hósdagur 17. desember 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
30
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Hilmar
Hendrik Eli Magnussen,
Neystavegur 8, 435
Streymnes, føddur tann
28.10.1930, deyður tann
11.09.2015, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Skansavegur 1, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
290/2015, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini eru
grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 1. desember 2015.
TroTabúgv
Í trotabúnum Sp/f Undir
Vørðuni, á Túgvu 14, 100
Tórshavn, skrás.nr. 5607,
sks.nr. 3-6/2014, verður
hildin endaligur skifti-
fundur fríggjadagin tann
8. januar 2016, kl. 10.15, á
skrivstovuni hjá skifti-
rættinum, C. Pløyensgøta
1, Tórshavn, til roynd av
krøvum og staðfesting av
uppskoti til roknskap og
útluting við eini dividendu
(býtispeningi) á 3,971668
% til vanlig krøv.
Uppskotið við
fylgiskjølum kann
eftirskoðast á skrivstovuni
hjá skiftirættinum.
Fráboðaði krøv og onnur
krøv, ið verða fráboðað
eftir staðfestan av
roknskapinum, kunnu ikki
verða tikin við.
Útgjalding verður 4 vikur
eftir staðfestingina, um
ikki kært er innan ta tíð.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 16. december 2015.
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Annie Fjallsá,
lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg
um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu
viðurskiftini.
Holger og Annie arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum
ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað
er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til
post@sosialurin.fo, og so svara Holger og Annie tær
her í Sosialinum.
SPURNARSÍÐAN
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
SPURNINGAR OG SVAR
Spurningur 1
Ber til at fáa Internationale Student Identi
ty Card, ISIC í Føroym, kortið sum gevur av
sláttur til lesandi uttanlanda?
»Ferðahugaður«
Góði »Ferðahugaði«
Ja, tað ber væl til. Treytin er, at tú í minsta
lagið ert 16 ár og gongur fulla tíð í skúla.
Tú fært tað á Fróðskaparsetur Føroya,
att.: Helle R. Djurhuus – heller@setur.fo –
Seturskrivstovan.
Tá tú vendir tær til Fróðskaparsetur
Føroya fært tú eitt tekningarskjal, som skal
útfyllast við navni og skúla. Send skjalið til
Fróðaskaparsetrið saman við passmynd og
kvittan, sum prógv, at tú hevur goldið kr
100,- á konto í Eik – 9181.4958723. Send eisini
eina váttan frá skúlanum, sum váttar at tú
gongur í skúla.
Fróðskaparsetur Føroya sendir tær síðani
ISIC-kortið.
Meira kunning um avsláttur við ISIC-kort
inum fæst á: www.isicdanmark.dk
M.a. ber til at fáa avsláttur í sambandi við
ferðing, bøkur, teldur og annað lestrartilfar,
mentanarlig tiltøk og mat.
Vinarliga
Annie og Holger
Spurningur 2
Hvørjir skiftismøguleikar eru hjá lesandi á
hægri lærustovnum og er ber til at fáa stuðul?
Heilsan lesandi
Góði lesandi
Møguleikarnir fyri at lesa eina ella fleiri
lestrarhálvur, sum skiftisnæmingur á hægri
læristovni eru góðir, bæði frá Føroyum og út
í heim og øvugt, ella frá einum landi í annað.
Lærustovnarnir eggja ofta lesandi, at gerast
skiftisnæmingar í útbúgvingartíðini, vaniga í
eitt hálvt ár í t.d. 4. ella 5. lestarhálvu.
Stutt um mannagongdina:
1. Byrja í góðari tíð – uml. eitt ár framman
undan – og kanna møguleikarnar t.d. ber
til at tosa við altjóða skrivstovuna á læri
stovnunum.
2. Finn universitetið og fakini, sum tú
kundi hugsað tær at havt á gestauniversi
tetinum, og kanna um tú lýkur fakligu og
málsligu krøvini og tíðarfreistir.
3. Um útbúgvingarstuðulin skal veitast í
skiftislestrinum, er krav at tú fært eina
fyribils góðkenning til valdu fakini. 30
ECTS fyri eitt hálvt ára skiftislestur, fyri
at tað ikki skal leingja um lesnaðin.
Úr Føroyum er møguleiki at lesa gjøgnum
Nordplusavtaluna til norðurlond og balt
isku londini. North2North er ein nýggjur
møguleiki hjá lesandi á Fróðskaparsetri
Føroya at luttaka í skiftislesnaði í arktisku
londunum. Erasmus kann ikki brúkast til
og úr Føroyum, tí Føroyar eru ikki við í tí
avtaluni. Tó kunnu føroyingar, sum lesa á
universitetum í Evropa luttaka í Erasmus.
Um skiftislesanðurin er gjøgnum eitt
skiftisprogram, ella sum avtala millum tvær
lærustovanar, ber vanliga til at fáa ferða- og
uppihaldsstuðul og møguliga eisini undir
vísingaravgjøld.
Tað ber eisini til at fara sum »free mover«
tá ert tú ikki tengdur at einum skiftispro
grammi. Eisini her ber til at fáa útbúgvingar
stuðul. Føroyingar kunnu fáa upp til 40.000
kr. til undirvísingargjald treytað av, at uni
versitetið góðtekur skiftislesnaðin, og gevur
eina fyribilsváttan uppá uppihaldið.
Vinarliga
Annie og Holger
Akfør
Nýsýnaður Mazda 323
til sølu.
Tlf. 224910
Arbeiði
Harfríiðkan hja JÓRUN
Eg ynski øllum eini góð og
hugnalig jól og eitt av Harranum
signað nýggjár, Salongin er
stongd fra 17-12-15 til 11-01-
16 hjá Jórun
447264-747264
Býli í Føroyum
Par søkir íbúð
Vit eru eitt par í søkja íbúð í
Tórshavn, Vit roykja ikki, hava
ikki húsdjór og eru friðarlig. Max
6000kr um mánan. Vinarlig
ring á
509549 ella 291213
Høli til leigu
Skrivstovu ella viðtaluhøli til
leigu, beint við Steinatún Send
mail til livjac@olivant, ella ring
til
Tlf 548400
íbúð ynskist
til leigu í Tórshavn
Einsamallur maður ynskir íbúð í
Tórshavn, fyri umleið 5000 kr.
226272
Kamar til leigu
Eitt kamar til leigu 10 m2 fyri
2700 kr um mdr.Tað er fult
møbulera. Seingjarsett ,koddi
og dýna fylgir við. Helst til
konufólk. Atgongd til køk og
bað.
597669
Býli uttanlands
Januar i Keypmannahavn?
Skalt tú ferðast til Keyp
mannahavn í januar? Deilig
3-rums íbuð á Islands Brygge vid
øllum hentleikum til leigu frá
6.-27. januar 16. 3-5 sovipláss.
+4550606708
Dansur
Trettandakvøldstiltakið í Keldu
í Skálavík
verður 16 jan.2016 kl. 19.Tilm.
er við at flyta kr. 150,- á konto
9181-1267991 og viðm.
luttakara.
Dansifeløgini í Sandoy
Innbúgv
Vindeygu til sølu
Trý nýggj plastvindeygu til sølu.
Breiddin er 1180 cm og hæddin
1080 cm. Áhugað kunnu ringja
fyri at frætta meira.
513089
Matur
Til sølu
Turr grind og spik til sølu.
Tlf 266210
Ymiskt
Háskúlavinir um landið alt
Stóra tøkk góða stuðulin.
Peningagávur eru sjálvandi
framvegis vælkomnar, á kontu
9865-304 918 8.
Mikines málningar til leigu
S.J. Mikines málningar til leigu.
Fleiri at velja ímillum. Til leigu
vegna pláss trot. Áhuga kunnu
skriva til sjmikines@gmail.com
Byggitilfar
Plastvindeyga frá Hdygd
við vanrættum sprossa
hvítt 109x109 kr 3000 22
timburbjálkar 3000x58x225
mm. kr 80 pr stk Tlf 285455
Til sølu og leigu
Tekning av flottum,
modernaðum 1-plans húsi til
sølu.
Goymsluhøli til leigu í Hoyvík.
Tlf. 224910
Lýsingartorgið