Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 153 - 14. august 2004 Nr. 153 - 14. august 2004 9 C M Y K 9 8 Nógv túsund fólk hava seinastu dagar- nar leitað sær saman ymsastaðni kring landið at njóta óvan- liga góða og lýggja summarveðrið, vit hava havt hesa vik- una. Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøð- ingur, sigur seg ikki minnast, at hitin í Føroyum nakrantíð áður hevur verið so nógvur. – Men nú broytist veðurlagið aftur, tí sunnunáttina kemur eitt brúgvalag yvir okkum. Týsdagin sær tó betur út aftur, tó at tað neyvan verð- ur so heitt, sum sein- astu dagarnar, sigur hann SUMMAR Orð & myndir: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Tær fáu sandstrendurnar, vit eiga, hava verið so fullar av fólki, at hetta minnir um kendu sólstrendunar við Miðjarðarhavið. Tú hevur hug at klípa teg í armin fyri at fáa staðfest, at hetta veruliga er so – og ikki bara er ein tropiskur dreymur, sum hongur eftir frá onkrari ferð sunnanfyri. Tú hyggur at hitamátara- num, sum stendur í skugga- num – júst soleiðis, sum hitin verður máldur sunn- anfyri. Hitin er omanfyri 20 stig. Tú hyggur aftur, tá ið nátturðin er farin niður um: 18 stig. Hetta er bara ein av mongu sóldøgunum í hesi vikuni. Í tíðindunum verður sagt, at tá ið heitast var á Flog- vøllinum í dag, var hitin 24,4 hitastig. Veðurfrøðingurin, Petur Skeel Jacobsen, sigur seg ikki duga at minnast, at so nógvur hiti er máldur í Før- oyum áður. Á sandinum, í bønum, í fjøruni, í túninum – alla- staðni andar av lívi, gleði og arbeiði, sum skal gerast, meðan sólin skínur. Sólin gevur tær heilsu- bót, siga sálarfrøðingar, men sólin ger eisini, at tú gerst gessigur, leggja teir aftrat! Hvussu verður so teir næstu dagarnir, spyrja iva- leyst mong, nú fólk eru vorðin so forvand við sól og summar? Í stuttum sigur veður- frøðingurin, Petur Skeel Jacobsen, at veðrið helst verður gott í dag, men at eitt brúgvalag kemur hend- an vegin sunnunáttina, sum væntandi fer at ávirka veð- rið sunnudagin og mána- dagin. Týsdagin sær betur útaftur, men líkt er ikki til, at hitin verður so nógvur, sum hesar seinastu dagar- nar. Vit eiga at gleðast um tær góðu løturnar, sum eru, tí hesar eru hóast alt ikki so fáar, tá ið saman um kemur. Føroyingurin er nú eina- ferð soleiðis háttaður, at er veðrið gott í tríggjar ella fýra dagar – og síðan regn og illfýsið í ein dag, so siga fólk, at tað er ongantíð gott veður; tað bara regnar… Veruleikin er, at vit í Før- oyum eiga nógvar góðar løtur alt árið. Veturin er ikki serliga kaldur, og tær góðu og vøkru vetrarløturnar eru nógvar. Vit skulu bara geva okkum far um tær. Eg minnist fleiri vetrar, har Skálafjørðurin um ársskift- ið - ella á hávetri – lá í sil- vitni í einar 10-14 dagar í slag. Men nú er summar – hó- ast tað er heyst - og tað er frálíkt! … Landslagið í Føroyum er nú einaferð soleiðis háttað, at sólin sjáldan skínur alla- staðni í senn. Liggur hann við eysturætt, kann vera skjótt, at hann køvir av við mjørka eysturi á landinum. Ein slíkan dag liggur eyst- ari partur av landinum und- ir í toku, men tær nýtist ofta ikki at koyra langt – so skínur sólin aftur av tí fagr- asta. Sama kann vera, tá ið hann liggur vestaneftir; tá hava vit ofta mjørka í Vág- unum og klára luft eystan- fyri. Er hann lágur í ættini, er ofta klárt í Elduvík og bygdunum nærindis, men liggur hann høgur í ættini, loysir seg sjáldan at leita eftir sólini norðanfyri. Mjørkin kemur líkasum inn úr havinum við ættini, sum liggur upp á land. Í dag hava flestu bil, so tað ber saktans til at leita eftir sólini, um lýtt er í veðrinum, og tú ert staddur á fastlandinum, har koyr- andi er vestureftir, norður- eftir, eystureftir og suður- eftir. … Nøkur ár hevur summarið roynst sum í ár, har vit eru komin út í august mánaða, áðrenn vit fingu nakra ser- liga sól. Fyrri parturin – og tíverri tann størsti parturin – av summarinum í ár royndist Øll tosa um veðrið, og tey flestu gera nakað við tað… einki serligur. Nú tað aftur er farið at myrkja á náttini, vóru mong ivaleyst farin at halda, at nú fóru vit bara at fáa illfýsið heystveður og slett einki summar. Tó man tað vera sjáldan, at eitt heilt summar fer afturvið, uttan at vit síggja sólina skína í nakrar dagar. Tíðliga í juli mánaða, tá ið flestu – bæði her heima í Føroyum og í Danmark – gramdu seg um vánaliga summarveðrið, hitti eg eina eldri konu. Vit tosaðu um vánaliga veðrið, ið verið hevði, nú tað var farið at myrkja á náttini. Hon var fryntlig og segði sannfør- andi og avgjørd, at summ- arið kemur nokk; tað kemur bara eitt sindur seinni í ár enn vanligt… Tey gomlu eru klók, plaga vit at siga, og nógv man vera um tað. Tey hava livað longri enn vit, sum eru yngri enn tey. Hvat hendan konan kendi á sær, er ilt at siga, men eg fái meg ikki at trúgva, at hon dugdi gand! Dugdi hon tað, kundi hon saktans havt syrgt fyri, at vit fingu eitt langt summar, soleiðis at eisini føroyingar vóru troyttir av sólini, tá ið au- gust mánaði var liðugur… Vit velja at trúgva, at tað er við veðrinum, sum Storm P segði: Øll tosa um tað, men eingin ger nakað við tað… Eisini í summar fingu vit sól og heilsubót til ein lang- an og myrkan vetur. Vit eiga at læra okkum at taka ta myrku tíðina – heyst, vetur og vár – sum hon kemur. Vit eiga at læra okkum at síggja tær góðu og vøkru løturnar, vit hava gjøgnum alt árið. Nú lækkar sólin, og tað myrkir á náttini, men tað er so vælsignað skjótt, at hon aftur byrjar at taka seg upp á himmalin. Tá kemur skjótt aftur eitt vár, har alt lív í jørðini aftur fer at næla – og eftir skamma stund er summar aftur í hondum. … Myndirnar, vit prenta á hesum báðum síðunum, eru allar tiknar á Leynasandi mikudagin í hesi vikuni, tá ið hópur av fólki hugnaðu sær á sandinum. Ein frísk løta í brennandi sól, sum ikki stendur aftan- fyri eina slíka løtu við Mið- alhavsins heitu og sólbardu strendur. Sólin, sum hevur skinið alla hesa vikuna – og glett bæði stór og smá - kostar einki, og tað kostar heldur ikki 4 evrur at lata seg baka ein seinnapart á Leyna- sandi ella aðrastaðni í Før- oyum. Hevur tú brent teg í sól- ini, eru bestu ráðini, tú kanst fáa, at smyrja neutralt jogurt ella neutralan súr- róma á brenda partin av likaminum. Hetta tekur burtur brunan og pínuna eftir stuttari tíð og hjálpir betur enn nakað annað, sum læknavísundin hevur at bjóða teimum, ið ikki duga sær hógv. Hesin liggur djúpt í sandinum – við eini sigarett í munnklovanum Tveir landarar hugna sær á Leynasandi Í góðveðrinum grillaðu fleiri búffar og pylsur Ein útlúgvaður smádrongur, sum nú hevur hálað gummibátin upp á turt… Tveir tíðindamenn, Uni og Heini, hittust á sandinum Tveir fittir smádreingir sum einki høvdu ímóti at vera avmyndaðir Tey sólaðu sær, meðan børnini spældu og svumu í ósanum Fólk hugnaðu sær óført í góða veðrinum "Coca cola, fanta, beer…" Nei, Jústinus og konan, Poula, seldu ikki sunkist hendan dagin á Leynasandi Ein vøkur summarmynd – við Koltri í baksýni