Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR HSF MÁTTI FLYTA SELVIG AV SÍNUM EINTINGUM PÆTUR CLEMENTSEN SKAL VENJA KVINNULANDSLIÐIÐ Komandi ár skal føroyska kvinnulandsliðið taka lut í 4-landakapping í Riga í Lettlandi. Mótstøðu­liðini vera Estland, Lettland og Litava. Pætur Clementsen er settur sum venjari Tróndur Arge Virksemið hjá A-lands­lið­ num við kvinnum, ið ikki hevur spælt dyst síðani apríl mánað, verður nú tikið upp aftur. Nýggjur venj­ari er settur, og um alt gongur eftir ætlan fer kvinnu­landsliðið at taka lut í 4-landa­kapping í Riga í Lettlandi í august mánað kom­andi ár, sk Talan er um árliga mini- kapping, ið baltisku londini, Estland, Lettland og Litava skipa fyri, og til komandi kapping eru Føroyar eisini bjóðaðar við. – Fyrsta venjingin verður í februar, og síðani er ætlan­ in at hava regluligar venj­ ingar alt árið, sigur Pætur Clementsen, sum, um­ framt at byrja í starv­inum sum Tekniskur stjóri hjá FSF, eisini fer at virka sum venjari hjá kvinnu­lands­lið­ num. Tað vera kortini ikki bara kvinnurnar á A-lands­ liðnum, ið skulu til kapping í Lettlandi. Sama kapping verður eisini fyri U15-lands­ lið við gentum, og har vera Føroyar eisini umboðaðar. trondur@sosialurin.fo Føroyska A-landsliðið við kvinnum, sum vann 4-2 á Georgia í apríl mánað í ár Mynd: Fríðin Ziskason KÍF vildi ikki leysgeva Niklas Selvig til VÍF, so Hondbóltssambandið fór inn í málið, og flutti spæliloyvið av sínum eintingum. Niklas Selvig er amatørspælari, og tí hevur KÍF ikki rætt til at halda honum aftur Tróndur Arge – Skála Dysturin á Skála millum StÍF og VÍF var ikki meira enn lið­ ugur, tá leysarsøgur fóru at ganga um, at spæliloyvið hjá Niklasi Selvig ikki var komið upp á pláss hjá VÍF. Tað vísur seg tó, at alt er sum tað skal vera við spæliloyvinum hjá Niklasi Selvig. Hann hev­ ur sáttmála við KÍF, men sátt­málin er ikki galdandi sam­bært reglum hjá hond­ bólts­sambandinum og IHF, altjóða hondbóltssambandið. Niklas er at rokna sum amatør­spælari í Føroyum, og tí hevur KÍF ikki rættindi at halda spæliloyvinum hjá hon­um aftur. HSF inn í málið Bæði fríggjadagin og leygar­ dagin bleiv arbeitt við at fáa skiftið hjá Niklasi Selvig, frá KÍF til VÍF, upp á pláss. Sum skilst, so heldur KÍF seg hava rætt til samsýning fyri útreiðslurnar av danska spæl­aranum. Tí hava teir ikki vilja leysgivið spælaraloyvið hjá honum til VÍF. Trupulleikin er, at Niklas Selvig er amatørspælari, hóast hann hevur sáttmála við KÍF. – Tá KÍF heintaði Niklas Selvig í Íslandi skludi teir skilja millum um hann var amatørur, ella yrkispælari. Her er frámerkt, at Niklas Selvig er amatørur, sigur Ári Roch, samskipari hjá HSF. Tað kostar væl meiri at skráseta ein spælara sum yrkis­spælara, í mun til ein amatør. Somuleiðis er sátt­ málin millum Niklas Selvig og KÍF ikki góðkendur av HSF ella IHF. – Sáttmálin teir hava sína millum er ikki HSF góð­kend­ ur. So um teir hava nakað úti­ standandi, so má tað roynast sum sivilmál, sigur Ári Roch. Tað einasta, sum eitt felag kann krevja einum amatør­ spælara eftir, er limagald eitt ár aftur. HSF hevur eina telduskipan, har spæliloyvini skulu skrásetast. – Tá so KÍF ikki vildi leys­ lata spæliloyvið, so setti eg meg í samband við ÍSF, sum umsitur skipanana, og bað teir strika Niklas Selvig sum spælarar hjá KÍF, og skráseta hann sum spælara hjá VÍF, greiðir Ári Roch frá. StÍF ikki kært støðuna Ári Roch sigur, at venjarin hjá StÍF, Pole Hansen, hev­ur spurt seg fyri um støð­una, men hevur góð­tikið frá­ greið­ingina hjá hond­bólts­ sam­bandinum. Eisini sigur hann, at KÍF somuleiðis hev­ ur fingið frágreiðingina. Formaður í KÍF, Robert Poulsen, vildi ikki gera við­ merkingar til málið. trondur@sosialurin.fo