hósdagur 17. desember 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 146
35
Komandi partur
Nú koma høgtíðirnar, og tí verður
parturin um trý tey yngstu, Mary, Amy
og Arna, ikki fyrr enn um tríggjar vikur.
hann í Tórshavn saman við øðrum unglingum
úr Rituvík. Teir búðu í summarhúsunum
hjá Dia á Vertshúsinum og ótu døgurða og
nátturða á Sjómansheiminum.
Várið 1949 fór hann við kendu rituvíks
sluppini William Martin. Fiskað varð undir
Íslandi við snøri og í sjálvdrátti. Várið 1950
var hann við Skorakletti. Túrurin gjørdist
ógvuliga drúgvur. Teir vóru burtur í 101 dag,
og avrokningin var minus 356 kr. Skoraklettur
fór ikki avstað aftur, og Jaspur fór nú við
Havborgini, sum tá sigldi út frá Havnini.
Várið 1951 fór hann aftur við William Martin.
Væl gekst við fiskiskapinum. Søren Lamhauge
úr Rituvík stóð fremstur, Jaspur stóð næst
fremstur, og Andrew á Barnaheiminum stóð
triðfremstur. Tá ið árið var av, var Søren nr. 1,
Jaspur nr. 2 og Andrew nr. 3.
Tá ið William Martin varð løgd fyri veturin,
fór Jaspur við vágatrolaranum Nýpuberg, og
teir komu á Sørvág nýggjársaftan. Árini 1952
og 1953 var Jaspur við Havborgini, sum hevði
heimstað á Toftum. Várið í 1954 var hann
ein túr við íslendska trolaranum Þorsteinni
Ingólfssoni.
Á læraraskúla
Í august í 1954 fór Jaspur á Haslev Seminarium.
Í summarfrítíðunum, meðan hann las, arbeiddi
hann heima og var eisini til skips. Í 1956 gjørdi
hann ein góðan túr við íslendska trolaranum
Goðanesi. Teir fóru úr Føroyum 3. juli og land
aðu í Esbjerg 15. august. Avrokningin var 4.500
kr., og svaraði hetta tá til umleið seks mán
aðarlønir hjá einum lærara. Vártúrurin í 1954
við Þorsteinni Ingólfssoni endaði við verkfalli
og sakarmáli, sum fór heilt upp í hægstarætt
í Íslandi. Úrslitið varð, at manningin vann, og
fekk Jaspur 4.800 kr. í juli mánaði í 1958 - fleiri
enn fýra ár eftir tað, at túrurin endaði. Hetta
kom væl við hjá einum lesandi.
Í 1959 kom Jaspur heim og var vikarur
á Tvøroyri í 1959-60. Í Suðuroy kom hann at
síggja protokollina fyri skúlan á Glyvrum og í
Rituvík, sum Johan Danbjørg hevði havt undir
hond, tá hann var lærari har norðuri. Í Porkeris
skúla sá Jaspur í hesi protokoll, at mamma sín
hevði verið av dugnaligastu næmingum! Henda
protokoll varð latin fornminnissavninum
Forna á Glyvrum.
Jaspur gjørdist lærari í Vestmanna 1960-73
og skúlastjóri frá 1973 til 1996. Tá fór hann frá
við eftirløn.
Jaspur giftist 12. desember í 1957 við Sannu,
dóttur Einar og Gunnu Olsen í Vestmanna.
Tey eiga hús í Vestmanna og eru tveyeini í
húsi. Tey eiga 3 synir, Magna, Einar og Eyðun.
Tá ið dreingirnir hjá honum og Sannu vóru
smáir, vóru tey altíð og ferðaðust í Rituvík um
hoyggingartíð. Tað dámdi Jaspuri at sleppa at
rokast í bønum. Um summarið vóru tey ofta
nógv fólk í húsi á Líðini. Onkuntíð vóru Harry
og Arne eisini við sínum og Amy við sínum, so
tá varð reitt upp í hvørjum króki. Stuttligt var
tað. Sanna dugdi so væl við vermammuni og
kundi fáa hana at flenna so hjartaliga.
Sum ung arbeiddi Sanna í handli og á tele
fonstøðini í Vestmanna.
Jaspur varð væl móttikin í Vestmanna.
Honum hevur dámt væl, og honum dám
ar framvegis væl í bygdini. Hann er deknur,
og hann hevur verið fjallmaður hjá Heyga
bóndunum síðan hann kom til Vestmanna.
Harry
Harry er føddur í Rituvík 3. september í 1933.
Hann var sjey ára gamal, tá ið pápin doyði.
Í Rituvík hevði hann góð barnaár. Í bygdini
vóru nógv børn, hon varð rópt “barnavíkin”.
Tey vóru tólv, og í grannahúsinum hjá Bettu og
Hendriki, pápabeiggjanum, vóru níggju børn.
Tey vóru nøkulunda jøvn í aldri, so har var
lív og gangur bæði úti og inni. Tey áttu ikki
keypt leiku at spæla við, men teir vaksnu
beiggjarnir høvdu hjálpt teimum at gera bilar
og bátar.
Harry slapp einaferð við Hendriki, pápa
beiggjanum, í bátin hjá honum í grind í
Havn. Har vóru um eini 50 hval. Summir lógu
púra stillir sum undirvatnsbátar, summir
stóðu steyrrættir upp úr sjónum. Hendrik
hevði motor í bátinum, men ofta var okkurt
í ólagi – eisini hesa ferð. Tá ið teir komu til
hvalirnar, fekk hann ikki bátin at bakka,
so siglt var inn ímillum hvalirnar. Tað var
ræðuliga spennandi, men tíbetur spældi alt
væl av.
Fekk álvarsliga sjúku
Harry bleiv sjúkur tólv ára gamal og lá á
sjúkrahúsinum í eitt ár. Har var hann oftast
einsamallur. Tað var ikki bara sum at siga tað
hjá mammuni at koma at vitja. Hetta var ein
ring sjúka og Harry mundi doyð.
Harry hevði beinetara í høgru mjødn, og
eisini í høgra knæi. Høgra bein er nógv styttri
enn vinstra bein, og hann hevur skift mjødn
tvær ferðir.
Hann var ofta skorin, og tá brúktu tey etur
at doyva við. Hann fekk sovorðið vaml fyri
eturi, at hann einaferð spurdi, um hann ikki
kundi verða skorin ódoyvdur. Tíbetur kom
penisillinið og basti sjúkuni.
Fór niður
Nítjan ára gamal fór Harry niður á Nørre Niss
um á háskúla. So fór hann fyrst at arbeiða í
einum bakaríi í Lemvig. Hann fekk seinni
lærupláss í einum bakaríi í Trianglen í Esbjerg.
Av tí hann hevði arbeitt í bakaríi framman
undan, varð hann útlærdur kondittari og
bakari eftir hálvtannað ár.
Harry greiðir frá:
»Í 1960 giftist eg við míni vøkru deiligu konu,
Gunhild. Hon var úr Guldager. Vit fingu tríggjar
dreingir, Carsten, Flemming og Michael.
Vit keyptu eitt bakarí í Esbjerg. Fimm ár
seinni seldu vit tað og keyptu eitt annað bakarí.
Tað høvdu vit til umleið 1975. Tá mátti eg gevast
sum bakari, tí ryggurin gekk fyri.
Eg fekk starv í Esbjerg Havn sum stjóri fyri
Atlas Marine Service. Teir seldu ekkolodd og
aðra elektróniska útgerð til fiskivinnuna. Tað
var øðrvísi enn at selja breyð.
Eg arbeiddi har, til eg var 60 ár, og fór tá frá
við eftirløn.
Eg eigi fýra abbabørn, tvær gentur og tveir
dreingir, sum ríka mær lívið. Tey hava fingið
eftirnavnið Olsen, og tað eri eg glaður um. Eg
eiti Jógvan Harry Sofus, og yngri abbasonurin
eitur Laurits Sofus.«
Gunhild, kona Harry, var útlærd á Jysk
telefon, so arbeiddi hon á TDC telefonverkinum
í Esbjerg.
Hon doyði 15. august í 2004 av krabbameini.
Tað, sum hevur hjálpt Harry, er, at hann
er lættur og kátur av lyndi og hittinorðaður.
Hann kundi fáa øll at flenna so hjartaliga, eisini
mammu sína, og tað skuldi nokk so nógv til.
Hann hevur verið ógvuliga skjótførur. At
síggja hann gera kleynur, var ein stuttleiki.
Mamma hansara var einaferð niðri hjá
Harry og teimum og ferðaðist. Tá hevði onkur
bakari verið inn á gólvið hjá teimum. Tað, sum
undraði mammuna, var, at teir tosaðu bara um
kakur og sovorðið. Hon var ikki von við annað,
enn at menn tosaðu um fisk!
Rætting. Í seinasta parti varð sagt, at fýra av
systkjunum vóru farin um tey 90 árini. Tey
eru fimm!
Harry og Gunhild og synirnir: Vinstrumegin frá Carsten, Michael og Flemming
Væl mannað í hoygging. Her hava tey borið hoyggið inn. Aftara rað vinstrumegin frá: Harry, Mary, Jaspur, Amy, og Carl heldur um Arna.
Fremra rað: Marin, Maggi, Vensil og Sára. Arnholt tók myndina og er settur inn í hana.
Elly var ikki í hoygging henda dagin. Innsetta myndin er tikin um somu tíð