mánadagur 21. desember 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147
Vilmund Jacobsen
Seint í summar keypti Saka
ris Zachariasen sær eina lítla
jollu í Kjøllefjord í Noregi.
– Eg havi putlast við at
gera jolluna klára til fiski
skap. Hugurin hevur verið so
sum so, men langt um leingi
varð so Sobia flotað fyri 14
døgum síðani.
Hann søkti myndugleik
arnar í Noregi um at fáa
eina kongakrabbakvotu til
jolluna, og herfyri fekk hann
játtað loyvi, tó bert hálva
kvotu fyri árið í ár, sum
skjótt er liðið.
Sakaris Zachariasen vísir
á, at tíðin var knøpp, eftir at
jollan var flotað, og loyvið
var komið upp á pláss.
– Veðurstovur spáddu
eisini illveður, men hann tók
kjansin og legði til brots.
Sakaris lánti sær nakrar
rúsur, og eftir tveimum
døgum var kvotan á 1200
kilo longu uppfiskað, og tá
tørnaði illveðrið fyri.
Hann sigur við Sosialin,
at teir fyri hesar báðar dag
arnar á veiði eftir konga
krabba í lítlu jolluni seldu
teir fyri slakar 110.000 krón
ur.
– Hetta má sigast at vera
okey hjá einum hálvgomlum
dreingi. Men, eg skal leggja
aftrat, at hetta kemur á eitt
turt stað, tí fiskiskapurin
eftir hýsu hevur verið sera
vánaligur í vetur.
Sakaris
Zachariasen
sigur, at slík veiða er vanlig
hjá
útróðrarmonnum
í
Finnmørkini,
har
kongakrabbin er tað reina
gull, sum hann tekur til.
Fríggjadagin var hátíðar
dagur á Sandi, tá Virknis-og
Umlættingardepilin, sum
verður bygdur á Sandi, varð
reistur, og Merkið veittraði
í húnar hátt.
Depilin verður bygdur
til børn og ung við serligum
tørvi, og í Sandoynni er
semja um, at henda verk
ætlan kemur at hava stór
an týdning fyri børn og
foreldur, samstundis sum
depilin fer at fremja fram
burð í oynni.
Tað er Sp/f VD hjá Val
bjørn Dalsgarð, ið byggir
depilin, sum verður umleið
480 fermetrar stórur í ein
ari hædd.
Elementini til Virknis-
og Umlættingardepilin eru
smíðað í bygninginum hjá
Havnar Timburhandli á
Hálsi.
Í heyst er fundamentið á
Sandi stoypt, og nú stendur
bygningurin so reistur.
Valbjørn Dalsgarð sigur,
at tað fer at taka einar
fýra mánaðir hjá hans
ara monnum at innrætta
Virknis- og Umlættingar
depilin.
vilmund@sosialurin.fo
Tað kann føroyingurin, Sakaris Zachariasen, skriva
undir upp á, nú hann gjørdi kvettið í einari lítlari
jollu, sum hann hevur keypt sær í Noregi
– Tað fer at taka einar fýra
mánaðir at innrætta Virknis-
og Umlættingardepilin, sigur
Valbjørn Dalsgarð, timburmeistari
Kongakrabbin
er gull verdur
Landsverk
hevur givið Faroe
Farming í Suðuroy
loyvi at leggja ein
tóman aliring á
Hvalbiarfjørð fyri at
vita, um tað ber til at
ala á fjørðinum
Sørvágs kommuna hátíðarhelt
í síðstu viku, at Ásla Haraldsen,
Hanna Ole-Jacobsen og Maria
Petersen eru farnar úr starvi
eftir langan arbeiðsdag. Ásbjørg
Davidsen varð eisini heiðrað
í samband við, at hon hevur
verið í starvi í meira enn 30 ár
So verður
lagt til jóla
Øll línuskipini hava nú
lagt til jólar og fara ikki
út aftur, fyrr enn í fyrsta
lagi eftir jólahøgtíðina.
Á Fiskamarknaði
Føroya verður ikki roknað
við nøkrum serligum
útróðri í jólavikuni.
- Streymurin er vánaligur.
Jólini nærkast, og
bæði útróðrarmenn og
fiskavirkir fara nú í jólafrí,
verður lagt aftrat.
Tað verður spennandi
at síggja, hvussu hetta
árið hevur roynst
hjá línuskipunum -
kanska serliga hjá
frystilínuskipunum.
Í fleiri ár hava bestu
línuskip ligið millum 16
og 18 miljónir krónur í
veiðivirði, men í ár skilst,
at okkurt av teimum
bestu frystilínuskipunum
hevur fiskað fyri einar
30 miljónir krónur.
Seinnu árini eru nøkur
frystilínuskip komin í
føroyska fiskiskipaflotan.
Umframt at fiska í
føroyskum sjógvi, hava
nøkur av hesum skipum
eisini fiskað á Flemmish Kap
og í Eysturgrønlandi, har
fleiri føroysk ísfiskalínuskip
eisini hava verið.
Væntandi er, at okkara
frægu ísfiskalínuskip hava
eitt avreiðingarvirðið, sum
liggur um einar 15 miljónir
krónur, meðan okkurt
av frystilínuskipunum
helst hevur fiskað fyri
umleið tað tvífalda.
Seinasta fríggjadag, tá
Fiskamarknaður Føroya
gjørdi sínar metingar um
hesa vikuna, vóru fimm
partrolarapør og ein
djúpvatnstrolari til fiskiskap.
- Væntandi er, at
øll partrolarapørini
og djúpvatnstrolarin
landa í dag, og síðan
verður farið í jólafrí.
Fríggjadagin vóru eisini
tríggir trolbátar til fiskiskap.
Tveir fiskaðu havtasku, og
ein fiskaði tosk og hýsu.
- Væntandi er, at
trolbátarnir landa í dag og
í seinasta lagi í morgin.
At enda var eitt garnaskip
til fiskiskap fríggjadagin.
Skipið hevur verið á
svartkalvaveiði og landar
væntandi eisini í dag.
vilmund@sosialurin.fo
– Veðurstovur spáddu illveður, men eg tók kjansin og legði til brots, sigur Sakaris Zachariasen
So stendur
depilin á
Sandi reistur
Flaggið er í húnar hátt, nú Virknis-og
Umlættingardepilin á Sandi stendur reistur