mánadagur 21. desember 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147
ÍTRÓTTUR
STUTTSØGD ÍTRÓTTARTÍÐINDI
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Ítróttarstjórin í AC Milan,
Adriano
Galliani,
váttar,
at
Kevin-Prince Boateng
kemur til felagið í januar.
Ghanesiski
miðvallarin
skiftir úr Schalke 04 fer tískil
aftur til felagið, har hann
spældi árini 2010 til 2013.
Real Madrid vann í gjár heili
10-2 ímóti Rayo Vallecano,
sum fekk tvey reyð kort í
fyrra hálvleiki. Gareth Bale
skeyt fýra av málunum hjá
høvuðsstaðarfelagnum, sum
nú er tvey stig aftanfyri FC
Barcelona, sum tó hevur ein
dyst til góðar.
Josh Harris og David Blitzer,
sum eiga íshokkifelagið New
Jersey Devils og kurvabólts
felagið Philadelphia 76ers,
hava keypt seg inn í Premier
Leage-felagið Crystal Palace.
Teir hava keypt 36% av felag
num fyri 513 milliónir krónur.
Samuel Eto'o er settur í
starv
sum
fyribilsvenjari
hjá
turkiska
felagnum,
Antalyaspor. 34 ára gamli
áleyparin úr Kamerun er
fyri stuttari tíð síðani skiftur
til felagið, sum er á 9. plássi
í bestu turkisku deildini.
Áðrenn tað spældi hann við
italska Sampdoria.
Í summar fekk Vendsyssel
FF
tilgongd
av
Kemy
Agustien,
sum
hevur
royndir úr Premier League
(Swansea). Tað er lítið sann
líkt, at miðvallarin heldur
fram í føroyingafelagnum
eftir ársskiftið, sigur ítróttar
stjórin, Jacob Krüger.
Tað gongur illa at reka nýggja
svenska tjóðarleikvøllin í
Stokkhólmi, Friends Arena.
Franska felagið Lagardére
hevur yvirtikið raksturin,
men undirskotið í ár verður
mett at fara at liggja upp
ímóti 200 milliónum krónum.
Vinnur Manchester United
ikki ímóti Stoke 2. jóladag,
so verður Louis van Gaal
koyrdur frá sum venjari. Tað
sigur The Mirror seg vita frá
vara-nevndarformanninum í
felagnum, Ed Woodward.
Tann
nú
fyrrverandi
KÍ-áleyparin,
Kenan
Hajdarevic, sigur við donsku
heimasíðuna bold.dk, at fleiri
føroyskir
spælarar
hava
støði til meiri enn Effodeild
ina. Eisini sigur hann, at
hann treivst væl í Føroyum,
og at fótbólturin var rætt
iliga professionellur.
FLOGBÓLTUR
Nú er greitt hvørji lið skulu
hittast í hálvfinalunum í
steypakappingini hjá monn
um. SÍ og Ternan manna ta
einu hálvfinaluna, meðan ÍF
og Fleyr A spæla hina. Hálv
finalurnar verða leiktar í
høllini á Hálsi 2. januar.
Tað er somuleiðis vorðið
greitt, hvørji lið skulu spæla
hálvfinalurnar í steypakapp
ingini hjá kvinnum. KÍF og
Fleyr hittast, meðan SÍ og
TB eru í hinari hálvfinaluni.
Tær hálvfinalurnar verða
somuleiðis leiktar í høllini á
Hálsi 2. januar.
Marienlyst, sum hevur Bárð
Bendix
Mikkelsen
við
í
venjaratoyminum, gjørdist
um
vikuskiftið
danskur
steypavinnari fyri 8. ferð.
Finalan var ímóti Ishøj, og
hon varð vunnin 3-1 (23-25,
25-21, 17-25, 20-25)
FRÆLSUR ÍTR
Usain Bolt er komin í and
glettin eftir at hann um viku
skiftið hevur vart sangaran
Vybz Kartel, sum er dømdur
lívlanga fongsulsrevsing fyri
morð. Usain Bolt og dømdi
maðurin kennast væl, og
hevur hann gjørt ein serligan
sang til heiðurs fyri Usain
Bolt.
HONDBÓLTUR
Toppskjútti í júst lidnu HM-
kappingini
fyri
kvinnur
gjørdist rumenska Cristina
Neagu. Hon skeyt 63 mál,
sum eru trý fleiri enn næst
besti
skjúttin,
Jovanka
Radicevic úr Montenegro.
Besti danski skjúttin var
Stine Jørgensen við 48 mál
um.
KAPPKOYR.
Nico Rosberg, sum vann
tríggjar tær síðstu Formil
1-kappkoyringarnar
í
ár,
fær ikki longt sáttmálan
við Mercedes enn. Mercedes
upplýsir, at teir vilja síggja
um hann kann halda somu
góðu gongd fyrst í næsta ár,
og so taka støðu.
SVIMJING
Pál Joensen er um vikuskift
ið vorðin danskur meistari í
liðkapping. Kappingina vann
hann saman við Aalborg
Svømmeklub.
Magnus
Jákupsson gjørdist nummar
trý í næstbestu deildini við
Farum, og hevur felagið tískil
tryggjað sær uppflyting.
Tað er greitt hvørji lið spæla hálvfinalurnar í flogbólti
Kenan Hajdarevic
Usain Bolt
Pál Joensen