enniberg Tað sum verður spennandi at síggja er um samgongan hevur gjørt avtalu við onkran annan um at taka undir við uppskotinum, soleiðis, at Kristin Michelsensa atkvøða ikki verður avgerandi«