leygardagur 14. august 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 153 - 14. august 2004
Nr. 153 - 14. august 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
31. juli fingu Osla Jacobsen og Poul
Hammer, Tvøroyri, ein son. Hann var 46
cm. langur og vigaði 2150 gr.
31.
juli
fingu
Mary
og
Rúni
Christiansen, Klaksvík, ein son. Hann
var 54 cm. langur og vigaði 4750 gr.
1. august fingu Lovisa og Jan Nielsen,
Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm.
langur og vigaði 3700 gr.
2.
august
fingu
Jana
Madsen,
Kollafjørður
og
Marius
Joensen,
Norðskála, ein son. Hann var 54 cm.
langur og vigaði 4000 gr.
3. august fingu Malan og Dia Petersen,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 54 cm.
long og vigaði 4150 gr.
3. august fingu Unnur á Dunga og
Dánjal Egilstoft, Vejle, eina dóttur. Hon
var 55 cm. long og vigaði 4170 gr.
4. august fekk Helgi tvær systrar. Tær
vóru 48 cm. langur og vigaði 2115 og
2300 gr. Foreldur teirra eita Jónvør og
Ólavur Bjarkhamar, Froðba.
4. august fingu Anna Maria og Heini
Ellingsgaard,
Tórshavn,
eina
dóttur.Honv ar 54 cm. long og vigaði
3530 gr.
4. august fingu Rúna Tausen og Hjalti á
Lava, Tórshavn, ein son. Hann var 54
cm. langur og vigaði 4030 gr.
5. august fingu Miriam og Hans Petur
Weihe, Sandavágur ein son. Hann var 55
cm. langur og vigaði 4040 gr.
5. august fingu Selma og Petur Larsen,
Norðragøta, eina dóttur. Hon var 55 cm.
long og vigaði 3950 gr.
5. august fingu Hertha og Marni
Eliasen, Klaksvík, ein son. Hann var 56
cm. langur og vigaði 4765 gr.
9. august fingu Heidi Johansen og
Høgni Lauritsen, Argir, ein son. Hann
var 55 cm. langur og vigaði 3800 gr.
9. august fingu Tórhalla Gullbein,
Tórshavn og Reidar Kirke, Saltnes, eina
dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði
4050 gr.
10. august fingu Maurenn Djurhuus
Clarke, Tórshavn og Christopher Clarke,
Ongland, ein son. Hann var 55
cm.langur og vigaði 3550 gr.
11. august fingu Annika og Dávid Isfeld,
Herlev, ein son. Hann var 54 cm. langur
og vigaði 3750 gr.
11. august fingu Katrin Jørgensen og Per
Joensen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var
55 cm. long og vigaði 4100 gr.
1. august fingu Fríða Olsen og
Torbjørn Hjelm, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 51 cm. long og
vigaði 2900 gr.
Eg eiti Benjamin Sung Norðberg, og eg
eri føddur jóladag í fjør. 11. juli kom eg
til míni nýggju foreldur, sum eru Póla
og Mortan Norðberg í Vági.
5 august fingu Erik og
Eyðbjørn ein lítlabeiggja.
Hann vigaði 4765 gr og
var 56 cm langur.
Foreldur teirra eru Hertha
og Marni Eliasen,
Klaksvík
Nomi J. Haraldsen Miðvág búsitandi í
Skanderborg hevur átt hesa deiligu gentu
tann 13-07-2004 hon vigaði 2480gr. og
var 50 cm. long
FØÐINGAR
04.08
Poul Kjærbo úr Vági, 77 ár.
05.08
Líggjas Eliasen, ”Líggjas í Hússtovu” í Mikladali, 83 ár.
09.08
Jacob Midjord, Porkeri, fyrrverandi bedingsmeistari í Vági, 83 ár.
Jenny Østerø, ættað av Syrðadali, búsitandi í Klaksvík, 78 ár.
10.08
Poul Johan Olsen, ættaður av Toftum, 64 ár.
Anna Joensen í Sumba, vanliga nevnd Anna í Víkabyrgi, 92 ár.
Rigmor Hammer í Tórshavn, ættað úr Svínoy, 82 ár.
ANDLÁT
Tey, sum konfirmer-
aðust í Nes Kirkju 8.
oktober í 1944 hittast
á Runarvíkar
Sjómansheimi
KONFIRMATIÓN
_ Vit ætla at hittast aftur á
60 ára konfirmatiónsdegn-
um á Runavíkar Sjómans-
heimi fríggjakvøldið 8.
oktober kl 19 til eitt døg-
urðaborð.
Soleiðis siga fyrireikar-
arnir til henda 60 ára dagin.
Øll tey, sum konfirmer-
aðust henda dag, ið eru á
lívi, eisini tey, hvørs maki
er deyður meðan tey liva
eftir, eru hjartaliga væl-
komin á Sjómansheimið,
siga fyrireikararnir, sum
høvdu verið takksom fyri,
um fólk gjørdu vart við seg
beinan vegin til ein av
fyrireikarunum, sum eru:
Fanny Djurhuus, Innan
Glyvur, tel 44 73 73
Irena Johansen, Strendur,
tel 44 74 29
Johan Kass, Strendur, tel
44 72 22
Hósmorgunin 5. august
andaðist Líggjas í Hús-
stovu í Mikladali, 83 ára
gamal. Hann doyði heima
hjá dóttrini, sum passaði
hann ta seinastu tíðina.
Líggjas
var
sonur
Mathildu, ættað úr Lor-
vík, og Magnus Eliassen
bónda í Hússtovu. Hann
giftist í 28. januar 1951
við Margretu úr Lorvík,
dóttir Edith og Sigurð
Andreasen. Líggjas tók
við
Hússtovufestinum
eftir pápan, sum gjørdist
avgamal maður, 99 ár.
Margreta og Líggjas hava
búð í Mikladali alla tíð-
ina, síðani tey giftust.
Tað gekk ikki so væl
við øllum fýra børnunum,
tey fingu. Í 1951 fingu
tey Sigrun, men hon
doyði hálvtannað ára
gomul. Í 1954 fingu tey
Magnus, sum doyði fýra
ára gamal. Í 1966 fingu
tey
tvíburadøturnar
Magnu og Sigrun. Eisini
Magna doyði fýra ára
gomul.
Sigrun er gift við
Jógvan Sámal Heldar-
skarð úr Klaksvík, og tey
eiga døturnar Margret 11
ár, Marta 8 ár og Elisa 5
ár. Tey høvdu Hússtovu-
festið í nøkur ár, men
søgdu tað frá sær, og síð-
ani hevur Eyðun, syst-
kinabarn Sigrunar, fest.
Sigrun og Jógvan Sámal
hava hús í Klaksvík. Hon
arbeiðir sum sjúkrasystir,
og
hann
siglir
sum
maskinmaður.
Líggjas í Hússtovu var
fróður maður. Hann hevði
eina stóra vitan, var
kønur við penninum og
dugdi eisini at yrkja.
Tað vóru bara fýra vik-
ur ímillum teir báðar
brøðurnar í Hússtovu.
Eivind, sum var tann
yngri, doyði av blóðtøppi
8. juli, og 5. august
andaðist Líggjas eftir
sjúkralegu við krabba-
meini. Báðir vóru kirkju-
tænarar. Eivind tók við
sum deknur eftir pápan
Magnus og røkti starvið í
18 ár, og Líggjas var
organistur í meira enn 60
ár.
Líggjas Eliassen deyður
Konfirmantar í Nes kirkju, heystið 1944 á 50 ára veitslu 7. oktober 1994: Daniel Gaardbo, Nes.
Jógvan I. Olsen, Petur Gaardbo, Tóra Højgaard, Toftir. Sigurd Hansen, Jacob Davidsen, Margit
Petersen, Runavík. Óli Finnsson, Fanny Davidsen, Glyvrar. Sofus Foldbo, Leirvík. Anna Sofía
Mikkelsen, Oluffa Mikkelsen, Skáli. Fanny R. Djurhuus, Innan Glyvur, Johan Kass, Martin
Johansen, Hillebert Johannesen, Irena Johansen, Strendur, Sverri Egholm, Betty Mikkelsen,
Emmy Hermansen, Cristiane Christiansen, Tórshavn, Helga Dam, Sandavágur, Jóhanna Lund,
Vejle
Konfirmantar hittast eftir 60 ár
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
Eusebius. Fleiri halgimenni at navni Eusebius eru
knýtt at degnum 14. august.
15. august. Mariumessa. Hildin til minnis um
himmalsferð Mariu. Dagurin varð eisini róptur
mariumessa í hoyna. Tendringin um hetta mundið
eitur í hoyna.
Jákup Jakobsen doyði hendan dagin í 1918.
Kunngjørt verður at mín høgt elskaða mamma,
vermóðir, omma og systir okkara
Elin S. Petersen
vanliga nevnd Elin í Puntabyrgi,Tvøroyri
andaðist á Landssjúkrahúsinum 12. august,
61 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju
sunnudagin 15. august kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Dagmar
Um nakar ynskir at minnast Elin kunnu tey ístaðin veita eina peningagávu
til Føroya Felag móti Krabbameini
Mánadagin 12. juli 2004 giftust Agnes Vágseið og
Tommy Sivertsen úr Klaksvík á Kalundborg Rådhus.
Í dag, 14. august kl. 13.00 giftast í Vesturkirkjuni Hansa
Simonsen úr Norðragøtu og Jan Eli Dam úr Tórshavn.
Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 13.00. Veitslan
verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl.
18.00.
Í dag, 14. august kl. 14.00 giftast í Simon Peters kirkju
á Amager Dorte Krahl, Keypmannahavn og Høgni
Dalsgaard, Glyvrum. Receptión verður í heimi teirra á
Backersvej 169 aftaná vígsluna til kl. 17.00.
Í dag 14. august kl. 17.00 giftast í Sankta Birgitta kyrka
Maiken Solveit Poulsen, Tórshavn og Leif Erik
Englund, Norrby. Brúdleypsadr.: Snickargränd 11, AX-
22610 Lemland, Áland.
Sunnudagin 15. august hava hjúnini Laura og Absalon
Lydersen á Kirkjui gullbrúdleyp. Tey, ið ynskja at heilsa
upp á gullbrúðarparið, eru vælkomin í gullbrúdleypið
15. august kl. 18.00. Í samband við gullbrúdleypið siglir
Másin av Kirkju mánamorgunin 16. august kl. 05.30.
Mánadagin
16.
august
fyllir
Óluva
Hansen,
Margretheparken 52, 1. tv., 9850 Hirtshals, 60 ár.
Í dag verður Poula Jacobsen, Klaksvík, 70 ár. Dagurin
verður hildin saman við børnunum.
Mánadagin 16. august verður Jógvan Andras Joensen,
møbiulpolstrari, Tórshavn 70 ár. Tey, iðvilja gleða
Jógvan við at heilsa uppá hann føðingardagin, eru
hjartaliga vælkomin í losjuhúsið, Tinghúsvegur 18, har
borðreitt verður við nátturða og drekkamunni frá kl.
19.00.
Olevina Jacobsen, Klaksvík, hevur fingið prógv sum
bakari. Hon fekk heiðursmerki í bronsu fyri
sveinastykki á tekniska skúla í Holstebro. Olevina varð
útlærd 16. juli. Læruplássið var bakaríið hjá Jórun í
Klaksvík, og lærumeistari var Jórun Mørkøre.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum á ymiskan hátt vístu
okkum samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði
maður, pápi, verpápi og abbi
Arni Samuelsen
Klaksvík
varð tikin frá okkum.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur og tøkk til
tykkum mongu, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Paulina, Lisbeth, Birgit,
Magnus, Lina og Ida
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum ið gjørdu
mær 80 ára føðingardagin ógloymandi.
Tøkk til tykkum, ið løgdu alt so væl til
rættis.
Tøkk fyri frálíka borðreiðing og serstakliga
til tær fyrrvernadi skótagenturnar ið hugn-
aðu um við gulum skótaturriklæði.
Tøkk til Frelsunarherin, sílaveiðufelagið og
tykkum øll, ið møttu í salinum.
Tøkk fyri gávur, blómur, fjarrit og hugnalig-
ar telefonsamrøður.
Má Harrin ríkiliga vælsigna tykkum øll.
Vinarlig heilsan Sofía Jacobsen
Í dag, leygardagin 14.
august,
verður
Hergeir
Reinert í Havn 50 ár. Hann
hevur í mong ár verið
smiður, og tað eru ikki so
fá, sum eiga hús, sum
Hergeir hevur smíðað.
Hergeir er sonur til
Agnas og Gimma Reinert.
Hann er næstyngstur av
seks systkjum. Tey eru
Anna, Andrea, Hansa, Gun-
vør, Hergeir og so Finnur,
sum doyði fyri nøkrum
árum síðani.
Hergeir býr saman við
Anitu. Tey eiga eina dóttur,
sum eitur Bjørk. Framman-
undan átti Hergeir Boga,
Pætur og Bjartur, og Anita
átti Hanus og Svein.
Hergeir lærdi fyrrapartin
av sjeyti árunum hjá Kurt
Hansen og Sten Lorentzen.
Hann varð avlærdur í 1976.
Meðan hann stóð í læru
arbeiddu Hergeir og teir
nógv í Eysturoy, har teir eitt
nú bygdu virkisbygningin
hjá Bakkafrost.
Síðani hann var avlærdur,
hevur Hergeir verið sín
egni arbeiðsgevi. Hann
hevur arbeitt saman við
Suna Olsen, sum er ættaður
úr Tjørnuvík. Teir hava bygt
eina rúgvu av sethúsum, og
teir eru tiltiknir fyri at vera
nærlagdir og snøggir smið-
ir. Teir hava nógvar fastar
kundar, sum teir aftur og
aftur gera viðlíkahalds-
arbeiði fyri. Eitt nú hava
teir í mong ár um jóltíðir
tikið sær av viðlíkahaldin-
um á Hotel Hafnia.
Vinmenn heilsa Hergeiri
og hansara og ynska hjarta-
liga tillukku við degnum.
Mánadagin 16. august, fyll-
ir Jógvan Andras Joensen í
Havn 70 ár. Mong kenna
hann helst betri sum Jógvan
í Innbúgv.
Hendan fryntliga, prát-
ingasama mannin, sum, utt-
an at taka munnin ov fullan,
kann tosa við øll fólk, og
eisini fegin ger tað.
Jógvan er eiðismaður av
uppruna. Sonur Elly og
Edvard Joensen, Edvard í
Skorini. Og ongantíð er
nakar í iva um, at hann veit,
hvør hann er. Er nakar, sum
er ættkærur og kennir til
ætt, er tað Jógvan. Nevn
orðið ætargransking, so er
hann við. Og sleppur hann,
roknar hann í eini handa-
vending ættina uttan steðg í
beinari linjum aftur til
Heina Havreka.
Jótgvan fór ungur av
Eiði. Fór sum 12 ára gamal
til Klaksvíkar at ganga í
skúla. Síðan hevur hann
nomið sær læru sum møbil-
polstrari, ið gjørdist hans-
ara lívsstarv. Og hann er
«still going strong«, hóast
hann í fleiri ár hevur tosað
um, at nú má hann fara at
slakka av. Men tað dugir
hann eftir øllum at døma
ikki.
Hóast hann altíð hevur
havt ríkiligt at gera í sinum
arbeiði, hevur hann kortini
fingið tíð til ymisk frítíðar-
ítriv.
Øll, sum seinast 50 árini
ella so hava havt nakað
samband við fráhaldarørsl-
una í Føroyum, kenna
Jógvan. Hann hevur verið
virkin í losjuni í ein mans-
aldur at kalla. Ungmanna-
deildini í Havn og seinni
eisini í losjuni Støt Viljen,
har hann hevur verið ein av
høvuðsstuðlunum.
Tá Ungmannadeildin í
síni tíð tók ítróttarliga táttin
upp og stovnaði ungmanna-
felagið Kyndil, var Jógvan í
fremstu røð. Hann er skrá-
settur sum limur nummar
eitt í Kyndli og var eisini
fyrsti formaður felagsins.
Sjálvandi spældi hann eis-
ini hondbólt við Kyndli.
Eisini hevur hann í sínum
ungu døgum spælt fótbólt
við HB, har hann millum
annað var við at vinna okk-
urt meistarheiti í yngru
deildunum.
Ein søga gongur um
hann, tá hann var í Dan-
mark í útbúgvingarørind-
um. Tá skuldi hann vinna
sær nøkur oyru við at selja
ís í Ítróttarparkini. Men
sølan var einki serlig, tí
hann var meira upptikin av
dystinum enn av at selja
hesar góðu ísar.
Jógvan hevur bát, sum
hann tó viðgongur, at hann
er ov sjáldan í. Men kanska
tað fer at broytast? Hvør
veit?
Eftir at hann gavst við
møblasøluni Innbúgv, hev-
ur Jógvan polstrað burtur-
av. Og nokk er at gera. Fólk
vilja fegin sleppa at sita í
gomlu sofuni hjá ommuni.
Og ikki er eiðasørt, at hann
hevur annað at gera eisini.
Eitt nú eru rættiliga nógvir
skipsmenn, sum dagliga
sita í stólum og á beinkjum,
sum Jógvan hevur polstrað.
Jógvan er giftur við
Lauru, dóttir Sigrid og
Thomas G. Thomsen úr
Vestmanna.
Jógvan og Laura eiga
børnini Sigrid, sum býr í
Danmark, og Edvard, sum
býr í Havn. Ommu- og
abbabørnini eru seks í tali.
ej
Jógvan Andras Joensen 70 ár
Hergeir hálvt hundrað
BRÚDLEYP
GULLBRÚDLEYP
60 ÁR
70 ÁR
PRÓGV
C
M
Y
K
13
12