mánadagur 21. desember 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HUGLEIÐINGAR
Minnir úr Ansastovu
Frits Johannesen
Kristinamostir
var tann seinasta
av systkjunum í
Ansastovu,
sum
varð borin út í juli
í ár. Tað er mangt
og
mikið,
sum
rennur fram í hugan, tá ið ein heil
ætt er farin undir steinin. Einki
er so vist sum tað, at vit ein dag
skulu hiðani frá, og nær hesin tími
verður, vita vit ikki.
Oyndarfjørður
Tað var altíð hugnaligt at koma úr
Fuglafirði til Oyndarfjarðar. Fórt tú
um Skarðið ella um Fuglafjarðar
boðar, so var kenslan tann sama.
Tú fórt til tín uppruna og vart altíð
væl havdur av familju og vinum.
Tann hvíti kirkjuskjøldurin stóð
ristur í hugan og livdi sítt sæla lív
millum allar hinar skjøldrarnar í
bygdini. Fjøllini kring henda fjørð
standa so heildarvovin og tosa
sítt skaldakenda, stumma mál, ið
hevur fjálgað um alt livandi bæði
í lofti og vatni síðani landnámið .
Kirkjuskjøldurin nemur við eygað,
tá ið tú kemur inn eftir vágni.
Krabbhylur, sum er í fjøruni dygst
við, tekur ljósið úr hesum skjøldri
til sín og er ein spegilsmynd, ið
kastar ljósið aftur - serliga á fjøru.
Hetta livir enn tann dag í dag í
eygnakrókunum frá hesum døgum,
tá ið Jaki á Polaris ella Barsskor
kom við fólki og neyðsynjarvørum
til bygdina. Tá var lívið meira
skaldakent á ein øðrvísi hátt, enn
tað er í dag. Petur Klein og Eivind
Petersen stóðu ytst á kaiini, tá ið
tann fólksligi, brosandi Jaki kom
við vørum til Víkahandilin og
Hálvmørkshandilin. Hetta var eis
ini galdandi fyri Smyril og Pride.
Tú kendi ongantíð á teimum, at
teir vóru kappingarneytar, men
vóru sinniligir og skynsamir í øllum
brøgdum. Sum smádrongur vart
tú við í hesum roka. Petroliums
tunnurnar vóru hirdar á sjógvin
og sleipaðar t. d. inn í Kós við
Kleinabátinum. Petur Klein sat í
skutinum og mælti, tá ið vit vóru
setstir við árarnar: »Lat meg nú
síggja, hvør ið sterkastur er av
tykkum!« So varð sparrað í, og allar
kreftir lagdar í kropp, armar og
bein. Petur Klein brosaði. Lønin
var ein skipskeks ella okkurt ann
að undir góman, sum kræssaði
væl. Onkuntíð vart tú við til at
rulla petroliumstunnur av kaini
inn í Hálvmørk, og Eivind var eins
og fryntligur sum Petur. Her var
eingin munur. Hann var yngri og
ein hjartans vinur. Tað er hann
enn tann dag í dag. Hann hevur
eina sera blídliga ond yvir sær,
sum tú sum barn, unglingi, í mann
dómsárum og nú, ellin stundar til,
tókst varliga um. Í dag liggja allir
hesir dreymar í tínum sinni sum
mureldur á lívsins dyrgingarleið.
Í Ansastovu
Tá ið tú sum barn vitjaði í Oynd
arfirði, var tað eins og tíðin stóð
still, og ikki at tala um, tá ið tú lá
undir væðingini í Ansastovu, so
hoyrdi tú hurðar í túninum ríkja á
gomlum leikindum og mannamál.
Oyndfirðingar tosaðu ikki, teir
talaðu. Tað var ein slík tign yvir
málinum, at tú mátti lurta. Var
tað regn, so kendist hesin hugni
sum eitt lítið himmiríki í tíni
barnasál undir væðingini í Ansa
stovu. Tóku hvanngarðsbrøðurnir
í klinkuna hjá Augustu, systrini,
barndómsheiminum, ja, so var
tað næstan skriftin á vegginum
hjá Hans Marius Ejdesgaard, tú
hoyrdi fyri tær undir hirðingini í
Ansastovu. Tað er bert ein góður
favnur húsanna millum. Kepp
arnir á teimum stóðu upp í rógv, og
vindilin læt av sær til hesa føgru
mynd í hesum skoti, har roykurin
undan vindlinum kíndi takskegg
inum, vindeygum og karmum og
hjánaði burtur á tí hvíta kirkju
skjøldrinum við teimum grønu
tornlúkunum. Hetta umhvørvið var
ikki ókent fyri øllum úr Ansastovu,
í Hoyriksstovu og úti hjá Gustu.
Hoyriksstova og Ansastova er
ein lon. Fólk søgdu ikki nógv, men
tú hoyrdi, at fólk vóru handan
veggin, og einki túnatos flutti seg
innanveggja. Eitt, sum ongantíð
verður gloymt, er kúgvin í Hoyriks
stovu, sum stóð á sínum bási allan
veturin og smábeljaðaði. Kúgv
var í Ansastovu eisini, men undan
fimmti árunum. Móðir plagdi at
taka til, at tá ið Sigrid mostir varð
borin í heim, setti kúgvin ein grinda
bita í hálsin,.... »so vit vóru noydd at
kíla(drepa) kúnna«. Tey fingu sær
eina geit í staðin fyri eina tíð, og
Mia mostir plagdi at siga frá, at hon
mátti fara um Elduvíkslíð til bukkin,
sum var í Elduvík. Tá brosaði og
smíltist Mia. Hvørt við sínar náðir.
Hon doyði til jóla fyri fimm árum
síðani. Hon hevði verið hundrað ár
í ár, um hon hevði livað. Mamma
plagdi at taka til, tá ið hon fór út í
hjallin eftir onkrum til nátturða
um kvøldarnar.- Kyldin var so køld
í kvøld, ella ein kaldur gjalur kom
úr Skarðinum – ein javnur kaldur
vindur. Hetta var ikki vanligt
málbrúk í Fuglafirði. Sigrid mostir
plagdi at sova inni hjá Elspu við
lið sum smágenta. Hesi hús stóðu
dygst við Ansastovu. Hon las hesa
kvøldbøn, tá ið farið varð til hvíldar:
Søde Gud, min engleskare,
Alle dine små bevare.
Ja, forlad min fader milde,
Alt jeg gjorde, som var ilde.
O, Jesu Krist, mit håb og trøst
og min beskjærmer være,
og hvad jeg har begæret.
Frels mig fra al elendighed
og giv mig den evige salighed,
bøn hør mig , Jesu Krist Amen.
Tað vóru eini fýra fimm, fólk í
Ansastovu, 10 inni hjá Poul Martini,
morbróður og Edil, og 10 inni á
Skorpisheyggi hjá Kristinumostur
og Meinhardi. Tjúgu fimm fólk til
samans. Nú er eingin í hesi ætt í
bygdini. Tað er løgið at koma norður
um og vita sær, at øskukalt er undir
hesum lonum. Abbi doyði 1953, Jo
han Sofus, Ommba(ommubeiggi),
doyði í 1960 og omma 1963. Undir
hesum bitum í Ansastovu ráddi rót
føroysk, gomul mentan úr kirkju
spíri í tinnugrót, flag og steinsettan
garð. Meg minnist mangan at hava
sitið skýming undir bitunum í
Ansastovu og notið gott av kvirr
uni. Hvør kvistur undir hesum
bitum hevði sína søgu , og vart
tú farin undir fjaðrarnar og lást í
kamarinum inn frá køkinum og
lurtaði eftir tí, ið sagt varð, so vóru
tað nakrir kvistar í hesum rúmi
sum standa enn ljóslivandi fyri
tær. Teir høvdu eitt so lívvakurt
skap, ein skaldakendan, bíbilskan
dám, at teir mintu nógv um bæði
Ábraham, Ísak og Jákup í Gamla
testamenti... og so tær gomlu gent
urnar í bygdini, t. d. Elsu í Húsi og
Henriettu Høgnessen.
Systrarnar úr Ansastovu