hósdagur 17. desember 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
28
Heri Mohr
Valla nakar handil í
høvuðsstaðnum er
vitjaður so nógv sum
SMS og apotekið.
Teir eru báðir
bundnir saman við
somu gongd, somu
peningasjálvtøku og
somu parkeringsøkjum.
Hetta má haldast at rigga rættiliga
væl hjá øllum pørtum.
Við onkrum undantaki.
Vestan fyri er ein útbygging frá
apotekinum, sum ger, at tað er trup
ult at koyra til og frá eitt nú Miklagarð
og apotekið.
Orsakað av hesi útbygging og
parkeringsplássum hinumegin er
sera trongligt at koyra og ganga á
vegnum har. Tað er so trongligt, at øll
koyring og gongd á hesum stubba er
trupul, darvað og ikki sørt hættislig.
»Myldritíðin« er beinleiðis kaotisk.
Í túninum vestanfyri, uttanfyri,
millum SMS og apotekið, er ein høg,
breið trappa við ongari verju at halda
í hjá gomlum og avlamnum hvaðna
minni upplýsing um, hvør ætlanin er
við hesari trappu.
Tað er paradoksalt, at trongligt
og trupult er at sleppa inn og út, har
annars rúmsátt er.
(Ein allegorisk mynd av politiskari
samanrenning millum eyma føroyska
tjóðskaparkenslu og gekkaskortin,
nationalismu, anno MMXV.]
Tey, sum varða av, áttu skjótast
gjørligt at strika burtur nøkur fá
(kanska 6) parkeringspláss á umrødda
vegstubba og annars hugsa meira um
gomul og avlamin.
Tá verða problem loyst! [Og
ein allegorisk mynd (av mongum)
hvørvur.]
Um hetta ikki letur seg gera, er
tað ikki meira enn rímiligt, at vit,
viðskiftafólk, fáa at vita hví.
Heri Mohr
»Eitt ræðuligt skil«, segði ein høna.
Hon tordi ikki at sova einsamøll. Gott,
at hon svav sjálv onnur á vaglinum.
»Nú eru tey aftur farin at klandrast
inni í húsinum við síðuna av, um tað
skal vera okkum báðum loyvt at sova
saman«.
»Ja, men at báðir hanarnir sova
saman, klandrast tey ikki um. Tað
verður als ikki tikið upp á tunguna.«
Segði hin hønan. (Frítt eftir H. C.
Andersen).
Hjúnalagslógin galdandi í Før
oyum er frá 1922 við broytingum
seinast í 1992 (?).
Við § 1 í tí nýggju hjúnalagslógini
er tilskilað, at »Loven finder an
vendelse på ægteskab mellem to
personer af forskelligt køn og mellem
to personer af samme køn.«
Hetta er rættiliga einfalt, tí sum
øllum kunnugt eru [til alla lukku] ein
ans tvey kyn: kvennkyn og kallkyn.
Hvørkikyn kemur als ikki upp á tal.
Men tað er tó ikki so einfalt, tí
sambært § 67 í tí nýggju hjúnalags
lógini, er hon ikki galdandi í Føroyum
og í Grønlandi. Í 1993 varð lógin góð
kend í Grønlandi við neyðugum uppí
skoytum. Við løgtingsviðtøku og kgl.
fyriskipan kann tann nýggja hjúna
lagslógin setast í gildi í Føroyum.
Tað merkir, at § 67 fellur burtur
við einari løgtingsviðtøku og eini
kgl. fyriskipan. Í sær sjálvum rættiliga
einfalt, men nóg mikið – og neyðugt –
at kjakast um í løgtinginum, um tann
gordiski knúturin skal verða loystur.
Og tað er tað, tey »klandrast um
inni í húsinum við síðuna av.« Løg
tingið skal nú taka støðu til § 67 í tí
nýggju hjúnabandslógini.
Føroyar eru einasta landið í
Norðurlondum, sum ikki hevur lóg
um skrásett parlag millum samkynd.
Okkara gamla hjúnabandslóg er sum
sagt frá 1922 við seinastu broyting í
1992.
Løgtingið skal nú royna at strika
§ 67 í tí nýggju hjúnabandslógini,
sum heimilar samkyndum at giftast
í Føroyum og soleiðis rudda eitt eymt
mál í okkara lítla samfelagi virðiliga
av vegnum. Ein slík lóg sigur einki
um, hvar vígsla skal fara fram.
Borgarlig vígsla er eitt næstan 100
ára gamalt fyribrigdi tryggjað við lóg
og hevur verið brúkt mong Harrans
ár í Føroyum.
Nógv fólk halda, at vígsla av
samkyndum í okkara fólkakirkju
sampakkar ikki við forna føroyska
siðvenju.
Tessvegna: Um vígsla av sam-
kyndum í okkara fólkakirkju kemur
upp á tal, eigur skipað fólkaatkvøða
eftir givnum reglum ætlandi fyrst
at fara fram millum limirnar í fólka
kirkjuni. Hetta, fyri at sleppa und
an óhepnum og harmiligum mis
skiljingum. Og einki annað.
Jákup Dahl umsetti Grundtvig
soleiðis:
Kirkjan hon er eitt gamalt hús,
Stendur, um tornini falla,
Torn sukku eftir torn í grús,
Klokkur kima og kalla,
Kalla á gomul og á ung,
Mest tó á sál, sum troytt og tung,
Stundar á æviga hvílu.
Hjúnalagslógin
KJAK
Vegna Knud E Hansen,
Føroya Deild
Marni Olsen og Thormund
Johannesen
Ætlanin um nýggja ferju til nóls
oyarleiðina hevur verið á skrá í fjøl
miðlunum í seinastuni, men tá ið ein
bert hoyrir og sær tað, sum verður
borið fram í fjølmiðlunum, er ringt
at fáa fatur á rætta samanhanginum.
Undirritaðu, umboðandi Knud
E Hansen, Føroya Deild, sum hava
prosjekterað ferjuna, vilja tí koma
við eini frágreiðing, sum kanska fær
sett málið í ein størri og rættari sam
anhang.
Tíðliga í 2012 vendi Strandfaraskip
Landsins sær til okkara í sambandi
við at gera langtíðarætlan fyri nýggj
ar ferjur.
Um sæð varð burtur frá suður
oyarleiðini, sum er nakað fyri seg,
og hædd tikin fyri einum komandi
sandoyartunli og at mykinesleiðin var
útveitt, snúðu framtíðarætlanirnar
hjá Strandfaraskipum Landsins seg
einans um 4 leiðir. Hesar vóru til
oyggjarnar Skúvoy, Fugloy/Svínoy,
Kalsoy og Nólsoy. Ferjurnar, sum
røktu hesar leiðir, vóru allar gamlar
og ótíðarhóskandi, og tí var mett
skilagott at leggja eina samlaða ætlan
fyri útskifting.
Tær smærru ferjurnar til Skúvoy
og Fugloy/Svínoy skuldu vera til
ferðafólk og frakt, men tó skuldi bera
til at føra ein bil. Tær kundu møgu
liga verið systurskip, ella i hvørfall
rættuliga líkar.
Ferjurnar til Kalsoynna og Nóls
oyar skuldu vera innilokaðar ro-ro
bilferjur við plássi fyri 10-12 persón
bilum, men skuldu eisini kunna taka
tveir stórar bilar, bussar ella lastbilar.
Hesar kundu eisini verið systurskip,
ella rættuliga líkar.
At gera eina felags byggiætlan
fyri tvær ferðir tvær ferjur yvir eitt
hóskandi áramál, var hildið skilagott,
tí ein felags standardur kundi verði
nýttur, samtíðis sum 2 x 2 systurskip
kundu givið sparingar í prosjektering
og rakstri.
Ætlanin var at byrja við teim
smærru ferjunum, har skúvoyar-ferj
an var tann fyrra og enda við teim
størru, har nólsoyarferjan var tann
seinna.
Heildarætlan fyri allar 4 ferj
urnar við mettum byggikostnaði,
prosjekteringskostnaði og byggi
tíð bleiv gjørd og løgd fyri Vinnu
málaráðið. “So far so good”, men í
langtíðarløguætlanini hjá politisku
skipanin bleiv alt broytt. Bert eitt skip
skuldi byggjast, tað sum stóð seinast
í ætlanini, og restin skuldi klárast við
gomlum umbygdum skipum.
Skilagóða langtíðarætlanin fyri
tær fýra leiðirnar var sostatt dottin
niðurfyri, men tó var peningur
játtaður til eitt nýtt skip, tað til
nólsoyarleiðina. Upphæddin var 50
mió. kr. íroknað prosjektering og
eftirlit, hóast kostnaðarmetingin
segði 55 mió. kr. umframt prosjek
tering og eftirlit.
Prosjekteringsarbeiðið varð boðið
út, og fekk KEH uppgávuna.
Tá ið prosjekteringsarbeiðið var
komið undir land, kom fram, at
nýggj herd stabilitetskrøv, tey so
kallaðu vatn á dekk krøvini, sum EU
setti í gildi, nú eisini skuldu galda
innanríkisferjur í Føroyum, hóast
vit frammanundan høvdu fingið at
vita frá Sjóvinnustýrinum, at so fór
ikki at vera.
Hetta viðførdi ávísar broytingar
viðvíkjandi ferjuni, millum annað
at hon bleiv ein metur breiðari, men
serliga seinkaði hetta prosjektinum, tí
alduútrokningar fyri sigliøki mangl
aðu í reglunum í sambandi við hesi
nýggju krøv.
Umleið eitt ár gekk til hesi við
urskifti vóru komin uppá pláss, og
prosjektið kundi gerast liðugt og
bjóðast út.
Nú tilboðini komu inn, lá kost
naðurin úr góðum sjeyti mió. krónum,
og tí hevur verið ført fram, at ferjan er
vorðin nógv dýrari enn ætlað.
Hetta er tó ikki heilt rætt, tí hóast
einans 50 mió. kr. blivu settar av
til bygging íroknað prosjektering
og eftirlit, so var kostnaðarmet
ingin 55 mió. kr. umframt prosjek
tering og eftirlit. Harafturat var
kostnaðarmetingin í 2011 krónum,
meðan tilboðini eru í 2016 krónum.
Verður uppruna kostnaðarmetingin
dagførd til 2016 krónur og hædd
tikin fyri broytingum orsaka av
óvæntaðum herdum stabilitets
krøvum, samsvarar uppruna kostn
aðarmetingin nokkso væl við lægstu
tilboðini.
Ferjan í einum størri høpi
Verkætlanin viðvíkur eini ferju, sum
í mangar mátar er serstøk. Hóast
einans 35 metrar til longdar hevur
hon fulla bildekshædd til stórar bilar,
enntá trailara, og harumframt eru øll
manningarrúm í erva.
Framdriftin er diesel-el, við eini
battarískipan ístaðin fyri tað eina
dieselaggregatið. Battaríini kunnu
løðast við landstreymi og/ella frá
dieselaggregatunum.
Hetta ger, at dieselaggregatini,
sum ganga, altíð koyra við optimalari
last. Alt eftir um framleiðsluorkan
frá dieselaggregatunum er størri
ella minni enn orkutørvurin, kunnu
battaríini verða lødd ella geva ískoyti.
Til ber eisini, í styttri tíðarskeið,
at sigla við battarímegi einans, til
dømis inn og út av havn, meðan
dieselmotorarnir einans ganga
tvørtur um fjørðin. Eisini kann hugs
ast, at ferjan á morgni, tá ið battaríini
eru fult lødd, kann sigla ein heilan
túr, uttan at dieselmotorarnir verða
settir í gongd.
Vísur battarískipanin seg at rigga
væl, ber til at seta fleiri battaríir í
heldur enn at skifta dieselmotorar,
so hvørt tørvur verður á tí. Tá eru
battaríini óivað blivin bæði bíligari
og effektivari enn í dag, og SEV-netið
helst so væl útbygt, at skipið um
náttina fær løtt battaríini við bíligum
streymi úr vatn og/ella vindorku og
harumframt fær løtt skjótari millum
túrar um dagin.
At henda ferjan ikki verður bygd,
er tískil ikki bara spell fyri nóls
oyingar, men eisini fyri tað grønu
verkætlanina og harvið alt tað
føroyska fólkið. Tí hóast vit á landi
eru á rættari kós frá olju til varandi
orkukeldur, so eru skipini tó størsta
útlátsavbjóðingin, og har tykist ongin
almenn ætlan at fyriliggja.
Kanska tað almenn ígjøgnum
ferjur hjá Strandfaraskipum Land
sins kundi skunda undir ein grønan
orkupolitikk til havs, og so kundi
partur av kostnaðinum verði bókaður
á orkukontu heldur enn kontu til
nýggj strandfaraskip.
Ferjur og útróðrarbátar kunnu
væl hugsandi í framtíðini verða
rikin við el-megi burturav, meðan
skip, sum eru longri úti at gangin,
kunnu nýta battarískipanir til tess
at javna og optimera orkunýtsluna.
Eisini kann hugsast, at størri skip
einans lata dieselmotorarnar ganga
til havs, men sigla inn og út av havn
við battarímegi eina, umframt at fáa
landstreym til brúk og uppløðing,
meðan ligið verður í havn.
Hetta kann, umframt at minka
um útlátið, eisini ganga vaksandi
atfinningum um dálking og larm í
havnarbýum á møti.
Við norðurlendsku umhvørvis
virðislønini hevur SEV prógva, at
vit føroyingar kunnu ganga undan
á landi, og vit trúgva, at føroyingar
eins væl eru førir fyri at ganga undan
í grønorkuspurningum til havs.
Sæð í hesum høpi er nólsoyarferjan
eitt sera spennandi prosjekt, sum ikki
átti at dottið niðurfyri.
Grenj
Ferja til nósloyarleiðina – sum nú helst verður av ongum