mánadagur 21. desember 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
So skjótt vit fara inn í nýggja árið, so fer gjaldið til Samhaldsfasta upp úr 1,75 prosenti av lønini til 2,25 prosent
GJALDIÐ INN Í SAMHALDS
FASTA HÆKKAR
EITT HÁLVT PROSENT
Árni Gregersen
Tað verður ein ordans inn
spræning í Samhaldsfasta,
tá ið gjaldið inn í grunnin fer
at hækka úr 1,75 prosenti av
lønini hjá arbeiðstakarum
og uppí 2,25. Somu hækking
verður eisini gjørd av tí, sum
arbeiðsgevararnir gjalda inn.
Hækkingin í inngjaldin
um til 2,25% fyri løntakara
og arbeiðsgevara merkir, at
samlaðu inngjøldini í grunn
in væntandi hækka umleið
85 milljónum krónum til 380-
390 milljónir krónur í 2016.
Grunnurin rindar í løtuni
umleið 90 prosent av inn
gjøldunum út til fólkapen
sjónistar í útgjøldum.
Hetta merkir tí, at útgjøld
ini úr grunninum kunnu
hækka 75-80 milljónir krón
ur til umleið 370 milljónir
krónur.
Grunnurin rindar í løtuni
útgjøld til umleið 7.000 fólka
pensjónistar.
Hetta svarar tí til, at
mánaðarútgjaldið
hækkar
umleið 800 kr. fyri hvønn
fólkapensjónist.
Fíggjar
málaráðið sigur seg hava
fingið váttað frá fyrisitingini
hjá stýrinum, at metingarnar
hjá Fíggjarmálaráðnum eru
eftirfarandi.
Pensjónsgjaldið
parkerað
Broytingin í lógini hevur
við sær, at løntakarar skulu
gjalda eitt hálvt prosent
meira av lønini inn í Sam
haldsfasta.
Fyri ikki at leggja eina
eyka byrðu á løntakararnar
í 2016 verður gjaldið, sum
løntakarar annars gjalda til
egna pensjón ikki hækkað
við einum prosenti komandi
ár, sum annars var planurin í
sambandi við, at vit øll skulu
gjalda inn til egna pensjón.
Øll, sum eru fylt 67 ár,
hava havt fastan bústað og
verið skrásett í fólkayvir
litinum í Føroyum í minst trý
ár, meðan tey vóru millum 15
og 67 ár, hava rætt til arbeiðs
marknaðareftirløn.
Hesi hava rætt til 1/40 av
fullari
arbeiðsmarknaðar
eftirløn fyri hvørt ár, tey
hava verið búsett og skrásett
í Føroyum, meðan tey vóru
millum 15 og 67 ár. Tó í mesta
lagi í 40 ár.
Andstøðan í Løgtinginum
finst hvassliga at hesum tí
broytingum, tí hetta verð
ur gjørt áðrenn tað álvara
verður farið undir at gera
eina nýggja endaliga pen
sjónsskipan.
Tey finnast eisini at, at
hetta verður gjørt samstund
is, sum grundupphædddin í
fólkapensjónini lækkar.
Í álitinum til málið sigur
andstøðan, at hetta fyrst og
fremst verður gjørt fyri at
flyta nakrar útreiðslur av
fíggjarlógini og í Samhalds
fast.
Lækkingin í grundupp
hæddini í fólkapensjóni fer
at spara landinum fyri 42
milljónir krónur.
Arbeitt uttanlands
Ein annar trupulleiki er, at
tey fólk, sum ikki hava búð
øll 40 árini sum krevjast í
Føroyum fáa eitt lægri gjald
úr
Samhaldsfasta,
sam
stundis sum tey missa partar
av grundupphæddini í fólka
pensjóni.
Útgjaldið úr Samhalds
fasta 1/40 fyri hvørt ár minni
fólk hava búð í Føroyum
ímillum tey hava verið 15 og
67 ár.
Í seianstu løtu verður nú
arbeitt við at fáa eina loysn á
hesum trupulleikanum.
Eini átta mál bíða eftir 2.viðgerð, men alt bendir á, at tingið verður liðugt við sítt arbeiðið undan jólum
Tingið fer heim at halda jól
Árni Gregersen
Fíggjarlógin
skal
sam
tykkjast í ár, so um illa vil
til, so ber til at kalla tingið
samanaftur millum jól og
nýggjár, men sums tøðan
sær út í dag, so fer tingið
helst heim í morgin.
Hetta er tó treytað av,
at Løgtingið víkir frá tíðar
freistunum, tí tveir dagar
skulu vera millum hvørja
viðgerð.
Og tað er tað ikki tíð til.
Nógvar 3.viðgerðir hava
verið í dag og nevndirnar
hava arbeitt hart hesar sein
astu dagarnar, men enn er
onki álit komið frá fíggjar
nevndini um fíggjarlógina
fyri 2016.
Sjálvt fíggjarlógarálitið er
eisini knýtt at øðrum álitum
í sambandi við lógaruppskot,
sum ávirka fíggjarlógina.
– Eg vænti, at vit kunnu
halda jólafrí, men tað liggur
ikki longur í mínum hondum,
sigur Páll á Reynatúgvu,
tingformaður.
Hann vísir til, at so nógv
mál eru eftir enn har álitini
ikki eru løgd fram. Tí má
sjálvt Løgtingið atkvøða um,
um víkjast skal frá tíðarfreis
tunum.
Uppboðssølan og
fíggjarlógin
Hvussu tað fer at gangast at
fáa alt liðugt er eitt sindur
torført at meta um.
Politiskt er stór ósemja
millum samgongu og and
støðu um nógv mál.
Fyrst og fremst hevur
andstøðan
gjøgnumgang
andi atkvøtt og talað ímóti
inntøkulógaruppskotunum,
sum landstýrið hevur lagt
fram, men tað tunga málið
sum er eftir at loysa er mál
ið um uppboðssølu av fiska
tilfeingi.
Har er andstøðan hart
ímóti saman við so at siga
øllum hoyringspartnarum,
men tað er eisini nakað av
ósemju í samgonguni um
sama mál.
Kristin Michelsen, Javn
aðarflokkurin, segði í ting
inum í síðstu viku, at hann
helt, at landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum, Høgni
Hoydal, átti at taka uppboðs
søluna úr uppskotinum, sum
tingið hevur havt 1.viðgerð
av.
Hvussu
fast
Kristin
Michelsen fer at standa
uppá sítt krav er ilt at vita,
men kemur uppboðssølan
ikki ígjøgnum nú, so er tað
klárt eitt afturstig fyri sam
gonguna.
Hørð mótstøða
Uppskotið sum inniheldur
ætlan um at selja makrel,
svartkjaft,
norðhavssild
og 3000 tons av botnfiski í
Barentshavinum á uppboðs
sølu, hevur fingið ógvusliga
mótstøðu frá vinnuni.
So at siga øll sum eru
hoyrd eru ímóti uppskotin
um og sjálvt Føroya Arbeiðs
gevarafelag hevur verið úti
og sagt,a t hetta fer at skaða
vinnuna álvarsliga.
Flestu viðmerkingarnar
ganga uppá, at uppboðssølan
fer at skapa ótryggleika og
at tað fer at enda við, at út
lendingar fara við fiskatil
feinginum.
So
politiska
skipanin
hevur álvarsligar spurning
ar at taka støðu til í hesum
máli.
Tað verður dýrari at gjalda inn í Samhaldsfasta,
men næsta ár hækkar pensjónsgjaldið so ikki
Páll á Reynatúgvu,
tingformaður, væntar
at hann kann senda
tingið heim í jólafrí í
morgin ella mikudagin
Kristin Michelsen,
Javnaðarflokkurin, heitti
á Høgna Hoydal um at
taka uppboðssøluna
úr uppskotinum