Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 146 27 Keipumyndin ber heitið Ráðstevnu-rokan. Og teksturin sigur, til Damaskus, til Damaskus! Til Malikiya, avstað! Til Riyadh, so koyra vit! Ein kend gerandismynd frá mongu buss-steðgiplássunum í landinum. Keiputeknarin hjá sýriska tíðindablaðnum al-Watan skemtar við ráðstevnunum hjá andstøðuni, sum fara fram um somu tíð rúm fyri í Riyadh. Ein týðandi og átrokandi partur av hesi tilgongdini, stavar frá altjóða stríðnum ímóti yvirgangi og IS, sum av álvara ger seg galdandi í hesum døgum. Hetta stríðið fer uttan iva í enn størri mun at ávirka møguligar friðartingingar. Fylkingin við navninum Ahrar al- Sham var við á ráðstevnuni. Fylkingin er millum tær størstu í krígsherjaða landinum. Í samanhanginum av hesi ráðstevnu í saudiska høvuðsstaðnum er Ahrar al-Sham ein umstríddur, men eisini neyðugur bólkur, tí hann er bæði væl skipaður og sterkur. Ivi er um, hvussu tætt hon hugsjónarliga stendur at bólkum sum IS og Jabhat al-Nusrah. Bólkurin sigst verða tvídeildur við einum parti, ið hellur ímóti al-Qaida/Jabhat al-Nusrah og so einum øðrum meiri pragmatiskum parti, ið ynskir at varðveita stuðlar úr arabisku Golf-londunum og Turkalandi. Hóast hesin bólkurin hevur skrivað undir yvirlýsingina hjá ráðstevnuni, so hevur ivi tikið seg upp um hetta er galdandi. Seint í tingingunum kunngjørdi bólkurin, at hann tók seg úr ráðstevnuni. Men síðan kom umboðið hjá bólkinum inn aftur og undirskrivaði yvirlýsingina. Á sosialum miðlum hava leiðandi persónar í bólkinum tikið stuðulin aftur til ráðstevnuna. Síðan hevur ein onnur stór fylking, Jaysh Al- Islam (Islamski Herurin) sátt iva um sín stuðul til ráðstevnuna. Snávingarsteinar Um ikki stríðsbólkar vilja luttaka er tað nógv sum týðir uppá, at hesir verða noyddir, tí um ikki, so kunnu hesir bólkar missa tann stuðul, sum eitt nú lond sum Turkaland og Saudi Arabia geva teimum. Hetta førir vónandi við sær, at veruligar friðartingingar kunnu koma í gongd. Vandi er sjálvsagt fyri, at um hesir síðstnevndu bólkarnir frá byrjan verða útihýstir, so koma rættiligar og umboðandi friðartingar ongantíð í gongd. Endamálið við hesi ráðstevnuni í Riyadh var at savna eina breiða og rímuliga umboðan av andstøðuni til tær størru friðartingingarnar, sum í roynd og veru skulu byrja fyrst í komandi árinum. Hetta er eyðsæð ein torfør uppgáva. Tey 116 umboðini á ráðstevnuni samdust meiri ella minni um at manna eina 15 mannaða samráðingarnevnd, sum skal sita yvirav sýriskum stjórnarumboðum í friðartingingum. Í yvirlýsingini verður lagt lunn­ ar undir tær komandi friðar­sam­ ráðingarnar við stjórnina hjá sýriska forsetanum, Bashar al-Assad. Og her verða fólkaræðislig virðir undir­ strikað og eins og ein skipan, ið ikki ger mismun á fólki vegna kyn, átrúna ella etniskan uppruna. Viðkomandi er eisini serliga, at yvirlýsingin setur sum treyt fyri friðaravtalu, at sýriski forsetin og hansara klika skal frá maktini fyrst í skiftistíðarskeiðnum og ikki einaferð seinni í tilgongdini. Hinvegin halda russar og iranar, saman við stjórnini í Damaskus, fast um, at sýriska fólkið skal velja um forsetin skal frá, ella ikki. Soleiðis er hetta ein av fleiri møguligum snáv­ing­a­rsteinum á leiðini til sam­ ráðingarborðið hjá ST. Tað eru umleið 1000 stríðandi uppreistrarbólkar í borgarakrígnum. Hesir eru skipaðir meiri og minni formelt. Teir hava lagt saman til størri fylkingar, og hava eisini bart ímóti hvør øðrum. Týðandi uppreistrarstríðsbólkar eru: • Sýriski Frælsisherurin - Free Syrian Army • IS, ella Daesh - Daesh er stytting av arabiska heitinum, við merkingini islamski staturin í Irak og Sham (Sham merkir Stórsýria, tvs. Sýria og Libanon) • Jabhat al-Nusrah - tætt knýttur at al-Qaida • Jaish al-Islam (Islamiski Herurin) - hava fyrr lagt saman við øðrum islamistiskum bólkum • Ahrar al-Sham - sterkur og væl skipaður stríðsbólkur Stríðandi upp­reistrarbólkar