leygardagur 14. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 153 - 14. august 2004
Nr. 153 - 14. august 2004
3
Sat ósekur í fongsli
Í amerikanska statinum Texas hava myndugleikarnir
latið tann 76 ára gamla Robert Coney leysan, tí tað
vísti seg, at hann hevði sitið í fongsli í samfull 41 ár,
hóast hann var ósekur.
David Wilson, sum er dómari í býnum Lufkin har
eysturi í Texas, kom hósdagin til ta niðurstøðu, at
Robert Coney var ósekur, tá hann bleiv dømdur. Tað
var í 1962, og árið eftir fekk maðurin lívlanga fongs-
ulsrevsing. Í úrskurði sínum segði David Wilson, at
løgreglan hevði noytt Robert Coney at játta seg sekan
í einum vápnaðum innbroti, sjálvt um løgreglumenn-
inir vistu, at hann var ósekur. Undir avhoyringunum
høvdu løgreglumenninir verið so harðligir, at teir
høvdu brotið aðra hondina á Robert Coney.
Tá hann slapp út úr fongslinum, segði Robert
Coney, at sjálvandi var hann argur um tað, sum hent
var, men at hann kortini ætlaði sær at royna at gloyma
tað og at liva eitt vanligt lív.
Hundar við myndatóli
Bretska løgreglan er nú farin at nýta servandar hund-
ar sum upptøkumenn, tá leitað verður eftir
yvirgangsmonnum.
Rock Harrison hjá løgregluni í London sigur við
blaðið The Sun, at tá løgreglan fer inn í eini hús, sum
yvirgangsmenn halda til í, vita løgreglumenninir ikki,
um yvirgangsmenninir kunnu vera vápnaðir. Tí
verður eitt myndatól sett oman á høvdið á einum
hundi, og hann verður so sendur inn í húsini at vita,
hvar yvirgangsmenninir eru, og um teir eru vápnaðir.
Løgreglumenninir standa so uttanfyri og fylgja við,
hvat sæst í myndatólinum.
Rick Harrison, sum sjálvur hevur tann tvey ára
gamla myndahundin Max, sigur við The Sun, at tað
nýggja vápnið ímóti yvirgangsmonnum hevur víst
seg at virka sera væl, og hann ivast ikki í, at løgreglu-
menninir kunnu kenna seg nógv tryggari, hava teir
Max ella ein annan myndahund við sær, tá teir fara at
leita eftir yvirgangsmonnum.
Illur hummari
Ein tíggju ára gomul norsk genta varð so illa bitin av
einum hummara mikudagin, at læknin mátti nýta
ellivu pentur fyri at fáa sárið at grógva aftur. Áðrenn
læknin seymaði, fekk gentan sjey sproytur.
Dagsavisen skrivar, at Ann-Christine Hæggernæs
spældi niðri í fjøruni í Hetlevik á oynni Askøy, tá
hummarin brádliga beit hana í annan fótin. Hon sigur
við blaðið, at hon visti ikki, hví hon fekk so ilt, men
lítla løtu seinni sá hon ein hummara fara út eftir botn-
inum. Tá hon tók fótin upp undan vatnskorpuni, sá
hon, at hummarin hevði bitið hana báðu megin fótin.
Ann-Christine Hæggernæs fylti tíggju ár í gjár, so
hesaferð noyyddist hon at halda føðingardagin á
høkjum.
Tann nakni sannleikin
Sjónvarpshyggjarar í Kanada, Bretlandi og Fraklandi
kunnu nú fegnast um, at teir fáa tann nakna sann-
leikan at vita, tá teir hyggja eftir tíðindum í sjónvarp-
inum.
Í 1999 byrjaði sjónvarpið Naked News (Nakin
tíðindi) at senda í Kanada. Tað serliga við hesum tíð-
indasendingunum er, at upplesarin, sum altíð er ein
kvinna, letur seg úr klæðunum, meðan hon lesur tíð-
indini. Eitt plagg fyri og annað eftir endar á gólvin-
um, og tíðin er lagað soleiðis, at tá sjónvarpskvinnan
kemur til veðurtíðindini, rýkur tað seinasta plaggið
av henni. Samantha Page, sum er ein av upplesar-
unum, sigur tó við Reuter, at hon og hinir upplesar-
arnir royna at halda seg í skinninum, tá tíðindini
snúgva seg um onkran, sum er deyður, tí tað hevði
verið ósømiligt at lisið slíkt nakin, heldur hon.
Í Evropa eru tað bara bretar og fransmenn, sum
síggja Naked News, sum verða send á Sky TV í
Bretlandi.
UTTAN ÚR HEIMI
Fleiri hundraðtúsund
kubanar máttu í gjár
flýggja undan ódnini
Charley, sum hevði
beina kós ímóti
Florida
ÓDNARVEÐUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Kubanski leiðarin, Fidel
Castro, fylti 78 í gjár, men
hetta var ikki ein vanligur
føðingardagur hjá honum.
Ístaðin fyri at halda dagin
fór hann á veðurstøðina í
Havana at tosa við veður-
menninar har um ódnina
Charley, sum var á veg
ímóti høvuðsstaðnum.
Kubansku myndugleik-
arnir søgdu í gjár, at fleiri
hundraðtúsund fólk vóru
flýdd undan ódnarveðrin-
um. Har vesturi í landinum
roknaðu myndugleikarnir
við vatnflóð, og har vóru
minst 149.000 fólk flýdd
frá húsi og heimi.
Charley, sum er ein
tropisk ódn, helt leiðina
fram ímóti Florida. Eisini
har høvdu fólk fyrireikað
seg til ódnina, og sambært
Jebb Bush, guvernøri, fór
ódnin at raka øki, har meiri
enn tvær milliónir fólk
búgva. Beint frammanund-
an hevði tropiski stormurin
Bonnie herjað partar av
Florida.
Líkt er til, at summar
amerikanskar fyri-
tøkur hava fingið
fyrimunir í endur-
byggingini í Irak, tí
tær hava gott sam-
band við Bush-
stjórnina
USA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tey, sum skipa fyri val-
stríðnum hjá John Kerry,
halda seg hava funnið eitt
nýtt vápn í royndunum at
fella George W. Bush, for-
seta á valinum í november.
Veljararnir skulu nú fáa at
vita, hvussu tætt samband
er ímillum stjórnina og
summar amerikanskar fyri-
tøkur, og at hesar fyritøk-
urnar hava fingið stórar
fyrimunir, tá myndugleik-
arnir hava lutað arbeiði í
Irak út.
Ted Devine, sum er í val-
bólkinum hjá Kerry, sigur
við bretska blaðið The
Financial Times, at sam-
bandið ímillum stjórnina
og fyritøkurnar verður eitt
av teimum stóru evnunum í
valstríðnum í heyst. Sjálvur
ivast hann ikki í, at veljar-
arnir verða í øðini, tá sann-
leikin kemur fram, og hann
er eisini sannførdur um, at
avdúkingarnar fara at koma
forsetanum illa við.
Halliburton
Tann fyritøkan, sum oftast
hevur verið nevnd í sam-
bandi við stjórnina, er
Texas-fyritøkan Hallibur-
ton. Dick Cheney, varafor-
seti, var ein av stjórunum í
fyritøkuni, áðrenn hann
gjørdist varaforseti, og
nógv bendir á, at tað er
komið fyritøkuni væl við,
at tann gamli stjórin fekk
eitt so týðandi embæti.
Herfyri avdúkaði New
York Times, at Halliburton
hevði fingið arbeiði frá
amerikonsku umsitingini í
Irak fyri fleiri milliardir
dollarar, sjálvt um eingir
pengar vóru játtaðir til hesi
arbeiði.
Samstundis kom fram, at
ósemja hevur tikið seg upp
ímillum
herin
og
eitt
dótturfelag hjá fyritøkuni,
tí felagið hevur sent her-
inum rokningar fyri ar-
beiði, sum sambært her-
leiðsluni ikki eru gjørd.
Fyrr í vikuni frættist eis-
ini, at ein kelda í verju-
málaráðnum
Pentagon
hevði latið leka út, at Halli-
burton kann ikki skjal-
prógva rokningar fyri næst-
an tvær milliardir dollarar.
Tí hevur verjumálaráðið í
fyrsta umfari gjørt av at
afturhalda pengum, sum
Halliburton sigur seg eiga,
skrivar Financial Times.
Í síðstu viku søgdu fleiri
kongresslimir við New
York Times, at stjórnin hev-
ur útlutað arbeiði í Irak fyri
nógv meiri pengar enn tað,
sum er játtað. Eisini tá bleiv
Halliburton nevnd.
Ted Devine sigur við
Financial Times, at nógvir
amerikanarar halda sam-
bandið ímillum stjórnina
og Halliburton hava líka
stóran týdning í valstríðn-
um sum spurningar um
heilsu og arbeiðspláss. Tí
kunnu slíkar avdúkingar
fáa stóran týdning fyri valið
í november, sigur hann.
Bush og vinnulívið eru ov væl
Hendan fylgisveinamyndin vísir tropisku ódnina Charley í neðra og tropiska stormin Bonnie í erva. Vanliga plaga tær tropisku
ódnirnar at taka seg upp í juni, men Charley er tann fyrsta í summar. Hinvegin er tað sjáldsamt, at so stutt er ímillum ein tropiskan
storm og eina tropiska ódn sum hesaferð
Castro fekk Charley í føðingardagsgávu
Hósdagin varð ein
seinasta roynd gjørd
at bjarga lítla Peturi,
tá skriv varð handað
floksformonnunum
niðri í tinginum. Í
verandi støðu skal
Petur til Danmarkar
mánadagin, og hesum
mótmæla avvarðandi
LÍTLI PETUR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Søgan um lítla Petur við
serligum tørvi er klassiska
søgan um tann lítla, veika
og verjuleysa borgaran,
sum samfelagið ikki hevur
pláss fyri.
Men hóast málið er meiri
kompliserað enn so, er tað
ein sannroynd, at lítli Petur
skal skiljast frá sínum
systkjum í heimliga um-
hvørvinum. Eftir mikið
stríð í fleiri mánaðir skal
lítli Petur í verandi støðu í
flogfari mánadagin niður á
døgnstovn í Karup komm-
unu, har pápi Petur bíðar.
Døpur útlit
Seinnapartin
hósdagin
handaði Bára Johansen,
forkvinna í MBD/DAMP-
felagnum, floksformonn-
unum skriv uttanfyri tingið.
Hetta er sama áheitan, sum
varð handað myndugleik-
unum 11. juni, og tá høvdu
9430 føroyingar veitt sín
stuðul við undirskriftum.
»Vísandi til omanfyri
standandi heita vit staðiliga
á flokkarnar á løgtingi og
hvønn einstakan løgtings-
mann um beinanvegin at
játta neyðuga peningin til
keyp av húsum og at bera
so í bandi, at Petur ikki
noyðist av landinum mána-
dagin, tí tað at skrykkja
Petur upp við rót úr trygga
sosiala umhvørvinum í
Føroyum verður til óbóta-
ligan skaða fyri bæði Petur
og systrar hansara«. Eftir
handanina í tinginum segði
Bára Johansen, at nú er tað
gjørt, sum stendur í teirra
makt at broyta støðuna.
– Eg vænti einki, tí eg
havi ikki longur álit á
føroysku myndugleikunum,
men vit hava altíð loyvið at
vóna, og kanska eitt undur
fer at henda, sigur Bára
Johansen.
Forkvinnan
í
MBD/DAMP heldur, at
gongdin í málinum hevur
staðfest, at vit búgva í
einum landi, sum ikki er
fyri øll.
– Samfelagið hevur tikið
sær av systrunum hjá
Peturi, men ikki av honum
sjálvum. Einki tilboð er til
Petur, okkara skipan umfat-
ar ikki børn við serligum
tørvi, og løgfrøði og teori
eru tikin framum vit og
skil, sigur Bára Johansen.
– Knúturin í málin-
um er, at Karup
kommuna hevur
avgerðarrætt yvir
Peturi, tí har er
foreldramyndugleikin
, og so leingi pápin og
kommunan vilja
havað lítla Petur
niður, kunnu vit einki
gera, sigur Eyðun
Jensen á sosialu deild
í býráðnum
LÍTLI PETUR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Í øllum fjølmiðlameldrin-
um kring lítla Petur hevur
sosiala deild í Tórshavnar
býráð verið nevnd aftur og
aftur. Sosiala deild er sam-
an við almanna- og heilsu-
málaráðnum
avvarðandi
myndugleiki, og Eyðun
Jensen formaður á deildini
sigur, at alt er gjørt fyri at
fáa Petur at vera verandi í
Føroyum.
Ongan avgerðarrætt
Knúturin í málinum er
sambært Eyðuni Jensen, at
Tórshavnar kommuna ikki
hevur endaliga orðið í
málinum um Petur.
– Karup kommuna hevur
endaligan avgerðarrætt, tí
har er foreldramyndugleik-
in yvir Peturi. Vit hava
roynt at útseta avgerðina
um at flyta Petur av landin-
um, til ein tøkur stovnur er
í Føroyum, so Petur kann
vera verandi, men avgerðin
er tikin, og vit kunnu ikki
gera meiri við málið, sigur
formaðurin á sosialu deild.
Eyðun Jensen ger greitt, at
endamálið frá byrjan hevur
verið at varðveita lítla Petur
í Føroyum, men tá einki
stovnspláss er til hann,
samstundis sum pápin og
Karup kommuna ikki vilja
bíða, kann býráðið ikki
gera meiri.
– Tað hevur verið langt
av leið støðugt at ákæra
sosialu deild, tí vit hava
gjørt tað, vit kunnu, sigur
Eyðun Jensen.
Tilmælið
Avvarðandi hjá Peturi siga
aðrastaðni á síðuni, at
Karup kommuna bert hevur
gjørt eftir tilmæli frá
Tórshavnar kommunu, og
at tað er orsøkin til, at Petur
fer til Danmarkar mána-
dagin. Men hesum vísir
Eyðun Jensen aftur.
– Vit bóru víðari tað til-
mæli, vit fingu frá serfrøð-
ingum, sum kannaðu Petur,
og tað tilmælið var at fáa
Petur á viðgerðarstovn.
Eingin slíkur er tíverri í
Føroyum, og tí er avgerðin
tikin í Danmark um, at
drongurin skal niður, greið-
ir formaðurin í sosialu
deild frá.
Teirra møguleiki hevur
verið at fáa donsku komm-
ununa og pápan at bíða, til
viðgerðarstovnur er tøkur í
Føroyum, sum almanna- og
heilsumálaráðið er í holt
við at útvega, men sum sagt
vildi kommunan við enda-
liga avgerðarrættinum ikki
bíða.
Einki fjalt
Omma Petur ákærir eisini
býráðið fyri at hava fjalt
upplýsingar, so avvarðandi
ikki skuldu hava neyðugu
stundirnar at mótmæla,
men
somuleiðis
vísir
Eyðun hesum aftur.
– Vit hava mótmælt og
arbeitt fyri, at Petur kann
vera verandi í Føroyum. Vit
upplýstu avvarðandi bein-
anvegin um, at Karup
kommuna vildi hava Petur
niður, og tá endaliga úrslit-
ið fyrilá í august, boðaðu
vit beinanvegin frá, sigur
Eyðun Jensen at enda.
– 8. juli varð avgerð
tikin um, at Petur
skuldi til Danmarkar,
og ikki fyrr enn 3.
august fekk eg boðini,
hóast eg áhaldandi
spurdi meg fyri.
Tórshavnar býráð
hevur tilvitað fjalt
hesar upplýsingar, so
vit ikki skuldu hava
stundir at mótmæla,
sigur omma Petur,
Gunnvør Poulsen
LÍTLI PETUR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Síðani mamma lítla Petur
fór, hava omma og abbi
Petur, Gunnvør og Jóannes
Poulsen, havt abbasonin,
sum á ein øðrvísi hátt
nærmast hevur fingið kult-
status í Føroyum. Gunnvør
Poulsen sigur eins og Bára
Johansen aðrastaðni á síð-
uni, at seinasta royndin nú
verður gjørd, men hon
metir tað ikki vera sannlíkt,
at Petur verður verandi í
Føroyum.
Býráðið fjaldi
upplýsingar
Gunnvør
Poulsen
finst
harðliga
at Tórshavnar
býráð, og ákærurnar eru
álvarsamar.
– Eg spurdi meg áhald-
andi fyri á býráðnum, og
tey lovaðu, at tey skuldu
siga frá, um okkurt nýtt var
at frætta. Hóast tað fjaldu
tey upplýsingar fyri okkum
frá 3. juli til 8. august, sigur
Gunnvør Poulsen.
Hon greiðir frá, at henda
dagin í juli var avgerð
endaliga tikin um lítla
Petur, men býráðið ringdi
ikki til sakførara hennara
fyrr enn 8. august.
– Fyri mær tykist hetta
vera ein tilvitað ætlan, so
vit skuldu hava so stutt
skotbráð sum gjørligt at
mótmæla. Sosiala nevnd í
býráðnum fór aftur um
rygg okkara við at fjala
slíkar upplýsingar, sigur
Gunnvør Poulsen.
Tøkar fosturfamiljur
Gunnvør Poulsen greiðir
frá, at fleiri fosturfamiljur í
Føroyum hava givið til
kennar, at tey fegin vilja
taka sær av lítla Peturi, og
Gunnvør hevur saman við
avvarðandi verið glað fyri
hesa vælvild og hesi tilboð.
– Men hetta hava mynd-
ugleikarnir heldur ikki
loyvt okkum. Avgerðin er
tikin um, at Petur skal til
Danmarkar, og tað kennist
serliga svárt, tá vit vita, at
føroyskar familjur eru sinn-
aðar at taka sær av dreing-
inum,
sigur
Gunnvør
Poulsen.
Hon sigur, at stríðið fyri
at varðveita Petur í Føroy-
um hevur verið strævið, og
tað tykist sambært Gunn-
vør ikki, sum arbeiðið hev-
ur givið úrslit.
– Men til mánadagin
vóna vit, at onkur kemur
okkum til hjálpar, sigur
Gunnvør Poulsen, omma
Petur.
RESUMÉ
Eftir at hava prátað við familju, myndugleikar,
áhugafelag og ónevndan sakførara tykist hetta í
stuttum vera kjarnin í málinum um lítla Petur:
1. Foreldramyndugleikin yvir Petur er í Karup
kommunu, og tí er avgerðarrætturin í hesi
kommunu og ikki í Føroyum.
2. Petur hevur sambært serfrøðingum brúk fyri
viðgerðartilboði (døgnstovni), sum Tórshavnar
býráð eisini hevur mælt til.
3. Eingin viðgerðarstovnur av slíkum slagi finst í
Føroyum.
4. Tí hevur Karup kommuna saman við pápa lítla
Petur gjørt av, at Petur skal niður.
5. UM EIN VIÐGERÐARSTOVNUR FYRI SLÍK
BØRN VIÐ SERLIGUM TØRVI HEVÐI VERIÐ
Í FØROYUM, HEVÐI PETUR HELST VERIÐ
VERANDI.
Seinasta royndin at bjarga lítla Peturi
– Eg vænti einki, tí eg havi ikki longur álit á føroysku
myndugleikunum, men vit hava altíð loyvið at vóna, sigur
forkvinnan í MBD/DAMP, Bára Johansen, sum her sigur nøkur
borgarlig orð við floksformenninar uttanfyri tingið, eftir at teir
hava fingið mótmæli um lagnu lítla Peturs
Mynd: Maria Olsen
Eyðun Jensen, Tórshavnar býráð:
Vit hava hava gjørt okkara
Býráðið sveik
– Tað kennist serliga svárt, at hann skal av landinum,
samstundis sum fleiri fosturfamiljur hava givið til kennar, at
tær vilja taka sær av Peturi, sigur omma lítla Petur, Gunnvør
Poulsen. Her er hon avmyndað hósdag seinnapart niðri í
tinginum, beint eftir at ein seinasta áheitan er handað
floksformonnunum
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
3
2