hósdagur 17. desember 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
34
Óli Jacobsen
SYSTKINI Í RITUVÍK
VIÐ HEIMSMETI
Vit halda áfram við frásøgnini um tey 12 systkini í Rituvík, sum
sambært Guinness eru heimsins elsti systkinaflokkur á lívi
4. partur
H
esa ferð umrøða vit Elly, Jaspur og
Harry, sum eru sjeynda, áttanda
og níggjunda í flokkinum.
Elly
Elly er miðlingasystirin, fødd 14. februar í 1930.
Sum smágenta var Elly still og álvarsom og
bangin at gera okkurt skeivt. Kanska datt hon
eitt sindur burturímillum.
Sára og Marin eru so javnar í aldri og høvdu
nógv saman. Mary og Amy eru eisini so javnar í
aldri og spældu saman. Elly er um hálvtsættað
ár yngri enn Marin, og knapt fimm ár eldri enn
Mary, so har er nokk so nógvur aldursmunur.
Hon er eitt stak gott fólk og vil øllum tað besta.
Ein systursonur hennara segði einaferð sum
smádrongur: »Kemur nakar í himmiríki, so er
tað Elly!«
Í 1948 var Elly á háskúla. Har dámdi henni
ógvuliga væl. Jóannes av Skarði var lærari í
føroyskum, og hann kveikti hugin til føroyskt
í næmingunum. Mourits Mohr hevði tey í
sangi, og tá ið Elly var komin aftur, vildi hon
altíð hava, at tey skuldu syngja tvístemt. So
segði mamma teirra onkuntíð: »Góðu børn,
njórið ikki so illa.« Annars toldi hon ótrúliga
væl barnagang.
Elly var eitt summar í Kollafirði hjá Adriani
og Poulinu í Homrum sum hoyggingargenta.
Hon var arbeiðsgenta hjá Annu Katrinu
systkinabarninum, í Miðvági og passaði Linu,
systkinabarn sítt, upp á song, og hon var eisini
í Vági og passaði Miu upp á song. Mia var úr
Hvalsrætt á Glyvrum. Mamman og mamma
Miu vóru vinkonur.
Einaferð vóru Elly og Amy á summarlegu í
Miðvági. Har vóru nakrar konur úr Suðuroynni.
Tá ið tær fingu at vita, at Magnus í Rituvík var
pápi teirra, var ikki endi á, hvussu góðar tær
vóru við tær báðar. Hann hevði siglt við skipum
har suðuri, og tær mintust hann. Tær søgdu, at
hann var so vakur.
Elly giftist 10. januar í 1953 í Glyvra kirkju við
Jóhannesi (Hanna), soni Jógvan og Karolinu
Højgaard á Teigunum í Rituvík. Meðan tey
stóðu fyri altarinum, doyði abbin á Glyvrum.
Elly og Hanni eiga fýra børn, Vilmar, Kára,
Elmu og Sigrun. Hanni var til skips, meðan
børnini vóru smá, og Elly var heima og passaði
húsið.
Elly og Hanni hava verið virkin í Heima
missiónini. Tað er ikki smávegis kakur, smá
kakur og bollar Elly hevur bakað, tá ið okkurt
hevur verið í missiónshúsinum.
Elly arbeiddi um 20 ár sum heimahjálp. Í
1994 gavst hon.
Eftir tað, at mamman var deyð, kom Elly
mest sum í hennara stað. Carl etur fast døg
urða hjá henni, og er onkur og ferðast í barna
heiminum á Líðini, bjóðar hon sum oftast
døgurða.
Hanni fór til skips 18 ára gamal við Álaker.
Hann hevur siglt við norskum trolara, sum
felagið Findus átti, við vágatrolara og við
Havborgini. Hann fór í land í 1969, og tá fór
hann fyrst at arbeiða hjá Landsbyggifelagnum,
so hjá Phil & Søn.
Elly og Hanni búgva tveyeini í húsi.
Jaspur
Jaspur er føddur 24. juli í 1932. Hann hevur altíð
verið arbeiðssamur og kvikur. Sum smádrongur
dámdi honum so væl at royna kreftir, og
honum dámdi eisini so væl at siga søgur. Harry
og hann svóvu saman, og so fortaldi Jaspur
Harry søgu, áðrenn teir løgdu seg at sova. Ofta
var tað ævintýrið um Smørbukk, og hvørja ferð
var Harry líka spentur. Teir vóru altíð saman
og eru ógvuliga góðir.
Jaspur minnist, at onkuntíð, tá ið mamma
teirra var so ússalig, vórðu Harry og hann sendir
inn til Bettu, konu Hendrik, pápabeiggjan, við
karðum og einum ullarlagdi at karða.
Jaspur var átta ára gamal, tá ið pápin
doyði. Hann minnist syrgiligu jarðarferðina
úr heiminum og inn í kirkjuna á Glyvrum í
ruskveðri og regni. Tá ið jarðarferðin var av,
stóðu øll niðurboygd, men tá hendi tað, at
Sofus, systkinabarn teirra, sum var við Tór 1, tá
ið hann varð minusprongdur undir Íslandi átta
dagar frammanundan 10. desember 1940, kom
á grøvina, og tað føldist sum ein lætti, at hann
stóð har frískur og óskaddur. Øll manningin
varð bjargað.
Jaspur minnist ikki nógv til pápan, men tá
ið torvkrógvin á Malini varð laðað, var pápin
við, og tá fingu teir døgurða bornan niðan í
hagan. Epli og lippur í stórari grýtu. Hesin góði
døgurðin í haganum saman við pápanum og
familjuni er eitt kært barndómsminni.
Jólini í 1940 skuldu Harry og Jaspur halda
hjá abbanum á Glyvrum, men teimum longdist
heimaftur. Jólamorgun, áðrenn nakar var uppi,
fóru teir av húsum og til gongu til Rituvíkar.
Gingið varð gjøgnum hagan oman fyri bygdina.
Tá ið teir gingu oman móti Rituvík, komu fólk
at leita, tí tey høvdu fingið at vita, at dreingirnir
vóru rýmdir.
Jaspur og Harry skuldu bera tveir leypar av
torvi, áðrenn teir fóru út at spæla. Tað hildu
teir taka ov langa tíð. Teir funnu upp á ráð.
Teir fóru í hagan, fyltu leyparnar við stórum
torvum og stoyttu tær úr, so fyltu teir leyp
arnar aftur og løgdu tær stóru torvurnar sum
roka. Nú høvdu teir tveir leypar við eftir ein
túr. Teir hildu seg hava gjørt kvettið, men úr
slitið var, at teir fingu størri leypar.
Til skips
Jaspur fór úr skúlanum 14 ára gamal, arbeiddi
eitt ár í fiski, og fór so til skips. Í 1948 fór hann
sum kokkadrongur við Skorakletti. Tað var
ruskveður av landnyrðingi og kósin varð sett
móti Vestfjørðinum. Tað rullaði illa, og sjó
verkurin var nógvur. Veturin 1948-49 arbeiddi
Siðsøga
Elly og Hanni og børnini, Vinstrumegin frá Sigrun, Jón Kári, Wilmar og Elma
Sanna og Jaspur og synirnir. Vinstrumegin frá Magni, Einar og Eyðun