mánadagur 21. desember 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015
16
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
MYNDASAVNIÐ
Jansy Simonsen
SJÓRIN HESA VIKUNA
STJÓRIN
Vilmund Jacobsen
T
að eru stívliga trý ár síðan, at
Jansy Simonsen yvirtók tógv
handlinum Igloo í Sverrisgøtu
19 í Havn.
Umframt at yvirtaka sjálvan hand-
ilin, yvirtók hon eisini húsini, har hand
ilin hevur húsast seinastu árini.
Igloo er eftirhondini gamalt hand
ilsnavn í høvuðsstaðnum, og tað var
upprunaliga George Thorsteinsson,
sum byrjaði virksemið fyri nógvum
árum síðan.
Hóast gamla handilsnavnið, hevur
Jansy valt at geva handlinum egið
navn, og hetta hevur eisini verið ein
tanki heilt síðan byrjan.
– Nú eg havi rikið handilsvirksemið
undir navninum Igloo í trý ár, helt eg, at
tíðin var komin til eisini at gera navnið
til mítt egna. Herfyri varð navnið
Igloo tí skift út við Tógvhúsið, sum eg
haldi er eitt fitt og hóskandi navn til
virksemi, sigur Jansy Simonsen.
Hug at royna okkurt nýtt
Men, hvør er so søgan aftan fyri
yvirtøkuna av tógvhandlinum?
– Í januar í 2012 fóru vit – øll
familjan – til Asia at ferðast. Vit byrj
aðu í Singapore, fóru upp ígjøgnum
Malaysia, til Thailands og Borneo-
oyggjarnar. Seinastu seks vikurnar
av ferðini, sum tilsamans vardi í fýra
mánaðir, ferðaðust vit í Spania. Í hes
um tíðarskeiði fekk eg farloyvi úr
starvinum, eg hevði á byggideildini
hjá Tórshavnar kommunu. Tá far
loyvistíðin var úti, byrjaði eg aftur hjá
kommununi. Hóast eg hevði ógvuliga
góðar starvsfelagar, kom eg skjótt
eftir, at eg kundi hugsað mær at roynt
okkurt nýtt og øðrvísi.
Jansy sigur, at á veg heim av ar
beiðsplássinum gekk hon ofta fram
við Igloo í Sverrisgøtu, og onkuntíð
streyfaði tankin, at hon kanska kundi
hugsað sær at havt ein slíkan handil.
– Mær hevur altíð dámt væl at
bundið, og sama var við bæði mammu
míni og ommu míni.
Ein dagin sigur Jansy við mannin, at
hon kundi hugsað sær okkurt annað
at gera.
– Tá spyr maður mín, um eg hevði
hugsað um nakað ávíst. Um hetta
mundið hevði Igloo staðið til sølu. Eg
nevndi hetta fyri manninum og helt
fyri, at vit kanska skuldu keypt hetta
handilsvirksemið. Tá helt maðurin fyri,
at hetta nú var løgið. Hann og eigarin
høvdu í sínari tíð verið starvsfelagar,
og í vikuni fyri høvdu teir av tilvild
møtt hvørjum øðrum og vóru komnir
í prát. Prátið kom eisini yvir á tógv
handilin, og um vit ikki høvdu hug at
keypa.
Jansy vísir á, at tey í fyrstu atløgu
løgdu einki boð inn, og handilin stóð
framhaldandi til sølu í eina tíð aftrat.
– Ein dagin spyr maðurin, um eg
ikki ætli mær at taka eina avgerð, og
eg helt fyri, at eg helst fór at angra
tað, um vit ikki løgdu eitt boð inn.
Hetta kvøldið ringdu vit til eigaran,
og dagin eftir varð boðið hjá okkum
góðtikið. Eg haldi, at eg gjørdist eitt
sindur sjokkerað, tá eg stóð við møgu
leikanum, tí eg hevði ongantíð áður
havt við nakran handil at gera, tó at
eg altíð havi tímað væl at bundið.
Handilin er dagførdur
Jansy Simonsen sigur, at heilt síðan
hon yvirtók handilsvirksemið og húsini
í Sverrisgøtu, hevur verið arbeitt við at
umvæla og dagføra húsini, soleiðis at
tey í dag eru í besta standi.
– Foreldur míni hevur hjálpt mær
nógv. Pápi mín hevur gjørt alt hond
verksarbeiðið og mamma mín hevur
tapeserað og málað. Pápi er maskin
meistari, men hevur altíð verið góður
til hendurnar. Tað eri eg, sum havi
runnið niðan til Balslev, og so er tað
hann, ið hevur smíðað og hevur gjørt
eitt velduga stórt arbeiði, ið eg eri
honum sera takksom fyri.
Hon vísir á, at inngongdin til hand
ilshølini er flutt út í hornið á bygning
inum, og øll vindeygni bæði í hand
ilshølunum og í ovaru hæddini eru
skift. Sama er við gólvunum í báðum
hæddunum. Í ovaru hæddini stóðu
bara sperrurnar eftir. Her vóru fleiri
rúm, og her er alt gjørt av nýggjum,
umframt at her er bygd ein góð
terassa – við útgongd av loftinum.
– Nú vantar mær ikki so nógv í, at
tógvhandilin er endaliga dagførdur.
Jansy sigur, at tað einasta, sum
er gjørt av øðrum enn pápanum, er
teldukervið og nýggjar el-bindingar.
Fakfólk hava eisini sett upp eina hita
pumpu í húsunum, men eisini her
hjálpti pápi hennara til.
Hava ongantíð angrað
Hóast hon ongar handilsligar royndir
hevði, tá hon fyri trimum árum síðan
tók yvir tógvhandilin, hevur Jansy
ongantíð angrað avgerðina.
– Tá eg byrjaði, var yngsti sonur
okkara júst fyltur fýra ár, og handilin
fór við nógvari tíð. At hava sítt egna
virki krevur, at tú leggur meira enn
ein vanligan arbeiðsdag í tað. Eg eri
í sving frá tíðliga á morgni til seint á
kvøldi – ja, oftast seks dagar um vik
una og onkuntíð fer sunnudagurin við.
Hon sigur, at nú er arbeiðið betri
skipað, og hon hevur eina dugnaliga
kvinnu, Elisabeth í Gong, at hjálpa
sær.
– Tá eg yvirtók handilin, settu vit
okkum nøkur mál, og tey hava vit
higartil rokkið. Jú, eg haldi, at hetta er
rættiliga spennandi, og eg gleði meg
til tíðina, sum liggur fyri framman,
sigur Jansy Simonsen.
Navn: Jansy Simonsen
Starv: Eigari av
Tógvhúsinum
– Eg haldi, at eg gjørdist eitt sindur sjokkerað, tá eg stóð við møguleikanum at yvirtaka
handilin, tí eg hevði ongantíð áður fingist við slíkt virksemi, tó at eg altíð havi tímað væl
hondarbeiði, sigur Jansy Simonsen, sum eigur og rekur Tógvhúsið, fyrrverandi Igloo
Hóast hon ongar handilsligar
royndir hevði, tá hon
yvirtók tógvhandilin, hevur
Jansy Simonsen ongantíð
angrað avgerðina
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hevði ongar
royndir í
handilsvinnu