Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Eftir at hava leigað ognirnar hjá P/F Landingarmiðstøð Føroya síðan 15. apríl í 2013, keypti Sp/f Landingar­mið­ støðin við Toftagjógv ogn­ir­ nar hjá trotabúðnum tíðliga í desember fyri tveimum áru­m síðan. Tað var Eyðfinnur Ja­cob­ sen, advokatur og bústjóri, ið umsat hesar ognir, til tær vórðu keyptar av nýggju eig­arunum. Eftir at hava átt og rik­ið landingarmiðstøðina í tvey ár, hava táverandi nýggju eigararnir nú eisini giv­in skarvin yvir, og land­ingar­ miðstøðin læt aftur í síðstu viku. Tað hevur verið trup­ult at fáa endarnar at røkka. Raksturin hevur ikki verið nøktandi og so­leið­is, sum gongdin er í løt­uni, verð­ ur ikki mett, at fram­tíð­ar­ útlitini eru nakað ser­lig. Sp/f Landingarmiðstøðin við Toftagjógv hevur tí gjørt av at gevast við sínum virksemi, samstundis sum ætlanin er at selja útgerð sum truckar, maskinur og ann­að. Teir, sum stóðu aftan­fyri keypið av land­ingar­mið­ støðini fyri tveimum árum síðan, vóru Niclas Davidsen, Rúni Lamhauge, Per Mikk­ el­sen og Sp/f Molva v/ Jó­ hannus M. Olsen og Poli Han­sen. Teir áttu bæði bygn­ing og rakstrargøgn. Borgarstjóri harmast Borgarstjórin í Nes komm­ unu, Jóhannus Danielsen, er sera harmur um, at land­ ingarmiðstøðin á Toftum nú er latin aftur. – Landingarmiðstøð hev­ ur verið virkin heilt síðan 1993. Við afturlatingini miss­ir Nes kommuna bæði ar­beiðspláss og vørugjald í samband við landing. Hann vísir á, at aftur­ lat­ingin ikki minst er keði­ lig fyri útróðrarmenn, nú eingin verður at taka ímóti fiski á Toftum og á Skála­ fjørðinum sum heild. – Hetta er eisini ógvuliga keðiligt fyri tey línuskip, sum eru heimahoyrandi á Toft­um og fyri onnur skip, sum plagdu at landa fast á Toft­um. Allar fyritreytir Borgarstjórin sigur seg vóna, at onkur fer at síggja møgu­leikar í landingar-og fiska­virk­semi í síni heild á Toft­um. – Havnaviðurskiftini eru góð, eins og bygningar eru á havnalagnum, sum eru væl­ egnaðir til slíkt virksemi. Jóhannus Danielsen sig­ ur seg vóna, at har ein hurð letur aftur, letur ein onn­ur upp, soleiðis at slíkt virk­ semi aftur verður á Toftum. – Her eru í hvussu er allar fyritreytir fyri slík­um virksemi, leggur borgar­ stjórin dent á. Tað verður trupult hjá útróðrarmonnum við Skálafjørðin við ongari landingarmiðstøð Stórt bakkast fyri Skálafjørðin Bygdahúsið á Strondum, sum nú hevur 35 ár á baki, krevur nú eina dagføring. Sjóvar kommuna hevur sett eina miljón krónur av til húsið. Vindeyguni skulu skiftast, og Bygdahúsið skal hava ein nýggjan og góðkendan ídnaðarkøk. Gólvið í stórasali er skift í heyst. Týsdagin 26. januar 2016 verður atkvøðugreiðsla í samband við, at Hósvíkar skúli og Hvalvíkar skúli skulu leggjast niður Atkvøðugreiðslan verður henda dagin í tímunum frá klokkan 10 til 20. Veljarar í skúlaumdøm­ inum fyri Hósvíkar skúla, sum fevnir um bygdina Hós­vík, velja í Hósvíkar skúla – og veljarar í skúla­ um­døm­inum fyri Hval­vík­ ar skúla, sum fevnir um bygdirnar Hvalvík, Streym­ nes og Saksun, velja í Hval­ víkar skúla. Um brævatkvøður, veit Sunda kommuna at siga, at veljarar, sum eru burt­urstaddir valdagin, men lúka treytirnar fyri at greiða atkvøðu, kunnu atkvøða hjá fólka-yvir­lit­ inum frá 5. januar til 25. januar 2016. – Hetta kann gerast við at venda sær til komm­unu­ skrivstovuna í vanligari av­ greiðslutíð. Lagt verður aftrat, at veljarar, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á val­ staðið, kunn velja heima í sein­asta lagi 25. januar 2016 við at venda sær til komm­ unuskrivstovuna Neyvari kunning um atkvøðugreiðsluna er ann­ ars at lesa á heima­síðuni hjá Sunda kommunu. vilmund@sosialurin.fo Katrin Jacobsen fekk um vikuskiftið heiðurin sum »Ársins Rósa«, sum Føroya Sjómannadagur stendur aftanfyri. Heiðurin er fyri at hava lagt lív og sál í Klaksvíkar Fimleikarfelag. Katrin fekk stóra blómukurv í skál - og eina peningagávu á 15.000 krónur. - Afturlatingin er ikki minst keðilig fyri útróðrarmenn, nú eingin verður at taka ímóti fiski á Skálafjørðinum, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu Enn betri tilboð til tey eldru Tað gleðir mong eldri í Sandoynni, at Kristina J. á Reynatúgvu heldur fram hjá Økistænastuni, nú Tilhaldið Hugnin, sum hon hevur havt ábyrgdina av fyri Sands kommunu, á nýggj­árinum gerst partur av Økistænastuni fyri Sandoyar sýslu. Tilhaldið hevur verið sera væl umtókt millum tey eldru, og fólk hava verið ógvuliga fegin um dagliga leiðaran. Nú myndugleikin yvir tilhaldinum skiftir frá Sands kommunu til Økistænastuna, hevur Kristina tikið av tilboðnum um starv hjá Økistænastuni, har hon framhaldandi kemur at arbeiða hjá tilhaldinum undir leiðslu av leiðaranum fyri Økistænastuna. Umframt at halda fram við tí arbeiði, sum Tilhaldið Hugnin hevur verið karmur um, er ætlanin at menna hetta tilboð í komandi ár. vilmund@sosialurin.fo Nú skulu veljarar í skúlaumdøminum fyri Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla (mynd) atkvøða um, hvørt skúlarnir skulu niðurleggjast Atkvøðugreiðsla um skúlar