Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. desember 2015 · Nr. 147 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Eg skilji ikki altíð dómarar. Eg havi dømt onkran einkultan dyst, men annars er hugurin ikki til at døma. Eg havi virðing fyri dómarum, og haldi tað er áhuga­ vert at tosa við teir. Tí teir síggja tingini heilt øðrvísi enn eg. Serliga tá føroyska landsliðið spælir. Tá eri eg næstan hvørja ferð sannførdur um, at dómarin er settur á vøllin at vinna hinum liðnum dystin. Tað passar sjálvandi ikki, og har er gott at tosa við ein dómara, sum sær tað sum dómarin sær. Tað er eisini púra natúrligt, at dómarar gera feilir eins og spælarar, venjarar, tíðindafólk og onnur. Tá er eisini gott, at fáa at vita hví dómarin gjørdi ein feil. Tað kann vera vinkulin, sum snýtur, ella okkurt heilt annað. Men eg haldi onkuntíð, at dómarar hava misskilt sína uppgávu. Sæð frá mínum sjónarhorni sum fótbóltselskari, so haldi eg ikki dómarin skal verða so sentralur, sum hann er blivin. Eg havi hug at taka tvær støður fram. Og her skal sigast, at dómararnir verða eygleiddir, so teir gera í fleiri førum bara sum skulu, ella fáa teir smekk í karakterbókina. Í Champions League dystinum millum Olympiakos og Arsenal fór Arsene Wenger yvir til fjórða dómaran at spyrja ella siga eitt hvørt. Hesin fjórði dómarin megn­aði hvørki at lurta eftir Wenger ella fáa frænir av hvat hetta gekk út uppá. Nei, tí tað einasta hann kláraði at hugsa um var, at Arsene Wenger nú stóð ein metur uttanfyri tekniska feltið. Áh nei! Ein vanlukka, og absolutta fyrsta uppgávan hjá fjórða dóm­ara­num var, at upp á mest irriterandi máta yvir­høvur, at fáa Wenger inn aftur í feltið. Um fjórði dómarin onga aðra uppgávu hevur, enn at flyta menn inn aftur í feltið, tí tað opinbart er so vandamikið um tað standa uttanfyri, so hví ikki búra teir inni? Um hesin fjórði dómarin ikki vil lurta tá menn spyrja um nakað, hví so vísa venjarum út, tá teir siga nakað? Tað má væl ganga báðar vegir? Ná, men hin støðan var í dystinum millum Real Madrid og Rayo Vallacano um vikuskiftið, har dómarin megnaði at bríksla fyri brotssparki, og geva einum Rayo spælara seinna gula fyri nakað, sum illa kann dømast sum brotsspark. Trupulleikin í hesum var so, at Rayo longur vóru tíggju á vøllinum. So mið­skeiðis í fyrra hálvleiki blivu teir 9, og taptu eftir­ fylgjandi 10-2. Eg keypi brotssparkið – soleiðis nøkunlunda, sjálvt um tað var óalmindiliga bíligt, men gula kortið var so langt frá allar sunnari fornuft, at eg bara sløkti fyri dystinum. Eftirfylgjandi østi venjarin hjá Rayo seg á tíðinda­ fundinum, og segði tað, sum eg hugsaði. Har taptu øll. Real, Rayo, áskoðararnir og fótbólturin. Eg ivist ikki í, at tað finnast nógvir dómarar, sum kunnu forklára mær hví júst hatta var gult kort. Eg sakni at finna ein dómara, sum torir at siga, at í hasum før­ inum er brotssparkið ivaleyst av revsing fyri hetta stakals liðið, sum var totalt avmontera fyri at spæla ein fót­bólts­dyst. Ella at dómarin als ikki skal bríksla fyri brots­sparkinum har. Dómarafelagið kom herfyri við eini útmelding um, at nú skal sláast harðari niður á venjarar og spælarar á bonkinum, sum brúka seg ella standa uppi. Eg haldi, at dómara­veldið nú bara leitar eftir trupulleikum, sum als ikki eru har. Fótbóltur er ikki eitt spæl, sum melur um dómaran. Fótbóltur er eitt spæl, sum melur um bóltin, har dóm­arin er ein partur av spælinum. Um ein dómarin leiðir ein dyst á skynsaman hátt, so eru øll glað – uttan dómara­veldið. Tað er tí, at Lars Muller verður valdur til ársins dómara á hvørjum ári við fleiri báts­longdum. Bólkur F: Portugal, Ísland, Ungarn, Eysturríki. Skilji ikki altíð dómarar www.svimjing.fo: Aalborg og Pál vunnu DM fyri lið 2015. Danir avgreiddu í dag seinasta part av donsku meistarastevnuni fyri lið 2015. Aalborg Svømmeklub vann bestu deildina annað ár á rað, har Pál var ein av svimjarunum. www.nordlysid.fo: Við hesi setanini og útmeldingunum hjá Gerber í huga, so tykist málið hjá NSÍ vera, at felagið skal stríðast um føroyameistaraheitið komandi ár. www.h71.fo: Tað ræður um at verða í topformi, tá finalurnar skulu leikast, og flestu lið kom í okkurt slag av leikkrisu í kappingarárinum, H71 er onki undantak! www.nsi.fo: Anders Gerber er kendur sum ein nærlagdur venjari, ið krevur nógv av sínum leikarum. Hann sigur við heimasíðuna, at hann er sera spentur uppá uppgávuna www.fsf.fo: Komandi ár skal føroyska kvinnulandsliðið taka lut í 4-landakapping í Riga í Lettlandi. Mótstøðuliðini vera Estland, Lettland og Litava. Pætur Clementsen er settur sum venjari Ítróttar KLUMMAN Tróndur Arge HEIMASÍÐURNAR SKRIVA: GERBER NÝGGJUR VENJARI HJÁ NSÍ Tróndur Arge Anders Gerber er uppvaksin í Silkeborg, og hevur hann sein­astu 5 árini verið hjálpar­ venjari hjá besta liðnum hjá Silkeborg. Hetta samstarvið steðgaði í summar. Áður hevur verið Anders Gerber millum annað verið høvuðs­venjari í Aarhus Fremad frá 2004-2008. Eis­ini hevur hann verið høvuðs­ venjari í FC Fyn frá 2008- 2011, har hann millum annað vandi okkara egna Viljormur Davidsen. Hóast sín unga ald­ur, so hevur Anders Gerber sostatt drúgvar roynd­ir sum venjari. Leitaðu leingi NSÍ hevur leitað leingi eftir einum venjara. Fyrstaval var Heðin Askham, sum eitt skifti í 2013 var venjari í felag­num. Heðin hevur tó valt at halda frí frá fótbólti fyri­bils. Síðani hevði felagið ís­ lendska Pétur Pétursson á vitjan. Fyrrverandi íslendski lands­liðs­hjálparvenjarin kundi tó ikki flyta til Føroyar í ver­andi støðu. NSÍ hevur ongantíð vilja avskrivað nakran, tá nøvn sum Sigfríður Clementsen, Jóannes Jacobsen og Oddbjørn Joensen hava ver­ ið nevnd. Tó hevur ligið í kort­unum, at felagið leitar uttan­lands. Fyri kortum kom navnið Anders Gerber á borðið sam­ an við trimum ís­lendsk­um nøvnum. Valið er nú fall­ið á 39 ára gamla Anders Gerber. Øll liðini sett venjara Nú hava øll tíggju feløgini í Effo-deildini sett venjara. Heili sjey feløg hava sett nýggjan venjara til komandi kappingarár. Tey eru Víkingur, HB, ÍF, TB, AB, B68 og nú NSÍ. Teir tríggir venjararnir, sum sit í sama stóli frá í fjør, eru Eyðun Klakstein B36, Mikkjal Thomassen KÍ og Pauli Poulsen Skála. trondur@sosialurin.fo Sunnudagin skrivaðu Anders Gerber og NSÍ undir ein eitt ára sátt­ mála. 39 ára gamli danin verður sostatt høvuðsvenjari hjá NSÍ Mynd: Hjalmar Johan Juul / nsi.fo