Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147 í Oyndarfirði Hugtøk Tá ið hesir kvistar fóru at røra upp á seg, endaði alt í einum bíbilskum roka, ið minti nógv um jødarnar, ið reikaðu um í oyðimørkini, fóru um Deyðahavið, upp á Sinai fjallið, inn í Betlehem, har stjørnan lýsti yvir tí karlagnu smáttuni, har Jesus varð borin í heim o.s.fr.. Tað, sum eisini átti heima í hesari birting, vóru tær gomlu genturnar, sum gingu út og inn í Ansastovu - Dunga Oluffa, Ella á Breyt, Fía við Stein, Elsa í Húsi, Olevina og Elspa við Lið. Tað lá ein so sjáldsamur, skaldakendur dámur yvir hesum kvinnum, at tær kundu verið ristar í rúnir úr Gamla testamenti. Ja, kanska var tað so, at tann bíbilski dámurin yvir teimum var meira katólskur enn protestantiskur. Haldi, at teir gomlu oyndfirðingarnir lósu meira í Gamla testamenti enn í Nýggja testamenti. Har vóru søgurnar, sum góðu ímyndir til tað dagliga málið. Flytingarnar vóru nógvar og væl hagreiddar. Heini í Stovuni, Heini Dahl dugdi Jónas profet uttanat. Hann plagdi ganga um køksgólvið og endurgeva hann á donskum máli. Heini hevði profetakendan hugburð. Tá ið Sigrid mostir og Knút Born, maður hennara, komu upp eftir kríggið í 1947, og tey komu niðan eftir Túni, sat Stovu Heini í Stovuni uttanfyri á einum lítlum trappusteini. Hugsi, at hann er har enn tann dag í dag. Heini sá so profetakendur út, tí hann hvíldi fram á prukku sína, og skeggið andaði frítt í tí lýggju kyldini og tí skaru summarsólini. Veðrið var so stak gott hetta summarið. Tá ið Heini sá Sigrid, segði hann: »Sigrid, hevur tú sæð, hvussu grønar líð­ir­ nar eru, og hvussu feitur ið seiðurin er?« Knút og Sigrid vendu mangan aft­ur á hesi orð, sum vit seint gloyma. Fleiri av hesum hugtøkum vórðu søgd á donskum. Omma í Ansa­stovu, Lena, plagdi at taka til, tá ið tað ikki gekst so væl í hond, t. d., tá ið hon elti breyð. “ Hvor skal jeg flygte fra dit åsyn?” Hetta er káin­syndromið, sum var undir henn­ara milda og viðkvæma sinni, sum leiddi mong av hesum fólkum aftur í skriftirnar í tí dagliga. Ja, tað var løgið at taka hond um Káin í eini myndatalu, sum var elsti son­ ur Ádam og Evu. Tann næstelsti æt Ábel. Káin dyrkaði jørðina, og Ábel var seyðamaður. Undir líkn­andi korum var omma vaksin upp í inni í Tarti, sum var ein av bónda­gørð­ unum í bygdini. Ja, tað varð tungt at elta breyðið, um nú henda dapra mynd av Káini skuldi flætta seg inn í deiggið. Káin offraði av tí, sum jørðin gav av sær, og Ábal av seyði sínum. Í deigginum sær omma, at Guð líkar betur offur­ ið hjá Ábali enn tað hjá Káini. Káin tók ikki til eftirtektar tað, sum Harrin segði, men hansara øv­ und leikaði í sinninum inn á Ábel. Á einum sinni, teir vóru úti á bønum, legði Káin á Ábal og drap hann. Tá segði Harrin við Káin: »Hvar er Ábel bróðir tín?« Káin svaraði: »Tað veit eg ikki, eigi eg at ansa eftir bróður mínum?« Ja, Káin kom at hava tað svárt eftir hesa misgerð og bleiv líkasum ein einligur høkil, sum ongan frið kendi á sær. Ja, tað er ringt hjá okkum at ímynda sær hetta, sum kann liva í sinninum t. d. á ommu. Káin flýggjar og fór til eitt land sunnan fyri Eden. Myndin verður flutt inn undir bitarnar í Ansastovu og eru ommusa orð í einari bíbilsk­ ar hugmynd, sum hon hevði lært frá barnsbeini av og vit onnur við. Hetta var ein felags ogn, sum kom fram í einum hvønndagsligum gerningi. Breyðini, tá ið tey vórðu elt, lógu sum varðar á borðinum og søgdu frá sum rúnasteinar einari elligamlari bíbilsøgu. Neystaloftið Ein julidag í 1982 vit vóru í Oynd­ ar­firði og ferðaðust, og var javnan farið inn at vitja mammubeiggja, Poul Martin og Edil, konu hans­ara. Morbróður var niðri á Neysta­loft­ inum henda navngivna dag. Poul Martin var bátasmiður og stóð har millum reistan bát og hølvispønir í sissheimi. Hann hugdi út ígjøgnum lúkuopið, sum hann hevði á niðaru síðu á neystaloftinum. Hetta op var eins og ein opinbering at hyggja út ígjøgnum. Tað munnu mangar slíkar løtur hava verið her, har litur, litspæl av firðinum, alduskolinum á Kamarshellu, tað stáldrivna ljós­ ið útfyri úr vatni , fjøllum og lofti hava drigið tankar hansara víða um. Poul Martin dugdi raðið ís­ lendskt, dugdi væl at syngja t. d. Gamla­nóta og dugdi væl at yrkja og spæla uppá. Hann var í mangar mátar eitt poetiskt menniskja. Tá ið tikið varð í klinkuna, og tú komst innum, so vendi mammu­ beiggi sær hóvliga ímóti tær og bros­aði. Hevði synirnar við mær. Hann plagdi at taka til, tá ið tað var ein, hann ikki kendi: “Hvør Guðs vinur ert tú?” Ella hann skuldi siga okk­urt, sum kanska skuldi hava ein øðrvísi dám, eina bibilska tign: »Guð gevi mær tann góðan tíð at tala!« Henda dag læt í honum: »At senda letingin var sum roykur fyri eyguni!« Eg undraðist yvir hesi orð, og eingin ivi var um, at hetta var onkustaðni úr Gamla testamenti, kanska ein hugmynd av Orðtøkum Sálomons. Tað, sum edikur er tonn­ unum, og roykur eygunum, er let­ ingin honum, ið sendir hann. Ort. 10:26. Roykur gongur aftur í mongum hugtøkum bæði í skaldskapi og bíbilskari merking. Soleiðis kunnu nøkur fá orð leggja seg í sinnið og fáa ein at standa og hyggja út á tann víða fjørð, meðan hesin spuni tráger sína skyldu í hugans heimi. Spurdi mammaubeiggja, hvør týdn­ ingur var í hesum orðum? Jú, segði hann, sendir tú letingan eini ørindi, so kom hann berbakaður aftur. Hetta var tað sama, sum roykur er fyri eyguni, tá ið tú kemur inn í eitt rúm, har nógvur roykur er. Tá mást tú venda útaftur. Ja, sjálvt Neystaloftið var eitt tilhald hjá oyndfirðingum, t. d. tá ið illveður var, komu teir inn á gólvið og fingu eitt gott prát, meðan morbróðir smíðaði. Hesin andi, sum var av eini sjáldsamari bygdarmentan, livdi sítt sæla lív á einum neystalofti í mong ár. Hann smíðaði eisini líkkistur. Tá ið Marin Christina, kona Antines Anthoniussen úr Ansastovu, var deyð, 1953, kom Skúla Jákup eftir kistuni. Sigrid og Knút vóru og ferðaðust. Knút var júst staddur inni á Neystaloftinum, tá ið Skúla Jákup kom inn. Jákup bað Knút koma at hjálpa sær at bera kistuna niðan til Dánjal Abrahamsen – Dánj­al á Bakka. Kona hansara æt Han­sina, hon var dóttir Antinis og Marin Christinu. Marin Christina doyði her. Hann so gjørdi. Tá ið teir høvdu sett kistuna innum hjá Ábrahami og Hansinu, ætlaði Knút sær av stað aftur beinanvegin. Tá letur í Skúla Jákupi: »Knud, skal du ikke se liget!« Knút brosaði, tá ið hann segði frá hesari søgu. Tá ið ein løta var gingin sigur Poul Martin. »Hvat skulu teir lítlu skyldmenninir hava, skal ommu­ beiggi smíða tykkum ein lítlan bát?« Eitt, tvey, trý, so vaks ein lítil bátur undan fingrunum á mor­ bróður, og hjartans fegnir vóru synirnir, Jóhan og Theodor Erling, fyri hetta far. Hetta skipið er til skjals enn tann dag í dag. Tá ið ein løta var gingin, fóru vit inn til Edil og fingu ein góðan drekkamunn frá bóndakonuni. Poul Martin hevði tartafestið, tí varð Edil í familjuni kalla fyri Bóndakonan. Á Skorpisheyggi Leiðin lá niðan eftir Tartavegnum, niðan á Skorpisheygg til Kristinu­ mostur og Meinhard. Her høvdu vit manga góða løtu. Bæði Meinhard og Kristina vóru hittinorðað, og lá tað væl fyri at siga frá. Húsini standa frítt fyri. Her var víðopið í allar ættir, og tað fólksliga livdi alla somlu tíðina í orðum og talu. Um várið, summarið og heystið vóru fólk í bønum, sum hevur havt hetta mynstur í sær líka frá land­ náms­tíðini. Innanfyri á Skorpis­ heyggi hoyggjaðu tey á Fløtti, beint niðanvert hoyggjaði Dunga Oluffa, og eitt sindur heimari á hoyggjaðu systrarnar Elsa og Olevina í Húsi. Dunga Oluffa var gjarna einsamøll. Tá ið hon hoyggjaði, var hon í ein­ um sjáldsamum kýsa, síðum frakka, sum kundu verið skyld við eina kylling, Annars, tá ið hon var við hús, gekk hon i einum snjóhvítum fyriklæði, sum skygdi sum ein snjó­ hvít kavafonn.Ja, hon stóð har við rívuni og rakaði og læt í henni, tá ið komið varð framvið: »Skænk mig hverken rigdom eller fattigdom, men mit beskikkede brød.« Ja, hon kundi somuleiðis lisið faðirvár.. gev okkum í dag okkara dagliga breyð. Men rívan gjørdi hana hvørki ríka ella fátæka. Rívan hevði sítt stumma mál, og tindarnir sungu síni løg, sum góvu okkum kensluna av einari lívssælari gongd, ið var bæði poetisk og fólkslig. Sjálvt í hoyna runnu hesar hugmyndir fram fyri hesi fólk, sum høvdu livað á manna­munni í øldir. Endi Bæði Kristina og Mia mostur plagdu at taka til, somuleiðis á donsk­um: »Når du ser en af van­ vittig stand, tak da Gud , som har gjort dig bedre end ham.... En stil mund og en ren hånd priser man i alle land!« Kristinamostir var tann seinasta úr Ansastovu, sum varð borin út. Hon doyði í ár í3. juli 92 ára gomul. Eitt tað seinasta , eg fekk frá henni, var, at tíðin avletur einki. Hetta segði hon fleiri ferðir, ta sein­astu tíðina hon livdi. Vit kenna hetta at lata av høvdinum ella av skinn­ inum. Hon fekk teir dagar, sum henni vóru tilmáldir. Nú eru øll farin í Ansastovu av tí eldra liðnum, og eingin býr í Oyndarfirði, sum er í beinleiðis ætt. Sum sagt, vóru tey eini 25 fólk í tali.Nú jólini stunda til, rennur mangt fram í hugan frá hesi tíð. Havi sagt hetta fyrr,at tá ið omma hevði verið í kjallarianum og kom upp ígjøgnum lemmin jólaaftan og hevði tendrað jólaljós hjá kría­ túr­unum, letur í henni, tá ið hon læt lemmin upp: »Frægari høli fekk frelsarin ikki, tá ið hann kom í heimin.« Hetta varð væl sagt ein, hugmynd, sum kom úr Betlehem í Ansastovu. HUGLEIÐINGAR Oman millum Ansastovu og hjá Augustu