mánadagur 21. desember 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015
15
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Tað er altíð spennandi at sleppa at kaga inn í lívið hjá einum rithøvunda og tí
eru ævisøgur hugtakandi. Steintór er ein íblástur, tí hann torir at vera tann hann
er, og hann er ikki bangin fyri at ganga nýggjar leiðir. Soleiðis skuldu øll verið.
Jústinus l. EidEsgaard, rithøvundur og Journalistur
...
Bókin kundi eisini verið kallað ein skrappbók, við nógvum myndum
og fínum tekningum hjá Edward Fuglø. Sjálvur haldi eg
hesa bókina annars vera eina rættiliga góða
sjálvsævisøgu, tí hon er ikki bara ein persóns
søga, men eisini mentanarsøga, og tað er
ikki so lítið.
Erhard JacobsEn, landsbókavørður
...
Steintór Rasmussen letur vindeygu
upp út í eina áhugaverda og fyri
mongum ókenda verð, men hann
skrivar eisini viðkomandi um
sín egna heimstað og føroysku
fólkasálina. Við sínum gittara,
yrkingum og íverksetarahugi
hevur skaldið givið ungum og
tilkomnum eina bók við livandi
søgu og ódoyggjandi sangum.
Lívið er mítt listaverk fer
at koma væl við hjá bæði
lærarum og næmingum.
ragnhild Ellingsgaard,
lærari
bókin kostar
299,- kr.
og fæst um alt
Føroya land!
Stállínuskipini
Ferð kemur á – 1961-62
300,-
Fæst kring alt landið
Bókin er tann næsta í røðini um tann
partin av skipaflotanum, sum uttan iva
hevur havt størst týdning fyri føroyska
samfelagið.
Í hesi bókini er bæði spennandi og
álvarsamur lesnaður.
M.a. er samrøða við ungu gentuna,
sum í 1962 valdi at fara sum messur til
Grønlands við línubáti.
Og so eru frásagnir um teir báðar
fyrstu menninar, sum sjólótust við
línubáti. Báðir vóru í bestu árum, og
báðir vóru úr somu bygd í Føroyum.
Bókin er 340 blaðsíður, og sigur
frá stóru broytingunum, sum hendu
tey fyrstu árini í 60unum, tá nógvir
stállínubátar komu til landið.
NýGGj
Bók
uM Stál lÍNu-
SkipiNi