Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147 FORMANSVAL Allar útreiðslur úr sáttmálanum Formansvalið til Fiskimannafelagið verður í næstum, og sitandi formaður lovar hægri minstuløn og at øll gjøld skulu úr sáttmálanum Grækaris Djurhuus Magnussen Dystarval verður til valið av fiskimannafelagsformanni í ár. Tá Freistin at stilla upp var úti 4. desember, vóru tvey valevni: Sitandi for­ maður, Jan Højgaard, og hitt valevnið er Sniálvur Røvils­ berg úr Skopun. Jan Højgaard hevur fleiri mál, sum hann ætlar at fáa framd komandi valskeið, verð­ur hann afturvaldur. – Eg havi hug at halda fram, tí nógv er fram­vegis eftir at gera til frama fyri fiski­mannin. Fiskimað­urin veit sjálvandi ikki um alt ar­beiðið, eg geri á skrivstov­ uni, men eg stríðist nógv fyri sosialum viðurskiftum hjá monnum. Tað kunnu vera mál, sum hava samband við almannaverkið, trygg­ing­ armál og heilsuverkið. – Eg føri nógv sakarmál sam­an við okkara advo­kati, Páll Nielsen, móti reiða­ ríum. Og tað er mang­an ein drúgvur og tung­ur burður. Vit hava til dømis stríðst í fýra ár fyri lønar­viður­skift­ un­um hjá manningini um­ borð á Beinisvørði, tí sátt­ málin varð brotin á sinni. Nú hava vit vunnið í Føroya Rætti, men tað er eitt tógvið stríð at koma so langt, sigur Jan Højgaard. Hann sigur, at reiðarar hava gjørt alt fyri at forða fyri, at hetta málið skuldi koma so langt. Tað bar í sær, at Fiskimannafelagið noydd­ist at leggja 3 milliónir krónur sum trygd, fyri at málið kundi koyra. Tað kost­ ar felagnum 60.000 krónur árliga at veita slíka trygd. – Onnur mál eru eisini á skránni, til dømis málið um Asbjørn Senior, og so er eisini eitt størri mál við Nærabergi, sigur Jan Højgaard. Allar útreiðslur úr sáttmálanum Verður hann afturvaldur sum formaður í Fiski­manna­ felagnum, fer Jan Højgaard at arbeiða fyri, at allar út­ reiðslur, sum fiskimaðurin hevur í sáttmálanum, verða tiknar burtur. – Her hugsi eg um millum annað olju, agn og líknandi. Vit halda, at reiðararnir taka ov nógv her, og at teir bein­leiðis fáa vinning av, at fiskimenn hava útreiðslur í sáttmálanum. Vit eru komnir ásamt við Reiðarafelagið um at seta ein bólk, sum leypandi skal arbeiða við hesum mál­ inum. Væntandi byrjar tann bólkurin arbeiðið 1. mars í 2016, sigur formaðurin í Fiski­mannafelagnum. Hægri minstuløn Formaðurin í Fiskimanna­fe­ lagnum heldur, at nú er tíðin komin at hækka minstu­ lønina. Í dag er minstulønin kr. 1.120,00 um dagin við frí­ tíðarlønini, og hetta er ov lítið, heldur hann. – Eg vil hava hana hækk­ aða til í minsta lagi kr. 1.200,00 um dagin. Tað ætla vit, at Trygdargrunnurin skal gjalda. Oman á hetta gjaldið ætla vit, at reiðararnir skulu gjalda einar 300 til 400 krónur eyka um dagin ella íalt einar 1.500-1.600 krón­ ur um dagin, sigur Jan Høj­ gaard. Fastlønarskipan Sitandi formaðurin í Fiski­ manna­felagnum ætlar eisini at fara undir eina til­gongd, so manningarnar á øllum skipum fáa eina fast­lønar­ skipan. Skipanin skal vera soleiðis, at manningarnar fáa fasta hýru, og skuldi tað hent, at ein túrur gevur minni enn føstu hýruna, skal ikki bera til hjá reiðaranum at mótrokna í hýruni. – Vit arbeiða eisini alla tíðina við at betra trygg­ing­ ina, og haraftrat ætla vit at betra sáttmálan við reið­ar­ arnar soleiðis, at hýru­pro­ sentið verður hægri, sigur Jan Højgaard. Veiðibann um jólahalguna Tá John Petersen sat sum lands­stýris­maður við fiski­ vinnu­mál­um, varð veiði­bann sett um jóla­halguna. Hetta ætlar Jan Højgaard at fáa sett í gildi aftur. – Vit fara at royna at fáa myndugleikarnar at seta veiði­bann aftur í gildi um jóla­halguna. Tað merkir, at bæði nótaflotin og heima­ flot­in liggur stillur um jólini, sigur formaðurin í Fiski­ manna­felagnum. Sjúkrapeningur Tá tað kemur til at tryggja sjó­menn í sambandi við sjúku, ætlar sitandi formaður eis­ini at gera betringar, um hann verður afturvaldur til for­mann. – Ein lærari til dømis er nógv betur fyri, um hann gerst sjúkur, enn ein fiski­ mað­ur. Myndugleikarnir mugu síggja í eyguni, at sjó­menn mugu hava eina trygging, sum teir kunnu liva av, um teir gerast sjúkir, tað eru sjúkrapeningur og tryggingarpeningur, heldur Jan Højgaard. At enda vil Jan Højgaard gera nakað við trygdina á sjónum, tí hon er ikki nóg góð sum er. – Myndugleikarnir mugu kanna skipini betur, áðrenn tey fara út, so bjargingar­út­ gerð, neyðljós, neyðlúkur og so framvegis eru í góðum standi, heldur Jan Højgaard. Sambært Fiskimanna­fe­ lagnum verða atkvøðu­seðl­ arnir sendir út hesa vikuna, og seinasta freist at atkvøða er á midnátt 30. desember. Atkvøðurnar verða taldar upp 31. desember. Navn: Jan Højgaard Føddur: 20. januar 1965 Giftur: May í Túni Højgaard Børn: Maria 7 ár Fyrstu ferð til skips: Sum 16 ára gamal við Grunningi. Hevði róð nakað út frammanundan Á sjónum: Verið til skips í 20 ár við m.ø. Grunningi, Voluntair og Mascot Minstalønin skal upp Avbjóðarin til starvið sum formaður í Fiskimannafelagnum vil hava minstulønina upp á í minsta lagi 1.300 krónur um dagin Grækaris Djurhuus Magnussen Tað er áhugin fyri fiski­vinn­ uni og fyri sjálvum Fiski­ mannafelagnum, sum hevur fingið Sniálv Røvilsberg at taka kappingina um for­mans­ starvið upp við Jan Høj­gaard. – Eg vil gera felagið sjón­ ligari bæði fyri yngri og eldri sjómenn. Fiskimenn skulu til eina og hvørja tíð kunna koma inn á skrivstovuna at fáa at vita, hvørji virðir ella ognir, felagið eigur. Samlagstryggingin Sniálvur Røvilsberg held­ur, at nakað má gerast í sam­ bandi við sam­lags­trygg­ing­ ina. – Tað kann ikki vera rætt, at menn, sum hava siglt í nógv ár, verða revsaðir, um teir brádliga noyðast at leggjast uppi á landi. Legst ein maður á landi í 6 mánaðir, og ikki rindar inn til samlagstryggingina, so fellir hann úr tryggingini. Tað kann ikki vera rætt. Ov lítil kunning hevur verið á hesum økinum, heldur Sni­ álvur Røvilsberg. – Eg veit um eitt dømi, har ein maður fór í land í 2012. Tá hann ikki hevði goldið fyri samlagstrygging í nakrar mánaðir, fekk hann av tilvild at vita, at hann var í vanda fyri at detta úr skipanini. Sovorðið ber ikki til, sigur Sniálvur Røvilsberg. Hann ætlar sær at kunna nógv betur um sam­lags­ tryggingina og at rætta upp á órættvísið í skipanini. – Eg veit dømi um ein mann, sum hevði verið burt­ ur síðan 15 ára aldur. Tá hann sum eldri maður skuldu fáa úr samlagstryggingini, fekk hann at vita frá Fiski­manna­ felagnum, at har vantaðu 4 mánaðir í. Og her haldi eg, at felagið eigur at vera smid­ligari, so hesin maðurin kundi fingið eitt sindur, hóast tað vantaðu 4 mánaðir í, heldur Sniálvur Røvilsberg. Minstalønin upp Sniálvur Røvilsberg heldur tað vera upp á tíðina, at minsta­lønin verður tikin upp á eitt menniskjansligt stig. – At liggja og bløða úti á hav­inum fyri spottprís, tað líkist ongum. Ongin hugsar um, at vit liggja og arbeiða 12 tímar um samdøgrið, og fleiri av tímunum eru yvir­tíðar­ tímar. Og tú arbeiðir sunnu- og halgidagar, tað hugsar ongin um, sigur Sniálvur Røv­ils­berg. Hann sigur, at minsta­ lønin í minsta lagi skal upp á 1.300 krónur um dagin. Sniálvur Røvilsberg vil onki siga um, hvørjar møgu­ leikar hann metir seg at hava í formansdystinum við Jan Højgaard. Hann vísir bara á, at nú er hann uppstillaður, og tá hevur tú so ein teo­ret­ iskan møguleika. Og sambært Fiski­manna­ felagnum verða atkvøðu­seðl­ ar­nir sendir út hesa vikuna, og seinasta freist at atkvøða er á midnátt 30. desember. Atkvøðurnar verða taldar upp 31. desember. Jan Højgaard ætlar at taka sítt triðja skeið sum formaður í Fiskimannafelagnum Sniálvur Røvilsberg hevur tikið kappingina upp ímóti sitandi formanninum í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard. Navn: Sniálvur Røvilsberg Fødddur: 14. Juli 1968 Bústaður: Heimasandsmaður, búsitandi í Skopun Giftur: Elzbieta Børn:Tvey børn Fyrstu ferð til skips: 15. juli 1985 Havsøka (fyrrv. Gamli Andras). Síðan stórt sæð verið á sjónum Siglt við: Halle Eggerts, Husby Senior og Havsøka