Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 14. august 2004 15 14 Nr. 153 - 14. august 2004 Útvarpsfólk vera vertir Nú er greitt, hvørji vertirnir verða til tey ymsu tiltøkini á Summar Festvalinum Eitt er at hava nógvar góðar tónleikarar og sangarar á palli á einum festivali. Tað ræður eisini um at hava góð og frísk frásøgufólk at presentera bólkarnar, og tey hevur Summar Festivalurin funnið. Leygardagin verður tónleikur at hoyra frá morgni til myrkurs á tveimum stórum pallum í miðbýnum. Á stóra pallinum á Vágsbøi verður útvarpsmaðurin Kári Sólstein vertur allan leygardagin, meðan eitt annað út- varpsfólk, Ragnhild Ellingsgaard, fer at taka sær av tí hugnaliga Sparikassapallinum. Ragnhild var eisini vertur á konsertini í KÍ-høllini fríggjakvøldið, har millum annað Gunnar Mikkelsen sang. Sunnudagin verður stór gospelkonsert, har Kjell Sam- uelson og Sigrið Rasmussen eru tveir av sangarunum, og til hetta tiltak verður enn ein maður, sum er kendur frá útvarpsarbeiði, vertur. Talan er um Victor Carlssen, sum hevur sera stóra vitan um gospeltónleik. Super tiltak Tær báðar Jancy Poulsen og Erla Ellingsgaard eru 17 og 16 ára gamlar. Tær hava sum vera man glett seg til Summarfestivalin, og halda tær, at hetta er eitt super tiltak. – Tað burdi havt verðið fyrr og oftari, um tað hevði borið til, heldur Jancy. Erla heldur tó, at atgongumerkini eru dýr. – Tá man er so ungur og ikki eigur so nógvar pengar, so er tað dýrt, haldi eg, sigur hon. Tær ætla sær báðar at fara til sum mest av tiltøkunum. Men hóast tað eru nógv stór og kend nøvn á pallunum á festivalinum, so siga tær kortini, at tær gleða seg mest til diskotekini. - sae - Við eini hugnaligari og framúrskarandi konsert, sum vardi í tveir tímar, fangaðu Pætur við Keldu og hansara harkalið áhoyrararnar í Atlan- tis hóskvøldið SUMMARFESTIVALUR 04 Solby A. Eliasen, solby@sosialurin.fo Klaksvík: At dygd og góðska vóru í hásætinum í Atlantis hóskvøldið er ong- in loyna. Á pallinum vóru framúr dugnaligir tónleik- arar, sum saman við Pæturi, sóu út til at njóta framførsl- una minst líka nógv sum áhoyrararnir. Pætur við Keldu segði undan konsertini, at hann fór at spæla løg, sum hon- um dámar. Og tað kom til sjóndar í hvørjum tí einasta tóna. Tað lýsti av honum, hvussu nógv hann hugnaði sær, meðan hann framførdi eitt lag fyri og annað eftir. Øll løgini vóru kend løg, men tað tók onki frá fram- førsluni. Heldur beint øv- ugt, gjørdi tað hana enn meira hugnaliga og hugtak- andi. Samanspælið millum tónleikararnar á pallinum var gjøgnumført, og uttan iva liggur nógv arbeiði aft- anfyri. Hetta gjørdi sjálv- andi sítt til, at áhoyrararnir ikki vórðu snýttir eina løtu í Atlantis. Stillfør Stílurin hjá Pæturi hevur al- tíð verið á tí meira stillu síðuni. Og var konsertin hóskvøldið onki undantak. Vøkur løg, sum hann við sínari egnu tulking fekk framført uttan nakað hóva- sták. Hann kundi næstan tað sama havt sitið í sínari egnu stovu og sungið. Pætur kom einsamallur á pallin fyrst. Hann spældi eina greipu, sum hann sjálvur málbar seg. Tað vóru tvey sálmaløg, sum hann spældi á keyboard. – Eg valdi tey, tí hetta eru tvey løg, sum mær altíð hevur dámt væl at spæla, segði hann. Síðani sang og spældi hann Imagine hjá John Lennon, ein føroyskan sang og Over the rainbow. Eftir hetta fekk hann sel- skap á pallin. Trummu- spælarin, Jens Pauli Joen- sen, og bass-spælarin Agn- ar Lamhauge, sum settu teirra dám á restina av framførsluni. Teir tríggir spældu so nøkur løg, og hugtakandi var at síggja og hoyra, hvussu væl teir komu frá teirra uppgávu á pallinum. Meira selskap Tá ein løta var gingin, komu enn fleiri á pallin. Systir Pætur, Tóra, og Eyðun Nolsøe, sum í kvøld fer at standa á pallinum á Vágsbøi saman við Frænd- um. Saman við Pæturi sungu og spældu tey so Isabell, sum er eitt lag hjá Bjørn Afzelius. Og sjálvandi sang Pætur eisini Som en drøm. Hann greiddi frá ymisk- um millum onkur av løgun- um, og aftaná Som en drøm, fortaldi hann, at tá hann sendi lagið inn til Grand Prixið, var heitið á honum Til min mor. – Tá eg so tosaði við Danmarks Radio, søgdu tey, at sangurin kundi sleppa við treytað av, at eg broytti heitið. Tú verður et- in av donsku pressuni, um tú borðreiðir við einum sangi við hasum heitinum, søgdu teir við meg, greiddi Pætur brosandi frá og legði so afturat, at hann helst hevði verðið sæddur sum ein mammudrongur eisini. Seinna helvt Síðani var ein stuttur steðg- ur í konsertini, og tað hoyrdist á áhoyrarunum, at teimum dámdi sera væl konsertina. Seinna helvt koyrdi eftir sama leisti, sum tann fyrra. Stillir sangir og tónar fyltu Atlantis, og balladur sum Across the univers, Fagra blóma við lagnum hjá Han- usi, You´re my best friend og What a wonderful world vóru á skránni. Øll løg, sum Pæturi dámar at fram- føra og syngja. Hann valdi at enda kon- sertina við einum lagi hjá Steintóri Rasmussen og Eyðuni Nolsøe. Hvítar flykrur. – Hann er kanska nakað vetrarsligur, men tað man ikki bila so nógv. Vit hava øll brúk fyri eitt sindur av kulda nú, helt hann fyri undan seinastu framførsl- uni hetta kvøldið. Ella kanska skuldi ein sagt næstseinastu. Tí áhoyr- ararnir vildu ikki gevast at klappa, fyrr enn tey høvdu fingið eitt eykalag. Samanumtikið ein góð og hugtakandi konsert og eitt sera hóskandi startskot til Summarfestivalin 2004. Eftir konsertina skuldu Pætur og hansara fólk skunda sær at rudda av, tí teir skuldu venja meira til sjálva útikonsertina á Vágs- bøi í dag. Men hann lat tó væl at konsertini sjálvur og segði, at hann hevði kent seg væl á pallinum hesa løtuna. Tað sama varð galdandi fyri hinar tónleikararnar, og tað fingu áhoyrararnir valuta fyri úti í salinum. Pætur hugtók Sjálvandi sungu systkini bæði, Pætur og Tóra, Som en drøm í Atlantis hóskvøldið Øll gistingarhús í Norðoyggjum eru á tremur við fólki, øll summarhús eru út- leigað, og eina rúgva av smábátum hava biðið um kaipláss í Klaksvík. Summar Festivalurin hevur av álvara sett lív í Norð- oyggjar FESTIVALUR Dagfinn Olsen Fólk í hópatali fara at leita sær til Klaksvíkar um viku- skiftið, og tað merkist aftur á gistingarhúsum og summ- arhúsum. – Vanliga er turisttíðin mest sum av um hesa tíð- ina, men soleiðis er ikki í ár. Tað vitja framvegis nak- að av ferðafólki í Norð- oyggjum, og nú hevur Summar Festivalurin givið okkum úr at gera eisini, sigur Christian Olsen, leið- ari á Norðoya Kunningar- stovu. Øll gistingarhúsini í Norðoyggjum verða full av fólki um vikuskiftið, og eisini øll summarhúsini, sum Norðoya Kunningar- stova leigar út, eru umbið- in. Christian Olsen sigur, at tað eru fyrst og fremst fólk, sum ætla sær á Summar Festivalin, sum koma til Klaksvíkar um vikuskiftið. Nógv tjaldingarpláss Nógv tjaldingarpláss eru í Klaksvík, og har skulu fleiri hundrað tjøld setast upp, áðrenn tey eru full. Tí eru nógv tjaldingarpláss eftir, hóast nógv fólk longu hava umbiðið sær pláss. Eisini hevur ein rúgva av smábátum biðið sær kai- pláss leygarkvøldið, so fólk koma eisini í sínum egna báti til festivalin. Stóra tiltakið á Summar Festivalinum verður leygar- dagin, tá ið útikonsert verð- ur á Vágsbøi við millum annað Ken Hensley, Boney M, Hanus G. Johansen, Frændur, Hjarnar, Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags og Guðrun Sólju Jacobsen. Festivalgestir streyma til Klaksvíkar Christian Olsen og hansara fólk á Kunningarstovuni hava havt úr at gera seinastu dagarnar, og Summar Festivalurin er høvuðsorsøk til tað Hóskvøldið á midnátt skrivaði kendi hitt- bólkurin Boney M seg inn Hotel Norð. Tey ætla at nýta fríggja- dagin til at njóta før- oysku náttúruna og góðveðrið í Norð- oyggjum og ætla ann- ars at spæla øll tey kendu hittini og at njóta ferðina og framførsluna í Føroy- um SUMMARFESTIVALUR Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo Boney M hava vitjað í Før- oyum áður og hesaferð hava tey meira ella minni biðið um at sleppa henda- veg aftur. Bólkurin er støðugt á ferð og ferðin til Føroya er ein kærkomin broyting í ferðingini frá bý til bý. Tey hava verið í Finnlandi og London og steðga so viku- skiftið í Føroyum, fyri síð- ani at halda fram til Buda- pest. Hóskvøldið á miðnátt skrivaði bólkurin seg inn á Hotel Norð, og hóast troytt, eftir ikki at hava sovið í 40 tímar, so játtaðu tey eitt prát og - eftir eitt sindur av samráðingarsnildi - eisini myndatøku. Tey ætla at njóta frísku luftina og ætla at nýta fríggjadagin til at hyggja seg um og til at slappa av í. Onkur teirra ætlar til fjals. Og góðveðrið í Norðoyggj- um skuldi givið bólkinum við heitu rútmunum góðar møguleikar at hugna sær í náttúruni. Í øllum aldri Bólkurin sigur, at øll tey kendu hittini eru á skránni, tá tey fara á pall á Summar Festivalinum í Klaksvík leygardagin. Fólk í øllum aldri - frá 20 til 100 ár - koma vanliga at lurta eftir bólkinum og fólk kenna sangirnar í øllum heimsins hornum, siga tey í Boney M, sum annars búgva í London og í Týsklandi. Showið er sjálvandi sangurin, men eisini er nógvur dansur og so alt møguligt annað, men talan er í øllum førum um eina framførslu fulla av orku, siga tey í Boney M. Fólk kunnu vænta sær ein bólk, sum spælir øll tey løttu og rútmisku hittini í summarveðrinum í Klaks- vík og sjálvi ætla tey í Bon- ey M sær at hava tað hugnaligt á palli og sum heild á ferðini í Føroyum. Boney M eru innskrivað og til reiðar Boney m skrivaði seg hóskvøldið á miðnátt inn á Hotel Norð. Tey hava vitjað í Føroyum fyrr og ætla sær at njóta dagarnar her í góðveðrinum Mynd: D. Olsen Pætur við Keldu, Agnar Lamhauge og Eyðun Nolsøe í einum hugtakandi samanspæli á palli í Atlantis hóskvøldið. Teir saman við øðrum lótu startskotið til Summarfestivalin 2004 av C M Y K 14