hósdagur 17. desember 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
29
TÍÐARGREIN
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Kristina
ger ein Jørgen
– og Aksel nikkar
Edmund Joensen
Løgtingsmaður
M
innist tú rópini fyri
fýra árum síðani?
Tey – Høgni
Hoydal, Aksel V.
Johannesen, Kristina Háfoss og
Poul Michelsen – royndu algoyst at
yvirbjóða hvønannan.
Og fjølmiðlarnir runnu aftaná.
Øll peikaðu og róptu.
Tað vóru forskattingin av pen
sjónum og flatskatturin hjá Jørgeni
Niclasen, ið elvdu til rokilsið í táver
andi andstøðuni.
Futtaðu framtíðar
pengar av
Høvuðskritikkurin var, at Jørgen
breyt seg inn í pensjónsskipanina.
Hann forskattaði pengar hjá
okkum øllum og gav háinntøkum
pengarnar í skattalætta. Táverandi
samgonga varð skuldsett fyri at
futta pengar av, sum annars skuldu
brúkast í framtíðini.
Forskattingin av pensjónum
var og er eitt óhoyrt inntriv í privat
viðurskifti hjá føroyingum. Flat
skatturin til vælbjargað var somu
leiðis eitt asosialt tiltak. Og pengar
úr framtíðini verða futtaðir av.
Nú løgtingsval hevur verið, og
táverandi andstøða er komin til
valdið, hendir tað, sum ongin hevði
væntað ella gitt.
Tey gera ein Jørgen
Fjúrtanda September Samgongan
ger tað sama. Somu fólk, sum róptu
og peikaðu, bróta seg nú inn í fólka
pensjónina eftir pengum fyri at
fíggja ein skattalætta. Hetta er sama
mannagongd, sum Jørgen brúkti.
Tey gera við øðrum orðum ein
Jørgen.
Fjúrtanda September Samgong
an er tó heldur grovari. Aksel og
Kristina taka pengar frá teimum,
sum framman undan hava stóran
tørv á teimum: pensjónistunum.
At Javnaðarflokkurin kemur
sær at leggja rygg til hesa svikagerð
móti pensjónistum er fyri mær púra
óskiljandi.
Hvar er sosiala medvitið?
Eg kann ikki ætlað, hvat ið veru
ligi javnaðahøvdingin, Petur Mohr
Dam, sáli, hevði sagt, um hann hevði
vitað aftur til sín. Saman við sam
bandspolitikarum útvegaði hann
føroyingum fólkapensjónina saman
við donsku stjórnini. Nú svíkja
hansara egnu arvin.
Høgravíðgongdari
enn Jørgen
Tey steðga ikki við hesi knokkroyt
ing. Nei, tey bróta seg eisini inn í
Samhaldsfasta eftir pengum, sum
tey einki eiga í. Nú skal Samhalds
fasti økja síni útgjøld til pensjónistar.
Er tað fyri at blíðka ella hjálpa
fólkapensjónistum?
Nei.
Orsøkin til økta gjaldið úr Sam
haldsfasta er, at Aksel og Kristina
vilja hava meira inn í skatti frá
pensjónistum. Útgjøld úr Samhalds
fasta eru jú skattskyldug. Pensjónin
er hinvegin skattafrí, so haðani fæst
eingin skattur.
Øll síggja, at Fjúrtanda Sep
tember Samgongan er karrá. Hetta
er, um møguligt, meira víðgongt:
·
Veikir bólkar verða knokkroyttir
og fóðraðir við sínum egna hala.
·
Gjøld verða løgd á vinnulívsfyri
tøkurnar.
·
Og skattaskrúvan verður spent
á somu pensjónistar, sum missa
burtur av fólkapensjónini.
Gerið so væl, tit. Hetta er javnaðar-
og tjóðveldispolitikkur, tá ið hann
er bestur.
Í Fiskimálaráðnum situr Høgni
Hoydal, sum síðani løgtingsvalið er
farin at flenna.
Úti í Vinnumálaráðnum fjalir
Poul Michelsen seg. Tað er væl
skiljandi. Ikki man tað vera stuttligt
at vera illi jólamaðurin, sum tekur,
heldur enn at skapa jólagleði hjá
teimum gomlu í Føroyum.
Hvar eru fjølmiðlarnir? Eru teir
í parti við Fjúrtanda September
Samgonguni. Hví er eingin kritisk
journalisma?
Samfelagskakan
skal vaksa
Knokkroytingin av pensjónistum er
púra óneyðug.
Um rættur politikkur verður
rikin, kann fólkapensjónin vaksa.
Ongar smartar fidusir at lumpa fólk
við. Einki svik móti fedrunum.
Hvør er so tann rætti politikk
urin? Tað er politikkurin hjá Sam
bandsflokkinum.
Heldur enn at leggja alla orku
í at stríðast um støddina á køku
stykkjum, sum alsamt minka, snýr
tað seg um at vaksa um samfelags
kakuna. Tað er uppgávan. Hópin
nógv er til øll, um rætt verður
atborið.
Tvífalda útflutningsvirðið
Tøl vísa, at útflutningsvirði Føroya,
sum í dag er uml. 6 milliardir
krónur, í minsta lagi kann tvífald
ast, um betri atgongd fæst til innara
marknaðin í ES fyri tilvirkaðar
føroyskar vørur.
Sambandsflokkurin vil útvega
hesa atgongd í beinleiðis samráðing
við ES-nevndina og við útgangs
støði í góðu støðu Føroya í Ríkis
felagsskapinum.
Inntøkuskapan á ES-marknað
inum er lykilin. Samgongan vil tó
heldur tala myrkatos um EFTA,
ið als ikki kann útvega okkara
fyritøkum góðu atgongdina til ES-
marknaðin fyri tilvirkaðar fiska
vørur.
Harumframt bjóðar Sambands
flokkurin seg fram til at verja
felagsmálini í Ríkinum, sum bæði
fevna um fólkapensjón, heilsuverk
og onnur sosial mál. Veruliga sam
haldsfestið í okkara felagsskapi er
dýrabart.
Lyftisbrotið mikla
Mong eru vónsvikin, og ábyrgdina
eigur Javnaðarflokkurin. Hvør
hevði væntað, at Aksel fór at verða
umboðsmaður fyri at lækka fólka
pensjónina?
Framman undan valinum søgdu
tey einki um at skerja fólkapen
sjónina. Men eftir valið er júst hetta
ovast á dagsskránni.
Hetta lyftisbrot verður neyvan
gloymt.
Her er farið út um alt rímiligt
mark.
Fjúrtanda September Samgongan gongur í fótasporum Fólkafloksins:
brýtur seg inn í pensjónina hjá fólki og gjarar pengarnar út í skattalætta
Gerið so væl, tit. Hetta er javnaðar- og
tjóðveldispolitikkur, tá ið hann er bestur