Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 153 - 14. august 2004 Nr. 153 - 14. august 2004 5 Í dag, leygardagin, skipa MB og Miðvágs Róðrarfelag fyri árliga bygdardegnum við fótbólti, motor- súkklukappkoyring, tivoli o. ø BYGDARDAGUR Tíðindaskriv Byrjað verður í morgun, leygarmorgunin, kl 10 við, fótbóltskapping verður fyri tey yngstu og motorsúkklukappkoyring. Dysturin millum FS Vágar og VB í aðru deild er í hesum sambandi fluttur til Miðvágs og verður leiktur kl 15. Mini tivoli við hoppiborg og mini motorsúklum og øðrum verður á íttrottarøkinum. Um kvøldið kl 20 verður Meksikansk uppboðssøla við seyði. Dagurin endar við liv- andi tónleiki, har Sámal Ravnsfjall og aðrir kendir miðvingar undirhalda. Eisini verður føroyskur dansur og felags sangur. JUPITER Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ætlandi skuldi kombiner- aði nóta-og trolbáturin, sum P/F Driftin í Gøtu hevur keypt úr Skotlandi, koma til landið í kvøld. Atli Hansen, reiðari, segði úr Skotlandi týsdag- in, at teir fóru ikki út við skipinum, fyrr enn øll viðurskifti vóru greið. Trupulleikar hava verið við køliútbúnaðinum, og tí kemur nýggi Jupiter ikki til Føroya fyrr enn leygardagin, tá ið skipað verður fyri móttøku á bryggjuni í Gøtu. Skipið, sum er keypt úr Peterhead, kallast Pathway. Tað er bygt í 1998 og er 1384 brt. stórt. Gamli Jupiter, sum er bygdur í 1978, verður lagdur, tá ið hin báturin kemur í flotan. P/F Driftin keypti gamla Jupiter í 1999, og í Noregi er hann best kendur undir navninum, Eros. Atli Hansen sigur, at gamli Jupiter verður seld- ur. Reiðarin vil ikki upp- lýsa, hvussu nógv Path- way verður keyptur fyri. Móttøkan fyri Jupiter verður í dag - Føroyingar eru ikki komnir nóg langt innan varandi orku- keldur, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV ORKA Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Men er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við orku- málum, samdur í hesum sjónarmiðnum? - Tað eri eg. Ein av orsøk- unum til hetta er, at vit hava ikki havt ein yvirordnaðan orkupolitikk í Føroyum. Tað arbeiðið er farið í gongd nú, og tað verður ásett, at tað er ein lands- politisk uppgáva at røkja og røkka hasum endamálinum, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin hev- ur á orkuráðstevnu í Íslandi boðað frá, at Føroya Lands- stýri til eina og hvørja tíð vil samstarva við hini lond- ini í útnorði um at menna alternativar orkukeldur. Verulig politisk stig - Eg haldi, at eg kann siga, at hetta er fyrstu ferð, at mann hevur tikið verulig politisk stig í Føroyum fyri at loysa upp fyri, at vit náa longri innan varandi orku- keldur, sigur Bjarni Djur- holm. Bjarni Djurholm sigur, at størri partur av orkunýtsl- uni skal byggja á ikki dálkandi og varandi orku- keldur. Men spurningurin er, hvussu lang tíð skal ganga, innan ein ávísur, og helst stórur, partur av føroysku orkuni skal koma frá varandi orkukeldum. Poul Michelsen, ting- maður, er ógvuliga kategor- iskur í sínum sjórnarmiðið. Hann sigur, at tíðarhori- sonturin er væl minni, enn vit fyrr hava hildið. Ringa tíð - Tað er onki at taka feil av, at innan tíggju til fimtan ár, tá skulu vit hava ein betýð- iliga størri part av okkara orku umgjørda til grøna vinnu, sigur Poul Michel- sen, tingmaður fyri Fólka- flokkin. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við orkumál- um, sigur, at samgongan hevur lagt stóran dent á orku- og umhvørvisspurn- ingin og hevur ásett tað beinleiðis í samgongu- skjalinum, at vit skulu røkka nøkrum setningum. Føroyar sum royndarland - Í tí sambandinum hava vit boðið tað føroyska økið út til royndarøkið, soleiðis at mann í norðurlendskum samanhangi kann brúka føroyska økið sum roynd- arøkið innanfyri alternativa orku. Bjarni Djurholm sigur, at seinni í heyst fara vit at frætta frá Norðurlandaráð- num, hvørt Føroyar kunnu verða royndarøkið. Lands- stýrismaðurin sigur, at Før- oyar liggja frammaliga í hesi kappingini. Hóast arbeiðara- rørslan og arbeiðara- flokkarnir í norðan- londum hava vunnið nógvar politiskar sigrar, verður altíð neyðugt at halda áfram við stríðnum fyri betri rættindum og møguleikum hjá øllum í samfelagnum POLITIKKUR Tíðindaskriv Hetta var eisini grundar- lagið fyri fundinum hjá formonnunum í samstarvs- nevndini hjá norðurlendsku arbeiðararørsluni - SAMAK - tá teir hittust í Íslandi vikuskiftið 7. og 8. august. Fundurin varð hild- in á søguligu oynni Viðey, ið liggur beint uttan fyri Reykjavík. Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, umboðaði Javnaðarflokkin á fundinum. Formenninir viðgjørdu støðuna í ymsu norður- lendsku londunum. Um- framt vanligu hjartamálini hjá javnaðarflokkunum, viðgjørdu formenninir m.a. fyrimunir og vansar við globaliseringini, arbeiðs- marknaðarmál, serliga støðuna hjá teimum eldru á arbeiðsmarknaðinum, við- urskiftini hjá útlendingum á arbeiðsmarknaðinum, evropeiskt samstarv og møguleikarnar at arbeiða fyri, at núverandi og møgu- liga komandi norðurlendsk ES-lond kunnu varðveita ræðisrættin á fiskivinnu- økinum. Eisini varð umrøtt, hvørji tiltøk skulu setast í verk, fyri at byrgja upp fyri vandanum við versnandi fólkaheilsu, sigur Javnaðar- flokkurin í tíðindaskrivi. Norðurlendskir Javnaðarflokkar: Stolt - tó ikki nøgd Nakrir av høvðuspersónunum á fundinum vóru: frá vinstru Jens Stoltenberg, formaður í norska Javnaðarflokkinum, Gretar Thorsteinsson, formaður í íslendska fakfelagssamtakinum, Össur Skarphéðinsson, formaður í íslendska Javnaðarflokkinum, Göran Persson, formaður í svenska Javnaðarflokkinun, Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, Barbro Sundback, forkvinna í álendska Javnaðarflokkinum og Mogens Lykketoft, formaður í danska Javnaðarflokkinum. Føroyar ikki nóg frammaliga Bæði ákærarnir á fútaskrivstovuni og løgreglan siga seg hava tagnarskyldu í málinum um rúsdrekkakoyringina í Tórshavn hjá 22 ára gomlu stjørnuni hjá FC Keypmannahavn, Michael Silberbauer RÚSDREKKA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo 12. juli var danska fótbólts- stjørnan í FC Keypmanna- havn, 22 ára gamli Michael Silberbauer, á forsíðuni á Sosialinum orsakað av, at hann mikukvøldið 8. juli varð tikin fyri rúsdrekka- koyring í miðbýnum í Havnini beint eftir 4-1 sigurin á Tórsvølli móti HB. Blóðroyndin komin Á løgreglustøðini í Havn tók lækni hetta kvøldið eina blóðroynd av Silberbauer, sum skal staðfesta alkohol- nøgd, og royndin varð send til Danmarkar. Nú er royndin nakað síð- ani komin aftur til Føroya, og úrslitið av henni er avgerandi fyri, hvørjar av- leiðingarnar vera fyri rús- drekkakoyringina hjá FCK stjørnuni. Málið verður viðgjørt í Føroyum. Tagnarskylda Men eingin vil siga nakað um málið, tí talan er um eitt persónsmál. Hvørki á løg- reglustøðini ella hjá ákær- unum á fútaskrivstovuni eru nakrar upplýsingar at fáa um málið, har víst verður til tagnarskylduna, tá talan er um persónlig viðurskifti. Líka síðani hendingina hava danskir miðlar áhald- andi fregnast um gongdina í málinum, men teir noyð- ast helst at seta seg í sam- band við Silberbauer sjálv- an ella felag hansara FC Keypmannahavn, um svar skal fáast á spurninginum, um Silberbauer verður ákærdur ella ikki. Í Danmark hevur Ekstra- blaðið gitt, at Silberbauer sleppur við eini bót, men á BT vænta teir eitt sakarmál. Eingin vil tosa um Silberbauer Hvørki ákærarnir ella løgreglan vil siga nakað um rúsdrekkakoyringina hjá FCK stjørnuni Michael Silberbauer, tí talan er um eitt persónsmál, har tagnarskyldan er galdandi Bygdardagur í Miðvági Høgni Hoydal í Tjóðveldisflokkinum heldur tað vera stórt spell, at málið um Skúladepilin í Marknagili er steðga upp. – Uppskotið, sum nevndin við teimum trimum skúlastjórunum á odda kom við, er sera gott. Hóast Tjóð- veldisflokkurin ikki er komin við einum nýggjum uppskotið um skúladepilin, stuðla vit framvegis ætlanini fult út, sigur hann SKÚLADEPILIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum hevur enn ikki slept ætlanunum um, at hava ein stóran skúladepil í Marknagili. – Tað var sera stórt spell, at álitið ikki náddi at koma út til almenningin. Men Anita (á Fríðriksmørk, sum tá var landstýriskvinna í mentamálaráðum, eys) náddi bert at fáa álitið handað, áðrenn nývalið var útskrivað, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at tað er at harmast um, tí álitið er sera væl úr hondum greitt. – Vit settu eina byggi- nevnd, ið var mannað av skúlastjórunum og for- monnum í skúlastýrunum. Teir kenna tørvin best, og saman evnaðu teir eina ómetaliga góða ætlan, sum teir nevndu »Víðsjón«. Teir vita akkurát hvat kann fáast burturúr, soleiðis, at skúl- arnir hava egnar facilitetir hvør sær, men samstundis kunnu hava ymiskt í felag, t.d. bókasavn, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur víðari, at hann hoyrdi í løgmansrøð- uni, at eitt projekt lá fyri framman og bíðaði, og hann gongur út frá, at talan má vera um skúladepilin í Marknagili. Annars stað- festir hann, at hann ikki hevur hoyrt nakað um, hvat samgongan vil við málin- um. – Vit fingu eina semju í lag við Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýris- flokkin, um at fáa ein Skúladepil í Marknagili. Nú er spurningurin so hvat núverandi samgonga vil, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur seg vóna, at Fólkaflokkurin heldur fast um ætlanina, sum er ótrú- liga góð. – Eg vænti, at ætl- anin fer at verða veruleiki, tí tørvurin er so stórur og tí, at hetta er eitt álit gjørt av trimum samdum skúlastjór- unum, sigur hann. – Tað hevur stóran týdning, at skúlarnir eru samdir um ætlanina og standa aftan- fyri. Ikki nevnt skúladepilin Tjóðveldisflokkurin hevur annars havt fleiri uppskot frammi, um at byggja og útbyggja skúlar kring land- ið. Teir hava skotið upp at hava ein lista- og ítróttar- skúla á Sandi, at útbyggja tekniska skúlan í Klaksvík og at byggja nýggjan Fiski- vinnuskúla í Vestmanna. Men einki uppskot hevur verið um Skúladepilin í Marknagili. – Í undanfarnu samgongu samdust vit um, at skúlar og útbúgvingar skuldu vera tað økið, ið skuldi standa næst á skránni. Tað er jú so sera týdningarmikið at gera íløgur í skúlar og útbúgv- ingar, serliga nú, tá tíðirnar tykjast gerast verri. Tá samdust vit um, at tað vóru Miðnámsskúlin í Vági, Skúladepilin í Marknagili, Lista- og ítróttarskúlin á Sandi, Tekniski Skúli í Klaksvík og Fiskivinnu- skúlin í Vestmanna, sum skuldu raðfestast. Skúlin í Vági kom frá hondini, men so kom valið í úrtíð, greiðir Høgni Hoydal frá. – Einki uppskot er komið um Skúladepilin. Nú hava vit lagt uppskot fram um hinar tríggjar skúlarnar, men tað merkir ikki, at Tjóðveldisflokkurin ikki framvegis tekur undir við ætlanini um skúladepilin, staðfestir Høgni. – Tað er bara nakað nógv at leggja fram fýra uppskot um skúlar, sigur hann. – Hinir skúlarnir skulu eisini raðfestast. Eg vóni og vænti avgjørt, at skúla- depilin fer at verða veru- leiki, tí skúlarnir standa samdir aftanfyri ætlanina. Vit hava sum sagt ikki slept ætlanini, tvørturímóti fara vit, við teimum politisku amboðunum, vit hava, at royna at fáa hesa ætlanina framda. Skúlarnir kosta nógv, men samanborið við t.d. ein undirsjóvartunnil, eru upphæddirnar til skúlar ógvuliga smáar, staðfestir formaður Tjóðveldisfloks- ins at enda. Egon Øregaard, skúlastjóri á Tekniska skúla í Havn, undrast stórliga á, at Skúla- depilin í Marknagili onga umtalu hevur fingið í seinastuni. – Tað tykist sum um ætlanin er blivin burtur, tí nú verða aðrir skúlar aftur raðfestir hægri enn vit, sigur Egon Øregaard SKÚLADEPILIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Í november mánað í fjør var eitt álit um Skúladepilin í Marknagili borið niðan í Mentamálaráðið. Serliga Tjóðveldisflokkurin ar- beiddi hart fyri uppskotin- um, sum eftir valið tó tykist vera dottið burtur ímillum onnur mál. Egon Øregaard, skúla- stjóri á Tekniska skúla í Havn harmast almikið um horvna áhugan fyri málin- um. Málið hastar, tí skúl- arnir eru nevniliga í svárari hølisneyð, sigur hann. Einaferð enn yvirhálaðir Egon Øregaard sigur, at meðan undanfarna sam- gonga sat, kom verulig ferð á arbeiðið við Skúladepl- inum í Marknagili. Sjálvur sat hann í einum arbeiðs- bólki, sum arbeiddi ógvu- liga seriøst við ætlanini. Meiningin var, at leggja Tekniska skúla, Studenta- skúlan og HF-skeiði í Hoy- dølum og Handilsskúlan undir somu lon í Markagili. – Vit arbeiddu seriøst, og vit gjørdu eitt sera gott arbeiði. Tá álitið varð borið niðan í mentamálaráðið væntaðu vit veruliga, at okkurt fór at henda. Men síðani kom valið og legði lok á arbeiðið, greiðir Egon Øregaard frá. Hann sigur seg tó undrast stórliga á, at sitandi sam- gonga hevur sýnt ætlanini so lítlan áhuga. – Vit vænt- aðu at nýggja samgongan fór at taka við, har hin slepti. Álitið liggur jú í Mentamálaráðnum og er klárt at leggja fram. Men tað skuffaði meg stórliga at hoyra løgmansrøðuna, har Skúladepilin ikki varð nevndur við einum orði. Hinvegin fekk Fiskivinnu- skúlin drúgva umtalu, og sagt var, at ein verklagslóg skuldi evnast til tann skúlan, sigur Egon Øre- gaard. Hann leggur stóran dent á, at hann ikki vil taka nakað frá Fiskivinnuskúl- anum, og at hann veit, at teirra umstøður eisini eru herviligar. – Men, leggur hann síðani afturat, – tað er so sera skuffandi at síggja, at vit enn einaferð verða yvirhálaðir á málstrikuni. Í fjør, tá okkara arbeiði skuldi byrja, skuldi mið- námsskúlin í Vági fyrst fáast frá hondini og bleiv tikin framum. Tað var so í lagið, tí vit fingu lyfti um, at vit stóðu næstir á listan- um. Men nú sær tað út til, at vit enn einaferð verða snýttir á málinum. Fiski- vinnuskúlar yvirhála okk- um á báðum síðum, sigur Egon. Tjóðveldið sveik Hann sigur seg somuleiðis harmast almikið um, at Tjóðveldisflokkurin, sum arbeiddi nógv við málinum um Skúladepilin, nú tykist hava vent teimum baki. – Teir hava í 2004 havt upp- skot frammi um tríggjar skúlar, men teir nevna ikki okkum við einum orði. Tað skuffar meg ómetaliga nógv, sigur Egon, sum veruliga væntaði, at okkurt gott for at spyrjast burturúr øllum stríðnum. Hann sigur, at tá tosið um at útvega Tekniska skúla í Havn nýggj høli av fyrstan tíð byrjaði, vóru hvørki Miðnámsskúlin í Vági ella Fiskivinniuskúlin í Vest- manna til. – Vit hava verið útsettir og yvirhálaðir í 30 ár. Hallirnar í Smiðjugerði vóru ein neyðloysn, sum vit bert skuldu húsast í, inntil okkurt betri varð funnið. Nú er nýggja ætlanin klár, men tað sær framvegis út til, at vit vera raðfestir lægri enn hinir skúlarnir. Nú hastar tað veruliga hjá okkum, og eg veit at støðan er tann sama hjá Studenta- skúlanum og HF-skeiðn- um, sigur Egon. Hava lagt fram Egon Øregaard sigur, at samgongan vísti ætlanini nakað av áhuga í vár, tá Jógvan á Lakjuni, menta- málaráðharri, kallaði ar- beiðsbólkin inn til fundar. Teir løgdu tá ætlanina fram fyri hann, og ráðharrin tyktist vera áhugaður og positivur um ætlanina. Egon sigur seg vita, at mentamálaráðharrin síðani hevur lagt ætlanina fram fyri landsstýrið. Men har tykist tað eisini steðga upp, tí síðani fundin tíðliga í vár, hevur eingin av skúlastjór- unum hoyrt hvørki orð ella eið frá mentamálaráðnum, samgonguni, løgmanni ella andstøðuni. – Tað, at eingin nevnir okkum ella ætlanina, með- an aðrir skúlar verða upp- prioriteraðir, er óalmindi- liga skuffandi. Tað tykist, sum um vit eru dottnir burturímillum onkustaðni. Hølisviðurskiftini, serliga hjá okkum og studentaskúlanum, eru út av lagið vánalig. Eg kann t.d. nevna, at vit húsast undir átta ymiskum lonum og á trimum ymiskum adressum. Tað kann als ikki góðtakast, sigur Egon. Hann heldur gongdina í málinum vera harmilga. Serliga tá stykkið, ið depilin skuldi byggjast á, stendur órørt og byggiætlanin er klár, gjørd av trimum samdum skúlastjórum. – Eg veit, at henda ætlanin er stór og dýr, men hon loysir so sanniliga eisini nógvar trupulleikar. Bæði vit og studentaskúlin mugu hava nýggj høli ógvuliga skjótt, og fyrimunirnir við at byggja hølini saman eru nógvir, heldur Egon, sum inniliga vónar, at hesir tríggir týdningarmiklu skúlar ikki aftur fara at verða gloymdir og lægri raðfestir, nú felags ætlanin endiliga er komin so langt. Andrias Petersen, for- maður í mentanar- nevndini, sigur seg ikki hava hoyrt nakað nýtt í málinum um Skúladepilin. – Uppskotið er framvegis í menta- málastýrinum, og tað er ikki komið í ment- anarnevndina enn, sig- ur hann. Eg havi einki hoyrt um, at ætlanin er slept, men tað er ein stórur fíggjarligur spurningur, hvørt hon verður til nakað ella ikki, sigur Andrias Petersen. Hann vísir á, at tað ikki eru so nógvir pengar til, so okkurt má sparast onku- staðni. – Vit eru greið- ir um, at skúlarnir eru í veruligum trupul- leikum, men nú fáa vit at síggja eftir at fíggj- arlógaruppskotið kem- ur, hvussu prioriter- ingarnar verða, sigur hann. – At málið ikki er komið víðari, má vera orsakað av fíggj- arligu støðuni, tað gangi eg út frá, sigur Andrias Petersen. Málið liggur sostatt framvegis í Menta- málaráðnum, og eingin støða er tikin enn. Eys Hvar fór Skúladepilin í Marknagili? – Tað er óalmindiliga skuff- andi, at vit enn einaferð verða yvirhálaðir á málstrinkuni, sigur Egon Øregaard, skúla- stjóri á Tekniska skúla í Havn Ætlanin má ikki sleppast Fíggjar- støðan avgerðandi Høgni Hoydal sigur, at Tjóð- veldisflokkurin framvegis stuðlar ætlanunum um Skúladepilin. – Vit fara at nýta tey politisku amboðini, vit hava, at fáa ætlanina framda, sigur hann C M Y K 5 4