mánadagur 21. desember 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147
ÍTRÓTTUR
øllum í dystinum leygar
dagin í Havn, og tær vóru
nakrar í tali, var miðskeiðis
í fyrra hálvleiki, tá ið ein av
profilunum á H71-liðnum,
Jónas Gunnarsson Djurhuus,
fekk reytt kort.
H71 var í álopi, tá ið Jónas
gjørdi
álopsatsókn
ímóti
málinum hjá Neistanum.
Hann slapp tó ikki ótarn
aður at skjóta, tí at Teis
Horn Rasmussen hjá Neista
num takklaði hann og helt
í honum eitt vet ov leingi,
hóast dómarin hevði floytað
fyri fríkasti. Hetta gjørdist
Jónas so firtin yvir, at Teis
fekk albogan í andlitið frá
Jónasi. Tað var bara ein
logisk avleiðing av hesari
gerð, og tað var, at Jónas
fekk reytt kort. Teis Horn
Rasmussen fekk tveir min
uttir fyri tilburðin.
Eldur kom í sinnini á
fleiri av leikarunum í kjalar
vørinum av støðuni. Millum
annað skumpaði málverjin
hjá
Neistanum,
Nicholas
Satchwell, Jónas um koll,
men av óskiljandi orsøkum
slapp útlendski málverjin frá
støðuni uttan nakra revsing.
Jónas G. Djurhuus kann
helst vænta sær eitt leikbann
fyri hendingina.
Selvig fyri fyrstu
ferð at síggja í gulum
Nógv er blivið sagt og skriv
að um danska Nicklas Selvig,
ið seinastu árini hevur spælt
við KÍF. Okkurt hevur tó ikki
ruggað rætt ímillum Selvig
og venjaran hjá KÍF, eisini
danska Jeppe Borch, og hetta
gjørdi tað, at Selvig valdi at
steðga í KÍF og fara til VÍF
ístaðin. Í Kollafirði eru tey
ikki glað um hesa avgerð.
Í samrøðu við Rás2 leygar
dagin segði høvuðspersón
urin sjálvur, Nicklas Selvig,
soleiðis um skiftið: »Tað vóru
trupuleikar millum meg og
venjaran hjá KÍF, og tað var
best fyri liðið, at vit skiltust.
Tað vóru fleiri feløg, ið vóru
áhugað í mær, men tað, sum
Ingi Olsen (venjari hjá VÍF),
fortaldi mær, tá ið eg skuldi
finna mær eitt nýtt felag,
gjørdi sítt til, at eg valdi VÍF«.
Og sigast má, at fyrsti
dysturin hjá Nicklasi Selvig í
gulu VÍF-troyggjuni gjørdist
sera væl eydnaður. Hin dyst
urin í FTZ-deildini, sum varð
spældur
leygardagin,
var
tann á Skála, har StÍF tók
ímóti VÍF. VÍF vann dystin
23-27 eftir hálvleiksstøðuna
7-13. Nicklas Selvig skoraði
fimm av málunum hjá VÍF.
Kyndil smurdi KÍF av
Fyrsti dysturin av øllum,
ið vóru spældir hetta viku
skiftið, var leiktur fríggja
kvøldið, tá ið teir grønu úr
Kyndli tóku ímóti teimum
reyðu úr Kollafirði, KÍF.
Eftir stigatalvuni at meta
burdi KÍF nokk verið ein
favorittur undan dystinum,
men kyndilsmenn lótu ongan
iva vera um, hvør skuldi
standa eftir sum vinnari, tá
ið teir 60 minuttirnir vóru
farnir. Kyndil vann trivaligan
sigur, og gjørdist endaliga
úrslitið 24-17 til heimaliðið.
Hálvleiksstøðan var 12-7 til
Kyndil.
Víðopin kapping um
seinna finaluplássið
Nú eru øll hondbóltsliðini
kring landið farin í jólafrí,
liðini hava spælt ímillum 12
og 14 dystir, og tí er sjálvandi
upplagt at skriva nøkur orð
um støðuna í deildini.
H71 hevur verið so nógv
tað besta liðið í kappingini,
og um hoyvíkingar er bara at
siga, at stigatalvan talar full
HONDBÓLTUR
FTZ deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNIN MÁL
TAPT MÁL
MUNUR
STIG
1 H71
14
375
298
77
25
2 VÍF
13
349
341
8
16
3 KÍF
13
319
293
26
15
4 Kyndil
13
345
323
22
13
5 StÍF
14
365
358
7
13
6 Neistin
13
303
318
-15
10
7 Team Klaksvík
12
273
398
-125
0
HVONN deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNIN MÁL
TAPT MÁL
MUNUR
STIG
1 Neistin
11
277
211
66
19
2 Kyndil
11
270
209
61
18
3 VÍF
11
287
261
26
14
4 StÍF
11
226
266
-40
6
5 Stjørnan
11
223
296
-73
6
6 VB
11
230
270
-40
3
komiliga fyri seg. Hópurin
hjá hoyvíkingunum tykist at
vera sera breiður, og tí vinna
teir fleiri av sínum dystum, tí
at teir hava fleiri streingir at
spæla upp á enn hini liðini.
H71 verður helst eina lið
ið í finalunum, tað tykist
tað ikki at vera nógvur ivi
um. Men spurningurin um,
hvørjum hoyvíkingum skulu
spæla ímóti í finalunum,
er torførur at svara upp á í
løtuni. At síggja til eru tað
VÍF og KÍF, ið kappast um
plássið í løtuni, men beint
í hølunum á teimum koma
Kyndil og StÍF, ið ikki skulu
avskrivast. Eisini hevur tað
gingið væl hjá Neistanum
í seinastuni, og tað ger sítt
til, at FTZ-deildin í roynd og
veru er rættiliga spennandi
at fylgja við í, hóast H71 er
kilometrar frammanfyri hin
um liðunum.
Síðani er Team Klaksvík,
sum vanligt, á aftasta plássi
við 0 stigum eftir 12 spældar
dystir. Tá ið man hevur ein
mann sum Bogdan Florea á
liðnum, ið altíð er góður fyri
nøkur mál, og ikki megnar
at fáa eitt einasta stig ímóti
nøkrum, so er bara eitt orð
at siga um kappingarárið hjá
Team Klaksvík 2015/16, higar
til: Vánaligt.
FTZ-deildin byrjar aftur 3.
januar.
Neistin bankaði
Stjørnuna
Bert ein dystur bleiv spældur
í bestu kvinnudeildini hetta
vikuskiftið. Hesin dystur var
ímillum oddaliðið í deildini,
Neistan, og Stjørnuna.
Og sigast má, at neista
kvinnur handfóru favoritt
leiklutin á meistarligan hátt,
tí at Stjørnan bleiv send
norður til Klaksvíkar við ein
um tapi áljóðandi 30-19. Hálv
leiksstøðan var 13-8.
Hvonndeildin er, somu
leiðis sum FTZ-deildin, farin
í jólafrí nú. Øll liðini hava
spælt 11 umfør. Besta kvinnu
deildin byrjar aftur 3. januar.
neli@sosialurin.fo
HVONN DEILDIN:
Neistin - Stjørnan 30-19 (13-8)
Neistin: Eir Berg 10, Ása Dam á Neystabø 3, Drós Ragnarsdóttir 3,
Marjun Danberg 3, Jacklin Durhuus 3, Lilja Mohr 2, Birita Jacobsen 2,
Barbara Nólsoy 1, Nicoleta Hansen 1, Bryna Høj 1 og Barbara Johannesen 1
Stjørnan: Simona Florea 4, Tóra Eliasen 3, Jórun Nielsen 3, Jansy Jacobsen 2,
Nada Paulov 2, Edith Hansen 2, Una Váðklett 2 og Kristina Poulsen 1
FTZ DEILDIN:
Neistin - H71 20-20 (7-14)
Neistin: Rói Berg Hansen 7, Jugoslav Djumic 3, Teis Horn Rasmussen 3,
Andras Joensen 2, Hjalti í Jákupsstovu 2, Sjúrður Thomasen 1, Torkil Hentze 1
og Beinur Davidsen 1
H71: Peter Krogh 7, Pætur Thomsen 5, Rúni V. Højgaard 2,
Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Nolsø 1, Andor Sivertsen 1, Helgi Hoydal 1,
Jónas Djurhuus 1 og Tróndur Arge 1
Reytt kort: Jónas Djurhuus
StíF - VÍF 23-27 (7-13)
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Pætur Johansen 6, Marius Joensen 3,
Jógvan G. Joensen 2, Fríði R. Djurhuus 1, Pætur Ó. Joensen 1, Teitur Nielsen 1
Kjartan Johansen 1 og Borgar M. Persson 1
VÍF: Filip Jojic 9, Hanus Christophersen 5, Niklas Selvig 5, Áki Egilsnes 4,
Julian Olsen 2, Nuunu Lars Olsen 1 og Agnar Joensen 1
Kyndil - KÍF 24-17 (12-7)
Kyndil: Hørður Fannar Sigtórssson 5, Hjalti Bachmann 3, Høgni Klein Olsen 3,
David Edvardsen 3, Ludvík Súnason 3, Frank B. Askilsen 3,
Hjalti Mohr Jacobsen 2, Josef Abrahamsen 1 og Bjarni Sørensen 1
KÍF: Andrias Nielsen 6, Hans Eli Sigudbjørnsson 5, Poul F. Egholm 2,
Jákup Trygvason 2, Teitur Joensen 1 og Ási Dam 1
Teis fekk albogan í andlitið frá Jónasi. Tað var bara ein logisk avleiðing av hesari gerð,
og tað var, at Jónas fekk reytt kort. Teis Horn Rasmussen fekk tveir minuttir fyri tilburðin
Myndir: Álvur Haraldsen