Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147 FERÐAMANNASKIP um, sum vóru her tá sólar­ myrk­ingin var, so vóru 55 ferða­mannaskip á Havnini í ár, sigur Annfinn Hjelm. Í tali á ferðafólkum svar­ar hetta til, at tað í ár vænt­andi koma 25.000 ferðafólk, tað vil siga ein afturgond á 18.000. – Um hesi 25.000 leggja tað sama eftir seg, tað vil siga at líka stórur partur av teimum fer í land og brúkar á leið somu pen­inga­upp­ hædd her, so verður um­ setningurin ein­ans 8,7 milli­ ónir ella 29 árs­verk, sigur Ann­finn Hjelm. Tað vil siga ein aftur­gongd á 7,3 milliónir, sum fyri­tøkan umroknar til 25 árs­verk. Annfinn Hjelm óttast tó, at talið á ferðamannaskipum verður enn lægri í 2016. – Higartil eru nøkur, sum hava avlýst, meðan fleiri onnur hava latið vera við at bílagt sær pláss yvirhøvur. Eg óttist tó, at sum várið fer at nærkast, fara reiðaríini aft­ur at spyrja, hvussu verð­ ur við lógini. Stendur frá­boð­ anar­skyldan enn við, ótt­ist eg, at enn fleiri fara at avlýsa sínar komur í 2016, sigur Annfinn Hjelm, sum greiðir frá, at reiðaríini heilt greitt siga, at tað er frá­boð­anar­ skyl­d­an, sum ger, at tey ikki vilja koma. – Noreg, Ísland og Jap­ an taka hvørt ár móti ein­ um stórum tali av ferða­ manna­skipum, hóast hasar tríggj­ar tjóðirnar allar fáast við hvalaveiðu. Tað er eitt greitt tekin um, at tað ikki er grindadrápið sjálvt, sum er trupulleikin, men held­ur fráboðanarskyldan. Reiða­ rí­ini kunnu ikki rættvísgera yvir fyri hvørki starvsfólkum ella kundum sínum, at tey kunnu vera sett í fongsul, um tey síggja ein hval og ikki boða frá hesum, sigur Annfinn Hjelm. Eins deyð, annans breyð Tað vísir seg, at tilmeldingin í Íslandi, Hetlandi og á Orkn­ oyggjunum setur nýtt met, meðan Føroyar verða aftur­ út­sigldar sum ferða­manna­ land, takkað verið frá­boð­ anar­skylduni í grindalógini. – Tað ber ikki til at bjarga ferðafólkaárinum 2016, men bíleggingin til 2017 byrj­ar nú, og um neiliga gongd­in ikki skal halda á, so má revs­ ingin fyri at bróta frá­boð­ an­arskylduna strik­ast, sigur Annfinn Hjelm. Stutt eftir, at nýggja grinda­lógin var samtykt, rópti ferðavinnan varskó og ein kanning, sum Kring­varp Føroya gjørdi millum ting­ menn vísti, at einans tveir løgtingslimir vóru ímóti at broyta lógina aft­ur, meðan tríggir ikki vildu svara. Síðani hava vit fing­ið eitt nýtt løgting, eitt nýtt lands­ stýri og ein nýggj­an lands­ stýris­mann í fiski­vinnu­ málum, men enn er ongin broyting á veg. – Tá øll ferðavinnan saml­ að rópar varskó og boð­ar frá, at ásetingin um revs­in í samband við at bróta frá­ boðanarskylduna hev­ur álv­ ar­sama ávirkan á ferða­vinn­ una í Føroyum, hví kunnu landsins myndug­leik­ar so ikki lurta, spyr Annfinn Hjelm.