Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 146 26 JOHAN JACOBSEN U SA hevur tingast við vi­ð­ komandi partar og arbeitt saman við Russland fram ímóti einum grundarlagi fyri eini friðartilgongd, og stórveldini hittast í New York fríggjdag. Hetta hava Russland og USA saman boðað frá. Endamálið er at fáa í lag eina veru­liga friðartilgongd fyri Sýria og skipa so fyri, at stríðandi partarnar koma til samráðingarborðið. Hetta skal formelt gerast við at samtykkja eina ST-samtykt. Fundurin er fram­ hald av tingingum, ið fóru fram í farna mán­aði. Tá ið umræður borgarakríggið í Sýria, og møguleika fyri friðar­sam­ ráð­ingum, snýr tað seg í stóran mun um at fáa tjóðir sum Turkaland, Saudi Arabia og ikki minst Russland við umborð. Hesi londini hava stuðl­að ymsum av teimum stríðandi pørt­ un­um í Sýria og hava serliga stóra ávirkan. Russland verður mett at vera einasta landið, ið kann leggja trýst á stjórnina í Damaskus. Tí hava russar eina lyklastøðu í teim­ um friðartingingum, sum liggja fyri framman. Tí torførar verða tær kom­andi samráðingarnar. ST skal fyri­skipa hesum í komandi mánaði, í juni 2016 er ætlanin at friðaravtalur skulu vera fingnar í lag. Saudi Arabia og Turka­land hava sítt at siga, tí hesi londini, saman við einstøkum arabiskum londum veita stuðul til fleiri týðandi uppreistrarbólkar. Tað er í ljósinum av hesum ting­ing­ unum millum stórveldini, at stríðandi bólkarnir í Sýria í undanfarnu viku hittust á ráðstevnum fyri at saman­ sjóða, finna fram til semjur og um­ boð til víðari tingingar. Tríggjar ráð­ stevnur vórðu soleiðis hildnar, hvør sær, allar fyri sýrisku andstøðuni, at kalla samstundis. Og allar kappast, so at siga, um at umboða somu and­ støðu í Sýria. Ráðstevnan í Damaskus, bert eitt eiti Sum svenski granskarin og ritstjórin á Carnegie Endowment for Peace, Aron Lund, lýsir tiltakið í Damaskus, so var talan meiri um eina tilætlaða framførslu og eitt tiltak, ið stórt sæð ikki hevði nakran týdning í mun til andstøðu-politikk, men heldur góð­kend av stjórnini í Damaskus. Heldur meiri politiskur týdningur var í hinum báðum ráðstevnunum, har svenski granskarin eisini hevði sínar keldur. Kurdar halda ráðstevnu í norðara parti av landinum Meðan kurdar ikki vórðu bodnir við á ráðstevnuna í Riyadh, orsakað av trýsti úr Turkalandi, bleiv hend­ an ráðstevnan hildin í ytsta land­ nyrðingspartinum partinum av Sýria sum eitt mótsvar. Í tí sokallaða Sýriska Kurdistan hava fleiri kurdiskir stríðsbólkar skipað seg undir einum felagsskapi, SDF, og samstarva við PKK í Irak, Arbeiðaraflokkinum í Kurdistan. Kurdiski felagsskapurin er ikki væl lýddur millum størru arabisku fylkingunum í andstøðuni og so serliga jihadistisku fylkingunum, so sum IS og Jabhat al-Nusra. Á ráðstevnuni her vóru flestu bólkarnir tilknýttir irakska PKK, og varð eitt ráð við 42 limum stovnað. Kurdar hava vunnið nakrar sigrar á IS í norðara parti av Sýria og eru komnir alsamt longur inn í hitan hjá USA. Tað eru annars í størstan mun kurdisk herlið, sum kristnir stríðs­ bólkar leita sær samstarv við, tá ið kristnu smásamfeløgini í land­ nyrðingspartinum av landinum taka vápn í hendi ímóti sýrisku stjórnini í Damaskus. Og nakrar av slíkum herdeildum stríðast undir fyrrnevnda kurdiska felagsskapinum, SDF. Fyri tað mesta hevur kristni minnilutin í landinum roynt at hildið seg uttan fyri stríðið. Yvirskipað er tað tó, av hesum sum taka vápn í hond, fleiri, sum velja at innskriva seg hjá stjórnarherdeildunum. Ráðstevnan í Riyadh Í fjølmiðlunum er Free Syrian Army (FSA) helst hin mest kendi og umtalaði felagsskapurin, sjálvsagt aftan á yvir­ gangsfelagsskapin IS. Hesin fyrr­ nevndi felagsskapurin fevnir um ein hóp av stríðandi bólkum, sum gjøgnum 2011 og serliga 2012 kring sýriska landið tóku til vápnað stríð ímóti stjórnarherdeildum. Hann bleiv stovnaður og kunngjørdur í Turka­landi í juli mánaði 2011. Hesin týðandi felagsskapur var soleiðis umboðaður við fleiri umboðum á ráðstevnuni. Aðrir við einum greiðari átrúnaðarligum profili vóru eisini umboðaðir. Hetta er eitt viðkvæmt evni, tí tað er eyðsæð, at USA og sam­gongan við vesturlendskum lond­um, ikki vilja stuðla hvørjum sum helst. Men amerikanskir myndugleikar heilsaðu úrslitinum av hesi ráðstevnuni vælkomnum og fegnaðust um tað breiðu um­boð­ anina av sýrisku andstøðuni við 116 luttakarum. Í yvirlýsingini, sum ráðstevnan almannakunngjørdi eftirfylgjandi, er bæði yvirgangur og stríðsmenn úr fremmandum londum forbjóðaði. Og tær heilt víðgongdu islamistisku fylkingarnar sum IS (Daesh) og Jabhat al-Nusrah var sostatt ikki BORGARAKRÍGGIÐ Í SÝRIA: FRIÐAR- TINGINGAR Á BREDDAN Okkara serfrøðingur í viðurskiftum kring Miðeystur og arabiska heimin Johan Jacobsen, cand. Mag. í arabiskum, við servitan um Sýria og arabiska heimin. MIÐEYSTUR USA og Russland hittast fríggjadag í New York, friðartingingar skulu á breddan. Og í undanfarnu viku vórðu heilar tríggjar ráðstevnur fyri andstøðuna hildnar um somu tíð - og á trimum sera ymiskum støðum; Í Damaskus, í ytsta landnyrðingspartinum av Sýria og so hin mest umtalaða ráðstevnan, í Riyadh, Saudi Arabia