Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FERÐAMANNASKIP Danjal av Rana 23. og 24. novembur skrivaði Sosialurin um hvørja ávirk­ an fráboðanarskyldan í grinda­lógini fór at hava á før­oysku ferðavinnuna. Ann­ finn Hjelm, fíggjarleiðari á Tórs­havnar Havn, segði tá, at væntandi fór hetta at kosta ferðavinnuni í Havn­ ini 20 arbeiðspláss. Grund­ ar­lagið undir hesi útsøgn var ein kanning, sum al­tjóða fyritøkan G. P. Wild Inter­ natio­nal Ltd. gjørdi fyri Tórs­ havnar Havn í 2008. Fyritøkan hevur júst gjørt eina nýggja nøgd­semis­kann­ ing millum tey ferðafólkini, ið leggja at í havnini, og úr­ slit­ini eru gleðilig, men eisini ør­kymlandi. Niðurstøðan er heilt greið – ferðafólkini elska Føroyar. 43.000 ferðafólk komu við ferðamannaskipum á Havn­ ina í 2015 og heili 89 prosent av teimum siga, at vitjanin í Føroyum var langt betri, enn tey høvdu væntað. Annfinn Hjelm sigur, at tað, sum ferðafólkini eru mest nøgd við, er atburðin hjá starv­s­fólkunum tey møta í handlum og matstovum í Føroyum og hvussu vinsælir føroyingar eru. Annars dám­ ar teimum sera væl skipaðu útferðirnar við ferðaleiðara til søguligu støðini í Før­oy­ um. Leggja meiri eftir seg Nýggja kanningin sigur, at ferðafólk í dag leggja um 55 krónur fleiri eftir seg nú enn í 2008. Í miðal nýtir hvørt ferða­fólk 488 krónur í landi. – Meginparturin fer helst til at gjalda fyri busstúrar, men okkurt verður eisini nýtt í handlunum og mat­ stov­unum í Havnini, sigur Ann­finn Hjelm. Fleiri ferðafólk fara í land enn fyri sjey árum síðani. Tá fóru 94 prosent í land, nú fara 97 prosent í land og av teimum keypa eini 70 pro­ sent, ella 32.000 ferðafólk eina útferð. Ferða­fólkatalið er eisini hækkað nógv sein­ astu sjey árini. – Ferðafólkatalið er hækk­ að, ein størri partur av ferð­a­ fólk­un­um koma í land og tey leggja meiri eftir seg í landi enn áður. Með­an tey í 2008 løgdu 9,5 milli­ónir krónur eftir sær í høvuðs­stað­num, skaptu tey í 2015 ein um­ setn­ing á 16 milliónir krónur, altso ein vøkstur á nærum 70 prosent, sigur Annfinn Hjelm. Annfinn Hjelm sigur, at sambært kanningini svarar hetta til 54 ársverk afturat í høvuðsstaðnum, 54 ársverk, sum ikki høvdu verið har, um ferðamannaskipini ikki vóru komin, men tað eru júst tað, sum er vandin komandi árini. Yvir 20 ferðamanna­ skip færri – Vit síggja eina markanta nið­urgongd í 2016 í mun til í 2015. Í 2016 koma 40 ferða­ mann­askip á Havnina, í mun til 63 í ár. Um vit síggja burtur frá teimum skip­un­ – Tað ber ikki til at bjarga ferðafólkaárinum 2016, men bíleggingin til 2017 byrj­ar nú, og um neiliga gongd­in ikki skal halda á, so má revs­ingin fyri at bróta frá­ boð­an­arskylduna strik­ast, sigur Annfinn Hjelm FERÐA­FÓLKINI ELSKA FØROYAR MEN KOMA IKKI AFTUR Annfinn Hjelm