Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-17, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 146 40 S jálvandi gleði eg meg til jóla. Øll gleða seg til jóla. Til dagar, sum eru líka so, nei, kanska ikki deyðir, men lika so friðar­ ligir sum miðbýurin í Havn seinna­ part­in ein hósdag. Ein dagurin er enntá eisini føð­ing­ ar­dagur, dupultur hátíðardagur. Og frí­dagur omaná hjá teimum flestu, trídupultur góður dagur. Og so hós­ dagur afturat. Hvat er tað ikki stórt. Vit gleða okkum so nógv, at øll skott skrædna longu síðst í ok­ tober, ljósini verða tendrað, og FR-kortini gløða líka til á midnátt tolláksmessu. Pseudosurrogatreyðkál fæst í bensinsølunum til klokk­an fjúrtan tann stóra dag. Jólini eru sum hasin dagurin, tá stilli er og sólin skínur á øll, eis­ ini okkum glataðu synd­ar­ar. Tað krevur, at vit taka ábyrgd, at vit vísa, vit hava dirvi og mót­støðuføri og eru fram­taks­hug­ að. At vit fara út at grilla dansk­ ar kemiskar pylsur ella seta frælsu donsku dunnuna, salt, feitt og vatn, í ovnin til bræðingar. Vit kenna á okkum, at vit eru ikki mis­eydn­aðar fostur­týningar, men eru til og gera okkurt til nyttu, at vit gleða onnur (og kanska okkum sjálvi eisini). Takk Gud, takk Jósef, takk Maria, takk øll tit har uppi. Jesus varð føddur í Betlehem, sigur søgan okkum, tí føðideildin í Nasaret var stongd. Sparast skuldi, og hóast tey fáu, sum dugdu at skriva, høvdu skrivað undir mótmæli, var føðideildin stongd í allar ævir. Jarðarmóðirin var send til hús við flógvari frá­far­ingar­ avtalu og múlabandi. So Maria noyddist til Betlehem at eiga. Har var eingin bøn, sum nyttaði nakað. Hon bleiv ikki hoyrd, hóast hoyr­ingarfreistin var líka til á midnátt 24. desember. Og eingir fjølmiðlar at gráta saman við. Og bukkan var ikki komin tá. Tað einasta ringa við jólunum í ár er, at vit missa ein frídag, tí annar, ella seinni, nei, næsti jóladagur er leygar­ dag. Lítli jólaaftan er mikudag. Tá er leingi opið, dagin eftir stytsta dag, sum er ein tann longsti hjá øllum teimum, sum tíma og orka ella orka ikki at halda jól. Stóri jólaaftan er so hósdag, fellur á ein hósdag, sum tey siga. Eingin felagsskapur av studentum og lærdum, sum keða seg, berjist fyri øllum trøunum, sum noyðast at lata lív, tí tey skulu út á torg at standa einsa­ møll ella inn í fínustovur at torna. Í londunum sunnan fyri okkum er tað ein stórur familjudagur, tá babba, mamma, børnini og hundurin fara út at drepa jólatrø. Børnini klappa og rópa, tá træið miskunnarleyst verð­ ur høgt niður við øks ella kvett við motor­sag. Øll hesi grannvaksnu trø hava ong­ an kjans at sleppa sær til rýmingar und­an árliga hópdrápinum. Avrætting og herviligur deyði, yvir­ gangur. Tað er tað, sum børnum dámar. Næstan sum eitt telduspæl. Og so heim aftur við fonginum á biltakinum at fagna drápið við holukøkum og piss­ gløggi. Tann hugni, ið er. Dagur barn­ anna. Barnagaman, barnahugni. Træið, líkið, verður sminkað við skrambli úr Kina. Heim aftur higar, vit keypa jóla­ trøini, sum onnur hava fingið løn fyri at drepa og senda okkum saman við suspektum skriðkyktum. Kemur kavi millum regnælini og strongu hvirlurnar, fara vit út at gera fjandar og devlar í kavanum. »Don´t eat the yellow snow,« sang Frank Zappa í sínum uppskoti um tjóðsang eski­moaranna. Tað var í 1974. Sjálvandi gleði eg meg til jóla. Tí, tá tey eru farin, kemur gamli, góði, grái gerandisdagurin, 4G, aftur. Og hann gleði eg meg veruliga til, ja, sum eitt barn til jóla. Men fyrst skulu jólini skolast aftur við borðinum. Tað er treytin fyri at fáa gerandisdagin aftur. Tí gleði eg meg til jóla. Og bara tí. Út at drepa jólatrø Tróndur Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Einaferð ætlaði eg at gerast flogskipari. Men so varnaðist eg, at eg fleyg nógv hægri uttan sertifikat. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? – At vit nú krevja eistuni aftur í skólpin. At vit alt ov leingi hava gingið sum nakrir vatt... well, í kvennkyni rópa tey tað vattnissur! Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin? – At tað er eitt sindur uppreklamerað, og at eingin grund tí er til at skunda sær við tí. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – Eg fáist ikki við dreymar, men av og á fái eg eitt hugskot, sum eg seti í verk. Hesaferð var tað so Sólorka saman við konuni. Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg… ...gjørt tað sama, sum eg nú geri uttan mun til, um eg tori tað ella ikki! Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – At tveitt alla indoktrinering á vestfallið – andaliga eins væl og politiska. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Tá eg sá, hvussu góða móttøku føroyingar góvu Sólorku. Tað seinasta, tú hevur lært, er at: ...siga Renslet á sponskum, men telur tað við? Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg… ...vevji meg upp í ov nógv. Og kanska eisini, at ikki haldi speglið meira við líka. Enda setningin: Føroyingar áttu at... ...strembað meira eftir frælsi – persónligum, vinnuligum og tjóðskaparligum. BAKSÍÐAN Yrki: Íverksetari og stjóri Bústaður: Í Havn og í Altea á Costa Blanca