Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Neli Heldarskarð Tríggir dystir eru spældir í FTZ-deildini hetta viku­ skiftið. Fríggjakvøldið tók Kyndil ímóti KÍF, meðan tveir dystir blivu spældir leygar­dagin. Í høllini á Hálsi brustu Neistin og H71 saman, meðan StÍF á heimavølli tók ímóti VÍF, sum á fyrsta sinni hevði Nicklas Selvig við á lið­ num. Spenningurin í hásæti á Hálsi Hóast hoyvíkingar taptu fyri fyrstu ferð í hes­um kapp­ ingar­árinum farna miku­ kvøld ímóti StÍF, so vóru teir greiðir favorittar undan dyst­inum leygardagin, tá ið Neistin tók ímóti uppi í høll­ ini á Hálsi. Tað gekk eisini upp á stás hjá H71 í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 7-14 til H71, og ongin ivi tóktist at vera um, at hendan dystin fór H71 at vinna. Fyrri hálv­ leikur, og fyri sovítt eisini restin av dystinum, var merkt­ur av, at Jónas G. Djurhuus hjá H71 fekk reytt kort. Hetta gjørdi sítt til, at menn gjørdust eyka tendr­ aðir, og mangan lógu leikarar eftirá orsakað av hørðum takkling­um. Av tí sama blivu nógvar útvísingar givnar ígjøgnum dystin. Ein av teimum meira marg­háttiligu hendingunum í dystinum var, tá ið Helgi Hoydal hjá H71 skuldi sita uttan­fyri í fýra minuttir. Fyrst fekk hann tveir min­ uttir útvísing, og tað var hann týðiliga ónøgdur um. Á veg av vøllinum segði hann eitt­hvørt við dómaraparið, Una og Hannis Wardum, og tað gjørdi, at hann fekk eina út­vísing afturat. Altso tvær ferðir tveir minuttir. Í byrjanini av seinna hálv­ leiki var onki, sum bendi á, at H71 skuldi missa sigurin. Støðan gjørdist 17-11, men brádliga ressaðust neista­ menn. Stútt og støð­ugt minkaði leiðslan hjá H71, og støðan gjørdist 18-18. Flotta comebackið hjá Neistanum fekk av álvara áskoðara­fjøld­ ina at vakna. Síðstu løtuna í dystinum var høllin á Hálsi av sonnum á gosi. Endin í dystinum var sera spennandi. Álopsspælið hjá H71 var darvað av fráveruni hjá Jónas, og sum steinur oman á byrðu gjørdist Peter Krogh skaddur í seinna hálv­ leiki. Hann kom tó somikið fyri seg, at hann fekk spælt í teimum seinastu 10 minutt­ unum. Samstundis riggaði verjan hjá Neistanum heilt fram­úr væl, og var góða verjan helst høvuðsorsøkin til, at tað eydnaðist teimum blaú at fáa úrtøku burturúr stríð­num. Tó bleiv ongin vinnari funn­in í dystinum, tí at hann end­aði 20-20. Hetta úrslitið var kanska eisini rættvíst á tann hátt, at bæði liðini høvdu uppi­borið stig fyri at geva áskoð­arunum ein so góð­an og spenn­andi dyst sum tann, ið varð spældur í dag. Fleiri mannfólkaavrik eru at taka burturúr frá dyst­ inum. Nicholas Satchwell stóð ein meistar­ligan dyst í mál­inum hjá Neistanum, og eisini var Beinur Davidsen ein sannur brandur í neista­ verj­uni. Afturat hesum gekk Rói Berg Hansen á odda í álop­inum, og gjørdist hann topp­skjútti hjá Neistanum við sjey málum. Hjá H71 var Peter Krogh, sum vant, toppskjútti. Hann skoraði eisini sjey mál, men danski stórskjúttin hev­ur spælt betri dystir enn hend­ an. Tað eydnaðist Neist­anum at temja danska stór­skjútt­ anum rættiliga væl eftir um­ støð­unum. Samanumtikið var dyst­ urin ein framúr góð áskoð­ ara­uppliving, og kunnu bæði lið­ini fara í jólafrí við góðari sam­vitsku eftir hendan dyst­ in. Eftir sera slaka gongd hev­ur Neistin fingið vind í seglini seinastu tíðina, tí at í teimum seinastu fýra dyst­unum eru neistamenn farnir av vøllinum við stigi ella stigum í skjáttuni. Tó munnu neistamenn eisini iðra seg um, at tað ikki hevur eydnast at vunnið tveir teir sein­astu dystirnar, ið báðir eru endaðir við javnleiki. Stutt er tó ímillum sigur, javn­leik og tap í hondbólti, so eitt sindur nøgdir munnu neista­menn vera. Eftir at hava vunnið fyrstu 12 dystirnar er H71 nú farið sigurs­leyst av vøll­ inum tvær tær seinastu ferðir­nar. Hoyvíkingar hava tó onga orsøk at skelva í brøk­unum, tí at heili níggju stig eru niður til VÍF, sum er á øðrum plássi. Tað skal henda heilt óvanliga nógv ímill­um himmal og jørð, um hoy­víkingar­nir ikki vera at síggja í final­unum, sum blíva spældar á páskum. Reyða kortið Mest umstrídda støðan av HONDBÓLTUR Gongd hevur verið í fleiri av landsins hallum í vikuskiftinum. Serliga var tað dysturin ímillum Neistan og H71, sum var spennandi, dramatiskur og hart spældur, ið er verdur at skriva nøkur orð um. Millum annað fekk Jónas G. Djurhuus hjá H71 reytt kort fyri at sláa leikara hjá Neistanum í andlitið REYTT KORT OG DRAMA Á HÁLSI Málverjin hjá Neistanum, Nicholas Satchwell, skumpaði Jónas um koll, men av óskiljandi orsøkum slapp út­ lendski málverjin frá støð­uni uttan nakra revsing