Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Hvussu ber tað til, at Neistin brádliga klárar at spæla javnt móti bæði VÍF í Vestmanna og H71 á Hálsi? – Móti VÍF vóru vit klárt tað betra liðið. Verjan stóð ótrúliga væl og næstan alt riggaði. Eg haldi vit áttu tvey stig har. Móti H71 var tað viljin og trúgvin upp á egna megið, sjálvt um vit spældu ein ván­a­ligan fyrra hálvleik. Mest umrødda hending­in á Hálsi var tá tú var íbland­ aður eini hend­ing, har ein H71'ari fekk beinleiðis reytt. Hvat hendi? – Um eg minnist hendingina rætt, so bjóðaði hann av ein móti ein­ um. Eg taklaði hann so, at hann hevði armin undir mínum armi. Tað endar við at armuin hjá hon­ um blívur læstur. Síðani gong­ur tað so skjótt, at fyri seg, at tú mást nokk spyrja hann hvat hendi. Eg helt kanska ov leingi aftaná teir høvdu floytað, men tað bleiv eg eis­ini revs­aður fyri. Men hann bleiv í hvørtfall sera óður. Tit liggja aftast í stríðnum um annað plássið, men trúgva tit nú uppá, at tað ber til? – Vit mugu trúgva upp á tað. Um vit ikki gera tað, so kunnu vit akku­rát tað sama bara pakka sam­an. Nú skulu vit halda ein góð­an stima og framvegis trúgva upp á tað. Sleppa tit at halda jól við jóladunnu og øllum, ella er tað hart arbeiði? – Dunna skal koma væl við á jólum, men tað harða arbeiði steðgar ikki. Vit mugu koyra á, so vit eru klárir til dystin móti Kyndli longu 3 januar,. Ein dystur, sum eg rokni við verður ein tætt­ ur dystur. Hvør er tín fyrimynd sum hondbóltsspælari ? – Mín fyrimynd má nokk vera Joachim Boldsen. Hann er ein, sum gong­ur fremst, tá mest er brúk fyri tíð. Hann er ein fram­úr goður verjuspælari og álops­spæl­ ari. Umframt tað, so er hann eisini ein kempari! Vikan ið fór H71 tapur púra óvæntað á heimavølli móti StÍF. Hoy­vík­ ingar hava framman­undan vunnið 12 dystir upp í slag, men móti StÍF gongur ikki meir. Chelsea velur at koyra José Mourinho frá. Tað kemur eitt sindur óvart á, tí hann júst hevur longt sáttmála, men hin­ vegin, so er gongdin ótrúliga vána­lig í Premier League Gunnar Nielsen verður virðis­ mettur til dýrasta spælaran í Íslandi, eftir lista sum íslendska fótbólts­sam­ bandið ger í samband við eina gjaædingar­skipan, har allir spælarar skulu virðismetast. Gunnar fær 10 av 10, og kostar eina millión íslendskar krónur – ella 52.000,- føroyskar krónur FC Barcelona vinnur fimta steypið í 2015, tá teir vinna 3-0 á River Plate í World Club Cup, sum er HM kapp­ing­in fyri lið. Noreg vinnur HM í kvinnuhond­ bóltii, sum verður hildið í Dan­mark. Noreg er nú bæði heims­meistari, evropameistari og olympiskur meistari í kvinnu­hondbólti. Leicester vinnur 3-2 á Everton í ensku Premier League. Teir eru nú fimm stig á odda og kunnu halda jól á fyrsta plássi. Tað kemur púra óvart á øll. Gilli Rólantsson Sørensen vitjar Fótbóltspanelið á Rás2. Við sær hevur hann troyggjuna, sum hann spældi í ímóti Brøndby í Superliguni. Hann ætlar sær fast pláss á AaB liðnum. Niklas Selvig spælir sín fyrsta dyst fyri VÍF, tá teir vinna á StÍF. Hann hevur spælt við KÍF, men ósemja við venjaran hevur gjørt, at hann hevur valt at skifta. ...við ítróttinum ÍTRÓTTAR UMMÆLI 5 SKJÓTIR Hetta er bókin um litríka tennis­ spæl­aran, Andre Agassi. Hann hevði nógvar óvinir í stílreinu ítróttar­greinini, men við fleiri Grand Slam sigrum vann hann á fólk­inum, sum at enda tóku hann til sín. Andre Agassi hatar at spæla tennis. Longu tá hann er smá­ drong­ur, hatar hann at spæla tennis. Hann dugur væl at greiða frá í bólkini, hví hann hatar at spæla tennis. Tað ljóðar løgið at ein tennis­spælari hatar at spæla tennis, men tað er sannleikin. Hann er sonur iranska Emmanuel B. Aghassian, sum seinni flytur til USA og skiftur navn til »Mike« Agassi. Pápin hev­ ur eitt endamáli við Andre. Hann skal blíva tann besti í heim­inum til at spæla tennis. Hetta hevur fleiri óhepnar avleiðingar við sær, men málinum náddu teir. Bókin bjóðar tær við orðunum hjá Andre handan leiktjøldini hjá rebelska tennisspælarunum, sum ikki var sum hinir. Hann spældi í ljósa­reyðum shortsi, brúkti sól­ brillur og enntá parúkk. »Image is everything« bleiv setningurin, sum fylgdi honum líka til hann byrj­aði at vinna. Sum 32 ára gamal vann hann á seinasta sinni eina Grand Slam, men vegurin har til var alt annað enn líka til. Bókin er drúgv, men fangandi. Tað er ringt at leggja hana frá sær, sjálvt um tað í løtuni verður farið í so lætt um nøkur ting. Vit sleppa við til nógv, men tað er sum um at okkurt verður tagt burtur. Andre Agassi er ikki sum hinir, og tað gevur bókini eitt óvæntað »twist«, sum ger hana meiri áhugaverda. Har restar tó eitt vet í til eitt sættu stjørnuna, hóast hann vátt­ ar at hava brúkt rúsveni. LES HANA UM: Tú sat og hugdi eftir Agassi og Pete Sampras, tá teir spældu onkra av teimum stóru final­unum, ella leitar eftir eini ítróttar­bók við substansi í. IKKI LESA HANA UM: Tú ert til lættar og skjótar bøkur við denti á tí ítróttar­liga partinum, og um tú als ikki veist hvør Pete Sampras er, ella hvat ein Grand Slam er. HVUSSU ER HON AT LESA: Í støð­um er hon drúgv og snýr seg ikki bein­leiðis um tennis, men um mann­in, sum ikki tímur at spæla tennis. Annars fang­andi, so fert tú í gongd lesur tú nokk meginpartin av bólkini. HVAT SIGUR TÚ: Eg vildi næstan sagt, at tú skal verða síðst í 20’unum, ella eldri, fyri at fáa sum mest burturúr bólkini. Ert tú van­ ur við at lesa, so er hetta eina góð bók. Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... ★★★★★★ FAKTA Michael Carson er sum so ikki ítróttarskrivari. Hann er serfrøðingur í leiðslu, og tí skrivar hann eisini út frá tí vinklinum. Paco Jemez, venjari hjá Rayo Vallecano, sum tapti 10-2 móti Real Madrid. Rayo fekk tveir mans útvístar í fyrra hálvleiki Claudio Ranieri, venjari hjá Leicester, sum í løtuni liggur fimm stig fremst í Premier League – Vit kenna okkum eyðmýktar og misbrúktar. Hetta gagnar ikki okkum, Real Madrid ella sponskum fótbólti. Vit hava mist alt álit. Her vann ongin, øll taptu. Ein skemdarblettur – Vit skulu framvegis hava tvey stig fyri at yvirliva. Málið er fyrst og fremst at fáa 40 stig Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Teis Horn Rasmussen Føddur: Hondbóltur Felag: Neistin Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvussu eitur H71 spælarin, sum fekk reytt kort móti Neistanum? 2 Hvussu eitur landsliðsvenjarin hjá danska hondbóltslandsliðnum? 3 Hvussu eitur nýggi fyribils venjarin hjá Chelsea? 4 Hvussu eitur venjarin hjá VÍF kvinnum, sum kom í andglettin fyri at biðja áskoðararnar »buha« á Neistan? 5 Eitt hollendskt felag er útihýst frá Evropa í trý ár. Hvat fyri felag er talan um? 6 Hvussu eitur virkandi forsetin í FIFA? 7 NSÍ hevur eina ferð vunnið FM í bestu mansdeildini í fótbólti. Nær var tað? 7 Hvør er spælarin á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: Jónas Djurhuus, 2: Klavs Bruun Jørgensen, 3: Guus Hiddink, 4: Geir Wardum, 5: Twente, 6: Issa Hayatou, 7: 2007, 8: Teis Horn Rasmussen Andre Agassi: Open