Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 153 - 14. august 2004 Nr. 153 - 14. august 2004 7 C M Y K 7 6 Eivør Pálsdóttir skal syngja fyri Haraldi kongi, og Sonju drotning av Noregi. Hetta hendir um somu tíð, sum hon skal luttaka á stóra oljufestivalinum á bryggjuni í Stavanger, nú aljtóða oljumessa verður hildin har í aðru viku. Eivør skal eisini syngja á sjálv- um høvuðspallinum í Stavanger, tá stóra oljuframsýningin endar. Tá plaga at vera meira enn 30.000 fólk samankomin OLJA OG MENTAN Jan Müller, jan@sosialurin.fo Okkara songkvinna Eivør Pálsdóttir sleppur enn eina- ferð at royna seg, tá hon í næstum fer til Noregs sam- an við øðrum føroyingum at vera við til stóra festival- tiltakið í sambandi við al- tjóða oljumessuna ONS. Eivør hevur fingið tvífald- an heiður oljudagarnar í Stavanger. Hon skal syngja á stóra pallinum á bryggj- uni fyri túsundtals fólkum, tá oljudagarnir enda. Men hon skal so eisini syngja fyri sjálvum Haraldi kongi, og Sonju drotning. Í sam- bandi við at ONS verður sett týsdagin 24. august fer Haraldur kongur at vitja oljumessuna. Eftir tað verður so skipað fyri mót- tøku og undirhaldi fyri kongi í Stavanger, og har hava stigtakararnir og borg- arstjórin í Stavanger ynskt at fáa Eivør Pálsdóttir at syngja fyri kongi. Tað verð- ur týskvøldið klokkan 19. Oljumessan og framsýn- ingin ONS verður annars í Stavanger í døgunum frá 24. til 27. august. Hetta til- takið er annaðhvørt ár í Aberdeen og í Stavanger. Her hittast oljufeløg og oljuídnaðurin úr øllum heimsins londum. Eisini føroyingar hava havt ein bás og verða vit við aftur hesaferð, har tað m.a. verð- ur varpað ljós á komandi útbjóðingarrundina við Føroyar. Tað er Oljuvinnu- felagið undir Vinnuhúsi- num, sum skipar fyri før- oysku luttøkuni, har fleiri virki verða við. Tað er so eisini ætlanin, at Oljufyri- sitingin skal skipa fyri tíð- indafundi um 2. útbjóðing. Tá verða bæði Sigurð í Jákupsstovu, stjóri og Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við. Men við síðuna av sjálv- ari framsýningini verður eisini skipað fyri einum mentanarligum oljufestivali á bryggjuni Vaagen í hjarta- num í Stavanger býi. Før- oyar verða eisini umboðað- ar í hesum tiltakinum, fyri triðju ferð. Tað eru Tórs- havnar kommuna og Runa- víkar Kommuna, sum í fel- ag skipa fyri eini sera spennandi og fjølbroyttari skrá. Har verður sett upp eitt stórt tjald undir heiti- num "Føroyar – Tórshavn – Runavík". Jens Marius Poulsen, bý- ráðsskrivari sigur, at tiltak- ið hevur verið so mikið væleydnað undanfarnu ferðirnar, at farið verður til Stavanger við fullum segl- um. M.a. fer sluppin Jo- hanna at liggja við bryggj- una, har tjaldið stendur. Í tjaldinum verða nógv ymisk tiltøk. Har fara so Ferðaráðið, Atlantic Airwas og Smyril Line at selja Før- oyar sum ferðamannaland. Har verður okkara alra Birgir Enni við sínum før- oysku øðum, øli og soda- vatni. Eisini fáa nakrar før- oyskar fyritøkur møguleika at vísa fram vørur sínar. Eitt nú Snældan. Har verð- ur eisini glaslist av Eiði og steinlist av Strondum. Eis- ini fer føroyingurin Helgi Joensen at vísa tinlist. Á festivalinum seinast luttók m.a. Sirri við sínum vøkru pløggum, og tá var stórur gravgangur eftir vørunum. Nú sleppa so aðrar fyritøk- ur at royna seg. Har verður so eisini tón- leikur, sum Krisjan Blak fer at standa fyri. Fleiri tiltøk og móttøkur verða eisini í sambandi við festivalin á bryggjuni. Eitt nú fer Vinnuhúsið at skipa fyri móttøku umborð á Jo- honnu týsdagin 24. august, og mikudagin 25. august skipa borgarstjórarnir í Havn og Runavík fyri mót- tøku. Tá er eisini ætlanin at Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður verður við. Jens Marius Poulsen sigur, at hetta er sjálvandi alt liður í at skapa ans og áhuga fyri Føroyum, og heldur hann sjálvur, at júst ONS-festi- valurin er eitt frálíkt høvi til tess. Bæði tá tað snýr seg um oljuleiting, føroyska mentan og Føroyar sum heild, eitt nú sum ferða- mannaland. –Eg haldi vit eiga at gera alt vit megna at vera meira sjónlig, og tað er at fegnast um, at tvær stórar føroyskar kommunur í fel- ag kunnu skipa fyri slikum tiltaki saman við nógvum góðum fólkum sigur ein bjartskygdur býráðsskriv- ari. Eivør syngja fyri kongahjúnum og altjóða oljufólki Oljufólk úr øllum heiminum, stavangerbúgvar og Haraldur kongur sleppa í næstum at hoyra vøkru røddina hjá Eivør Pálsdóttir. Mynd Jens K Vang So stór mannfjøld verður savnað, tá Eivør fer at enda altjóða oljutiltakið ONS 04 á bryggjuni í Stavanger 27. August. Mynd ONS Føroyar hava luttikið á oljumessum áður saman við øðrum tjóðum og verða við aftur hesaferð. Mynd Jan Müller Bjarni Djurholm, landsstýrismaður verður við á oljumessuni ONS fyri fyrstu ferð sum oljumálaráðharri. Mynd Jan Müller Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyrisitingini fer at gera sítt til at skapa áhuga fyri komandi leiting við Føroyar. Mynd Jan Müller