Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 153 - 14. august 2004 Nr. 153 - 14. august 2004 11 Kjartan Kristiansen Atlantsflog hevur havt góð- an byr seinastu árini. Með- an flogferðslan um allan heim hevur stríðst við stór- um undirskotum av stórum falli í ferðafólkatalinum, av met-høgum útreiðslum til trygd og brennievni og av ótálmaðari lágprískapping, hevur Atlants-flog givið avkast. Avkastið hevur ikki verið nóg stórt til tað, sum vit mugu krevja, um flog- felagið skal kunna endur- nýggja seg og liva upp til framtíðar krøv. Men yvir- skot er yvirskot. Ferðafólkatalið á Føroya- leiðini hevur ikki verið í minking, og Atlantsflog hevur átt størra partin av ferðafólkunum. Bæði flog- feløgini hava roynt seg við ymiskum lág-prístilboðum, men veruliga prískapping hava vit ikki sæð á Føroya- leiðini. Hesi viðurskifti eiga sín lut í, at inntøkurnar hjá Atlantsflogi hava megn- að at goldið øðiliga hækk- aðu útreiðslurnar. Men hetta er ikki øll orsøkin. Stóru flogfeløgini royna at leggja saman at nýta fyri- munirnar í stórvirkni. Onn- ur royna at fáa sær hesar fyrimunir við samstarvi. Vit minnast málið hjá SAS í sínari tíð at gerast eitt av teimum fimm størstu. Nú er felagið í STAR-alliance. Á stóru flogleiðunum og millum tættbygd øki og við nógv vitjað ferðavinnumál bjóða nýggj flogfeløg seg fram við mestsum útsølu- prísum. Atlantsflog og Maersk Air hava kappast á Føroya- leiðini, sum í altjóða høpi er ein pinkalítil leið uttan stórvirknismøguleikar. Hjá flogfelag, sum roynir at byggja seg upp í Evropa, gerst Føroya-leiðin mest eitt íkast. At leiðin eisini hevur tænt at flyta tey mongu starvsfólkini í Maersk koncernini til og úr Føroyum, mann hava gjørt sítt til, at felagið so leingi hevur hildið fast í hesari leiðini, sjálvt langt eftir, at tað hevði lagt um til flog- før, sum hóskaðu til størra marknaðin heldur enn til Føroya-leiðina. Kappingin gjørdist ójøvn og til fyrimunar fyri Atlantsflog. Íslendingar góvu heldur ikki Atlants- flogi nakra kapping. Teir høvdu valt annan marknað og nýttu bert síni gomlu innlendisflogfør at røkja Føroyar. Hesir báðir kapp- ingarneytarnir hava bert styrkt um álitið á, at regu- lariteturin er frægast við Atlantsflogi. Atlantsflog hevur gjørt tað, tað dugir best Atlantsflog hevur ein marknað. Tað er tann før- oyski marknaðurin - at flyta fólk úr Føroyum tær leiðir, sum kunnu flúgvast við avkasti. Tað er flutnings- tørvurin hjá fólki og fyri- tøkum í Føroyum, sum skal nøktast. Hesi skulu helst heimaftur, og tá ræður um, at tey nýta sama flogfelag, sum flutti tey út. Flutningsleiðin kann eis- ini verða nýtt av fólki, sum skulu til Føroya. Útlit um kol-vetni í føroyskari undir- grund fingu fólk við áhuga í hesum at leita til Føroya, og Atlants-flog royndi at byggja upp flogleiðir at tæna hesum. Um hesar leiðir samstundis kundu nøkta ein ókendan flutn- ingstørv hjá føroyingum, kundu tær eisini gerast lønandi. Leiting eftir møguligum kolvetni og vónir um at kunna fara undir boring, fekk Atlants-flog at menna seg til at standa fyri loft- vegis flutningi í hesum sambandi, bæði við tyrlum og tvíveingjaðum flogfør- um. Henda til-búgving hev- ur gjørt tað møguligt nú at fáa lut í starvsfólkaflut- ningi hjá útlendskum olju- felag og harvið nýta eyka kapasitet hjá felagnum. Samstundis mennir felagið sína vitan og netverk innan frálandavinnuna; sera hent at hava, tá vónirnar aftur verða bjartari fyri olju- vinnu við Føroyar. Samvinna við onnur før- oysk flutningsfeløg hevur í seinastuni ført til flutning av russiskum manningum beinleiðis millum Føroyar og Murmansk og aftur. Við at røkja sín nisju- marknað - føroyskan flut- ningstørv og flutningstørv í sambandi við føroyska vinnu, hevur Atlantsflog hildið seg rættiliga væl á flogi. Váðafúst við hvørt, men er sloppið væl frá tí. Størsti stuðulin dettur nú burtur Tað kann tykjast løgið at kalla Maersk Air fyri størsta stuðulin hjá Atlants- flogi, men tað hevur hesin kappingarneytin í roynd og veru verið. Við verri hósk- andi flogførum og við „óføroyskari” fatan av marknaðarføring í Før- oyum, hevur Atlantsflog havt ein eyðsæddan fyri- mun. Maersk Air hevur ikki røkt sína Føroya-leið sum nisjumarknað, men hevur í staðin givið føroyskum flutningstørvi eitt eyka tilboð. Farmaflutningur hevur verið týðandi táttur av hesum eyka tilboði. Før- oyskar fyritøkur, sum hava roynt seg við loftvegis út- flutningi hava havt stórt gagn av Maersk Air við sínum størra lastakapasiteti og áhuga fyri at menna farmaflutning til og úr oyggjunum. At føroyski áhugin fyri hesum flutningi hevur verið so lítil, hevur tí heldur ikki givið Maersk Air nógv meira at gera. At Føroyar ikki eru part- ur av evropeisku loft- ferðsluskipanini, men hava sínar egnu reglur um góð- kenning av prísum, hevur eisini forðað fyri harðari kapping millum bæði fel- øgini. Kortini hevur Maersk Air hildið á fram við flúgving- ini upp á Føroyar. Sjálvt um kappingin hevur verið ójøvn, so hevur hon tó verið við til at ment Atlantsflog. Onnur flog- feløg eru ikki komin afturat - tvey feløg munu vera nóg mikið til lítla føroyska marknaðin, og Atlantsflog hevur sostatt kunna vaksið spakuliga, men stútt, uttan at vit hava sett felagnum stóru krøvini. Tað er jú okkara lítlibeiggi - og í kapping! Men nú fellur størsti „stuðulin” burtur, og Atlantsflog skal laga seg til eina nýggja og truplari framtíð. Verður Atlantsflog nú vongskert? Nú sita vit so pent í tí - Atlantsflog og føroyska samfelagið. Nú eru vit einsamøll at flyta fólk úr Føroyum og røkja føroysk- an flutningstørv, í hvussu so er eina tíð. Er Atlantsflog tilbúgvið at taka við hesari avbjóð- ingini, og vilja vit stuðla felagnum í royndini? Er tað trúligt, at Atlants- flog kann nøkta ferðafólka- flutningin, sum tað nú einsamalt skal taka sær av, uttan at vaksa um kapa- sitetin? Fer ikki at verða neyðugt við flogfari hvønn morgun úr Kastrup? Altíð at skula bíða til langt út á seinnapartin at fara til Før- oyar er ikki nóg gott tilboð! Eitt er at tala um frakt- rutu at flyta feskan fisk, men vit hava havt loftvegis farma-flutning, sum vón- andi ikki dettur burtur. Megnar Atlantsflog uttan víðkan at taka sær av hesum farmaflutningi, sum Maersk Air hevur røkt, við verandi kapasiteti og uttan at tað gongur út yvir ferða- fólkini? Er tað ikki sannlíkt, at Atlantsflog fyrr enn ætlað fer at hava tørv á størri eginpeningi, bæði til íløgur og til góðan rakstur? Fel- agið er partafelag og skuldi havt møguleika at bjóða inn til nýtekningar av parta- peningi. Men vilja vit loyva felagnum frælsið at kunna útvega sær størri eginpen- ing? Stendur tað til Føroya løgting, verandi eina-eig- ara, at seta nýggjan parta- pening í, fer tað at taka so langa tíð, at Atlantsflog verður vongskert, langt áðrenn peningurin verður játtaður. Bráðneyðugt við fleiri partaeigarum Vilja vit, at Atlantsflog skal halda seg væl á flogi, má Føroya Løgting ongantíð ov skjótt samtykkja í, at aðrir partaeigarar, føroyskir eins væl og útlendskir, koma upp í felagið og sum frá líður heilt at yvirtaka felagið. Vandin fyri, at eitt privat Atlantsflog verður niður- lagt, er ikki stórur. Heldur felagið seg til at gera tað, sum tað er best til, kann tað styrkjast til at røkja før- oyska flutningstørvin enn betur. Frælsa loftferðsluskipan Men Føroya Landsstýri má herumframt skjótast gjør- ligt fáa Føroyar sum javn- bjóðis part upp í evropeisku loftferðsluskipanina. Vit mugu geva útlendskum flogfeløgum betri møgu- leikar á føroyska marknað- inum, samstundis sum Atlantsflog sleppur at royna seg á útlendska flogmarkn- aðinum á jøvnum føti og undir somu treytum sum onnur flogfeløg. Vit mugu kroysta Atlantsflog til at gerast altjóða kappingarført og ikki bert á vardum før- oyskum marknaði. Vilja vit tryggja okkum gott og bíligt flogsamband við útheimin, mugu vit broyta umstøðurnar fyri flúgving upp á Føroyar og hjá Atlantsflogi í stundini. Hesi viðurskifti skuldu helst verið greið, tá Maersk Air gevst at flúgva. Gera vit ikki tað, kemur kanska onkur at bjóða seg fram, kanska ikki. Hesin møguligi nýggi fer ikki at virka við somu virðing fyri Føroyum og føroyingum, sum Maersk hevur sýnt. Kortini má Atlantsflog royna at klára tørvin, sum feløgini higartil hava nøktað í felag. Uttan møgu- leika at styrkja seg eyka til hesa uppgávu og uttan nýggjar altjóða karmar at virka undir, gerst felagið sárbart og fer trúliga at maktast. Full javnbjóðis kapp-ing á Føroyaleiðini gevur Atlantsflogi veruliga av- bjóðing at gerast enn betur til tað, sum tað er best til. Tað gevur samtíðis føroy- ingum fleiri flogtilboð og bíligari prísir. VIÐMERKINGAR Tjóðveldisflokkurin Høgni Hoydal Tjóðveldisflokkurin heitir við hesum á landsstýris- mannin, um at gera tað, hann er mentur til tess at fyribyrgja, at lítli Petur fer av landinum mánadagin 16. august. Eitt av aðalmálum Tjoð- veldisfloksins er, at børn sum er sálarliga skadd ella brekað á einhvønn hátt, skulu ikki fáa verri sømdir og ikki hava verri verju, enn onnur børn. Fer lítli Petur av land- inum mánadagin, rakar hetta hann sjálvan og fam- ilju hansara meint. Tá fær Petur verri sømdir enn systrar sínar, og hann fær heldur ikki somu verju. Tá fer Petur at fáa verri sømdir og verri verju, enn so mong onnur føroysk børn. Tjóðveldisflokkurin heit- ir tí á landsstýrismannin um at avráða við Karup kommunu, at ætlanin at senda lítla Petur av land- inum 16. august verður av- lýst. Samstundis skal landsstýrismaðurin geva Karup kommunu trygd fyri, at hann útvegar Petur eitt skikkað sosialpeda- gogiskt tilboð í seinasta lagi 1. januar 2005. Tjóðveldisflokkurin heldur, at tað fer at bera til at finna Peturi eina fyribils loysn, inn til tilboðið er útvegað. Nú sita vit pent Harra Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna - og heilsumálum Jenis av Rana Í sólskininum mikudagin ringdi útvapsmaður og spurdi um støðu Mið- floksins til samanleggjan- ina av sjónvarpinum og útvarpinum. Eg nevndi tá, at uttan mun til, hvussu nógv ella fá vørp vit hava, er objektivitetur journa- listsins avgerandi. Persón- liga hugsan journalistsins hevur ongan áhuga og eigur ikki at fáa rúmd í tíð- indaflutninginum. Spurdur nærri vísti eg á vána støðu okkara á hesum øki, bæði innanríkis- og uttanríkis. Eg nevndi m. a., at nakrir journalistar tykjast hata alt, sum hevur við Ísrael, USA og Bush at gera. Í døgurðatíðindunum dagin eftir er hetta vorðið til, at allir føroyskir journa- listar hata Ísrael, USA og Bush. Tíðindaberin hesa- ferð er formaður Blað- mannafelagsins, sum legg- ur mær hesi orð í munn. Men hann verður at umbera meg, eg taki ikki av »tilboði« hansara. Orðini, og harvið skuldsetingar hansara móti øllum starvs- feløgum sínum, eru og verða hansara egnu! Hetta kann útvarpið eisini um neyðugt vátta. Men at útvarpsmaðurin ikki rættar hann, at hann ótarnaður sleppur at leggj- ast á púra óviðkomandi fólk, og at útvarpið ikki í tíðindunum ynskir at rætta mistakið, tað staðfestir bert niðurstøðu mína í tíðind- unum mikukvøldið. Staðfesting blaðmannaformansins C M Y K 11 10 Høgir oljuprísir, nógv borivirksemi og nýggj fram- leiðsla hevur aftur sett Atlantsmótið í fokus. Stóra økið millum Føroyar og Hetland verður nú aftur raðfest høgt í altjóða oljuverðini. Og um stutta tíð fara vit at frætta, hvussu høgt. Tí tá verða nýggj leitiloyvi latin, fyrst í bretskum øki og síðani á føroyska landgrunninum. Hóast steðgur er í leitingini um okkara leiðir í løtuni, so verður dúgliga borað hinumegin markið. Í summar er talan um ikki færri enn 4 ymsar brunnar, sum allir kunnu fáa stóran týdning fyri framtíðina hjá økinum. Lítið fæst tó at vita um úrslit enn, hetta tí at oljufeløgini ikki vilja geva øðrum upplýsingar, sum kunnu gera teirra kappingarstøðu verri, nú og tá uppaftur nýggj øki verða boðin út. Men okkurt lekur altíð út, og verður mett, at fleiri av brunnunum kunnu vera sera áhuga- verdir. Men tað er so eisini talan um nýggja framleiðslu á Atlantsmótinum. Eingin minni enn risin av øllum oljurisum, Clairfeltið vestan fyri Hetland, verður nú vaktur úr dvala. Hetta størsta oljufeltið á bretskum øki var funnið fyri 25 árum síðani, og nústaðni er tøknin so mikið framkomin, at tað lønar seg at fara eftir Clair- oljuni. Framleiðsla frá tí triðja oljufeltinum vestan fyri Hetland byrjar fyri jól. Stóri spurningurin hevur alla tíðina verið, nær og um tað loysir seg at taka olju upp á Atlantsmótinum, har váðin er so stórur og har útreiðslurnar eisini eru stórar. Men so skjótt sum nøkur felt fara undir framleiðslu og ein infrastrukturur, eitt nú rørleiðingar at flyta olju og gass, gerst veruleiki, so hevur tað stóra ávirkan á fram- tíðar virksemið. Hetta er við at leggja botn fyri kom- andi avgerðum um bæði leiting og útbygging av felt- um. Nú kundi so verið spurt, hví hendingar vestan fyri Hetland kunnu hava áhuga og týdning fyri okkum. Hetta er fyri tað fyrsta tí, at jarðfrøðin í stóran mun tykist vera sama báðumegin markið tó við undantaki av basaltinum, sum helst fjalir kolvetnisgoymslur í føroysku undirgrundini. Tess fleiri fund verða gjørd nær okkara marki, tess størri sannlíki er fyri, at kolvetni eisini finnast her hjá okkum. Og tess fleiri fund og útbyggingar bretsku megin markið, tess størri íløgur verða har gjørdar í infrastruktur tvs. rørleiðings- skipanir at flyta olju og gass til eitt nú Hetlands. Verða fund gjørd okkara megin markið, tá kunnu hesi – sjálvt um tey eru smá - gerast lønandi í og við, at til ber at »hekta« seg uppá infrasstrukturin hinumegin markið. Tvs. at tað tá slepst undan stórum íløgum. So tá Clairfeltið fer undir framleiðslu í næstum, eru tað eisini góð tíðindi fyri okkum. Og sama er galdandi, tá og um tað fæst at vita, at brunnarnir, sum eru og verða boraðir við markið í summar, hava givið positiv úrslit. Í næstu viku letur 2. runda á okkara landgrunni upp. Kann vera at hon kemur í júst tí røttu løtuni. Hon letur so aftur 17. november. Vissuliga ein sera spennandi og týdningarmikil tíð fyri Føroyar sum framtíðar oljutjóð, ið liggur fyri framman. Orsøk er til bjartskygni. DAGSINS MEINING Sosialurin Vónir á Atlantsmóti VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Hildur Eyðunsdóttir, býráðslimur Endamálið við kvinnulist- anum til komandi býráðs- val er sjálvandi at fáa fleiri kvinnur valdar, og fyri- myndin er m. a. góðu royndirnar hjá kvinnunum í Reykjavík og í Vestmanna. Men kunnu hesar royndir yvirhøvur brúkast sum fyrimynd til býráðsval í Tórshavnar kommunu? Eg haldi tað ikki, og orsøkin er tann, at fortreytirnar hjá teimum kunnu als ikki samanberast við tær í Tórs- havnar kommunu. Í Reykjavík eins og nógva aðrastaðir, er tað so- leiðis, at listarnir hava eina raðfesting av valevnunum. Tey sum verða raðfest nr. eitt ella tvey o.s.fr. verða vald framum, hóast onkur longri niðri á listanum hev- ur fleiri atkvøður. Hetta inniber, at fyri at blíva vald, er neyðugt at vera raðfest ovaliga. Hetta var trupul- leikin hjá kvinnunum í Reykjavík. Tær høvdu trup- ult við at fáa sínar flokkar at raðfesta kvinnurnar ova- liga á listanum. Við tílikari skipan fer sjálvandi ein innanfloks valdskampur fram um placeringina á listanum, og vanliga úrslit- ið varð, at menn stóðu ovast á listanum, tá ið av tornaði. Tá ið Kvennalistin í Reykjavík varð stovnaður, høvdu kvinnurnar fingið nóg mikið, og fingu sær sín egna lista til býráðsvalið. Royndirnar hjá Kvennalist- anum vóru sera góðar, og er politiska skipanin í Íslandi eyðsæð búnað av hesum. Teir gomlu flokkarnir vóru noyddir at tillaga seg og geva kvinnum rúm og nóg góða raðfesting, vildu teir hava tær aftur. Í dag stilla kvinnurnar upp og verða valdar á teimum vanligu listunum, á jøvnum føti við menninar. Kvennalistin er, eftir at hava tænt sínum endamáli, nú farin í søg- una. Hendan trupulleikan hava vit ikki í Føroyum, her er tað atkvøðutalið sum er avgerandi fyri, hvørji verða vald. Valskipanin leggur ikki upp til mismun, og spurningurin er ikki um, at kvinnur ikki sleppa upp á verandi politisku listarnar, men heldur tann, at ikki nóg nógvar kvinnur halda seg framat ella verða stuðl- aðar til at koma uppá list- arnar. Í Vestmanna var støðan uppaftur ein onnur, har vóru bert tveir listar, og teir vóru fyri stóran part mannaðir av monnum. Tað er mær fortalt, at orsøkin m. a. til, at tær gjørdu ein kvinnulista var tann, at undanfarin bygdaráð á ongan hátt raðfestu upp- gávur, sum kvinnurnar sóu sum átrokandi uppgávur at fáa loystar. M. a. var ongin barnaansing, samstundis, sum tað var stórur tørvur fyri kvinnunum á arbeiðs- marknaðinum. Til býráðsval í Tórshavn- ar kommunu er talið av listum nógv størri, vanliga ikki minnið enn 6 og ofta fleiri. Tað eru 13 býráðs- sessir, og málið má verða, at minst 6-7 kvinnur manna hesar sessir. At stilla ein kvinnulista upp, er, eftir míni sannføring, ikki gongda leiðin at náa hes- um. Kvinnulistin verður ein av kanska 7 listum, og um hann fær tvær valdar er tað sera, sera flott, men tíverri ósannlíkt. Men hevði tað tænt endamálinum? Høvdu vit komið nærri málinum, sum er, at í minsta lagi 6-7 kvinnur skulu sita í bý- ráðnum? Eg havi frætt, at tað er áhugi fyri, at fáa okk- um sum í løtuni sita í býráðnum, at stilla upp á kvinnulistanum. Tað undrar meg stórliga; sjálvandi vil man hava ein sterkan kvinnulista, men um man samstundis drenar frá hin- um listunum, so undirgrav- ar man endamálið, sum er, at fáa fleiri kvinnur valdar. Og hvørji eru tey, sum høvdu atkvøtt fyri kvinnu- listanum? Tað eru fólk, sum frammanundan atkvøða fyri kvinnum, og tí kemur kvinnulistin neyvan at økja um kvinnuatkvøðurnar. Høgra - vinstra, ella bara kvinna? Enn er tað bert í Tórshavnar og í Klaksvíkar kommunu, at tað verður stillað upp politiskt. Men eg vænti, at við tíðini, og við alt størri kommunum, verður hetta meira vanligt. Kommunal- politikkurin er í broyting og kommunurnar fáa støðugt fleiri, og meira krevandi uppgávur at røkja. Hetta fer eisini at viðvirka til, at politisk uppstilling verður meira vanlig. Eftir mínum tykki ber ikki til, at skilja kvinnupolitikk frá øðrum politikki. Tingini hanga saman og eg meini tí, at tað er skeivt at hava kvinnulista við síðuna av hinum polit- isku flokkunum. Flokspol- itiskar raðfestingar eru ymiskar, og kvinnur eru ikki bert kvinnur, men eis- ini fólkafloks-, sambands-, javnaðar-, sjálvstýris-, mið- flokka- og tjóðveldiskvinn- ur. Tað er tó ongin ivi um, at kvinnur duga at sam- starva, og at nógv gott hevði kunna komið burtur- úr, um fleiri kvinnur komu framat. Eftir míni bestu sannfør- ing meini eg tí, at tað hevði verið óklókt at stilla ein kvinnulista upp, og at tað hevði verið eitt afturstig fyri kvinnustríðið. Kvinnu- listarnir í Reykjavík og Vestmanna gjørdu stóran mun har. Tær vístu, hvussu týðningarmikið tað var at fáa fleiri kvinnur í politikk, og tær hava so sanniliga eisini víst, at tær megnaðu at stýra. Men, sum eg segði í byrjanini, so vóru for- treytirnar hjá teimum nak- rar aðrar, enn tær í Tórs- havnar kommunu, og kunnu vit tí ikki brúka sama leist, men mugu finna okkara egnu leið. Kann kvinnulistin økja um kvinnu- umboðanina í býráðnum?