leygardagur 14. august 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 153 - 14. august 2004
Litfagurt pisshús
Rullandi pisshúsið var ikki júst summarsligt at líta á,
tað kom til Klaksvíkar fyrr í vikuni. Men við pensli og
máling fingu góð fólk skjótt sett lítla húsið í rætta
festivalhýrin. So um tú knappliga mást, er hjálpin sól-
gul og eldreyð og løtt at finna beint við festivaløkið …
-ave-
Gospelkonsertin flutt
uttandura - vegna veður
Sum nakað rættiliga óvanligt í Føroyum er eitt av til-
tøkunum á Summar Festivalinum flutt uttandura,
vegna veður. Tað snýr seg um stóru gospelkonsertina,
sum eftir ætlan skuldi vera sunnukvøldið í KÍ-høllini.
Í fleiri dagar hevur alt nú bent á, at avbera góða veðrið
fer at halda sær restina av vikuni. Tí hildu fyrireikar-
nir, at tað var synd, at áhoyrarnir á gospelkonsertini
ikki eisini skuldu hava møguleika at njóta tað góða
veðrið og frálíku umstøðurnar niðri í Vágsbø. Teir
hava tí tikið tað heldur óvanliga stigið at flyta konsert-
ina, so at gospeltónleikurin nú verður at hoyra av høv-
uðspallinum í Vágsbø sunnukvøldið kl. 20.30 - í røtt-
um festivalumhvørvi.
-ave-
Ólavur Presley
letur heilsa ...
... at hann vónar ikki, at nakar tók hann í álvara í grein-
ini "Ólavur Presley og skitnu kloddafylini full speed á
kassan", sum stóð í blaðnum í gjár.
Ókeypis barnadansur
Trølla Pætur og Angela, Trølla Pætur og Omman, sum
koma dettandi í fallskíggja niður úr tyrluni … Sigast
má, at børnini hava ovmikið at gleða seg til á Summ-
arfestivalinum. Og nú hevur festivalnevndin eisini
gjørt av, at børnini skulu sleppa í ókeypis barnadans í
Vágsbø seinnapartin sunnudagin, har ein rúgva av øðr-
um undirhaldi eisini verður fyri bæði stór og smá.
-ave-
Onki keipláss eftir
Tað er ikki bara í landi, tað byrjar at gerast trongligt,
nú festivalgestirnir leita sær til Klaksvíkar. Nógv hava
sjálvsagt nýtt høvið og góða veðrið at fara á
Summarfestival í báti og gista umborð, men av Norð-
oya Kunningarstovu frætta vit, at nú er onki keipláss
eftir. Eisini seingjarplássini fækkast skjótt, og í gjár
vóru bert heilt fá pláss eftir á Ból og Biti
Men hjá teimum, ið hava hug at pakka telti er eingin
trupulleiki, tí Karl Heri Joensen og Jógvan Vágheyg
hava verið so beinasamir at lata tjaldingargestirnar eis-
ini sleppa inn á sínar traðir Úti í Grøv, meðan Summ-
arfestivalurin er. Og har er ovmikið av plássi eftir enn.
-ave-
Byggifrøðingurin og búskaparfrøðingurin fingu skjótt sett
rættan Summarfestivaldám á pisshúsið.
Jógvan Heinesen, sum eig-
ur og rekur Hotel Norð á
Viðareiði og ger matin, fer
at hava ein avgerandi leik-
lut á Summarfestivalinum.
Hotellið hevur ein bás á
festivaløkinum, har kokk-
urin sjálvur fer at standa og
passa grillina.
Fólk kunna so harvið
keypa sær grillaðar búffar
við tilhoyri og okkurt at
drekka, meðan tey njóta
allan tónleikin, sum verður
á skránni í allan dag.
Hotel Norð spælir annars
ein stóran leiklut á Summ-
arfestivalinum. Bæði tey
stóru útlendsku nøvnini á
festivalinum, Ken Hensley
og Boney M, gista á ho-
tellinum hesar dagarnar.
Sunnudagin skipa tey
fyri einum serligum sunnu-
dagsdøgurða á hotellinum,
har eisini Brandur Enni fer
at framføra.
– Áhugin fyri sunnu-
dagsdøgurðanum er stórur,
men enn eru nøkur pláss
kortini eftir, sigur Jógvan
Heinesen.
- sae -
Hotelkokkur matger á festivalinum
– Tað verður gott at
sleppa at spæla í hes-
um góða veðrinum
við hesum høgu fjøll-
unum rundan um,
segði Hans Inge
Fagervik, tá ið hann
var á festivaløkinum
hjá Summar Festivali-
num í sólskininum
fríggjadagin
Sólin skein bæði oman og
niðan, tá ið Hans Inge Fag-
ervik
fríggjadagin
var
framvið á festivaløkinum
hjá Summar Festivalinum.
Ætlanin var, at gospel-
konsertin, har Hans Inge er
eitt av nøvnunum, skuldi
verða innandura í KÍ-høll-
ini, men veðrið er so gott í
Klaksvík í hesum døgum,
at tað er ikki hugsandi at
lokka fólk innandura, og tí
verður
gospelkonsertin
hildin á Vágsbø sunnu-
kvøldið kl. 20.30
– Hetta eru sera góðar
umstøður at spæla í. Tey
høgu fjøllini rundan um
Klaksvík ramma býin inn,
helt Hans Inge fyri.
Hann plagar eisini at
spæla uttandura í Noregi, tá
ið summartiltøk verða hild-
in, men fyri tað mestu eru
hansara framførslur innan-
dura.
– Mær dámar væl at
spæla inni, men tá ið veðrið
er so gott sum hetta, so er
tað gott at sleppa at spæla
úti, segði Hans Inge Fager-
vik.
Fagervik fegnast um umstøðurnar
– Mær dámar væl at spæla inni,
men tá ið veðrið er so gott sum
hetta, so er tað gott at sleppa at
spæla úti, segði Hans Inge Fagervik,
sum var hugtikin av útsýninum út
eftir vágni og út á Kunoyarnes
Nr. 153 • leygardagur • 14. august 2004 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
»Føroysku familj-
uni« tørvar
kunstigan
andadrátt
Lesið síðu 4-5
100 ÁRA MINNI
Longu nú sunnudagin 15. august
kl. 16 verður ein konsert, sum
Norðurlandahúsið skipar fyri, og
tann konsertin er partur av Lista-
stevnuni. Hon verður í Fríðriks-
kirkjuni á Toftum, og kórini sum
fara at syngja eru Kirkjukórið í
Fríðrikskirkjuni við Mikael Jo-
han Heinesen sum leiðara og
Havnarkórið við Ólavi Hátún
sum leiðara.
Mikael Johan Heinesen sigur,
at skráin fyri hesa konsertina er
gjørd soleiðis, at hon vísir,
hvussu fjølbroytt tónaskald Hans
J. Højgaard er.
Leygarkvøldið 28. august kl.
20 verður hugnaløta á Svanga-
skarði, har tónaskaldið av Toft-
um verður lýst á ein lættari hátt.
M. a. fara næstrafólk hjá Hans
Jacobi og fólk, ið hava sungið
hjá honum, at greiða frá og fel-
agssangur verður eisini á
skránni.
Leygarkvøldið 4. september
kl. 20 fer Ólavur Hátún at halda
fyrilestur í kjallaranum í Fríð-
rikskirkjuni um, hvussu stóran
týdning løgini hjá Hans Jacob
Højgaard hava havt fyri
sanglívið í Føroyum. Eftir at
Hans Jacob var fluttur til Havnar,
bleiv Ólavur eitt skifti lærari á
Toftum og hevði eisini kór í
bygdini. Ólavur og Hans Jacob
høvdu nógv samskifti, og
Havnarkórið hjá Ólavi hevur øll
árini dúgliga framført løg hjá
Højgaard, bæði í Føroyum og
ikki minst uttanlands.
Í tíðarskeiðnum áðrenn føðing-
ardagin letur ein framsýning um
Hans J. Højgaard upp í kjallara-
num í Fríðrikskirkjuni. Framsýn-
ingin fer at lýsa lívsstarvið hjá
tónaskaldinum og fer eisini at
nema við hansara yrki sum lær-
ari. Lýst verður nærri nær fram-
sýningin letur upp.
Sjálvan føðingardagin hjá tón-
askaldinum, sum er 11. septem-
ber, verður sangløta í Fríðriks-
kirkjuni kl. 18. Við verða Kórið í
Fríðrikskirkjuni, eitt veterankór,
har øll, ið hava sungið í
kórunum hjá Hans Jacobi á
Toftum, hava høvi at verða við,
og barnakór úr Tofta skúla.
Sama dag verður ein fløga giv-
in út við løgum hjá Hans J. Høj-
gaard. Talan er um eitt savn við
upptøkum, har blandað kór,
barnakór og gentukór á Toftum
syngja. Tónaskaldið sjálvt stjórn-
ar flestu sangunum á fløguni.
Fleiri av upptøkunum hava ikki
verið givnar út áður.
Tað er mentunarnevndin í Nes
Kommunu, sum samskipar til-
tøkini í sambandi við 100 ára
haldið. Formaðurin í mentunar-
nevndini, Símin Johannesen sig-
ur, at øll eru vit greið yvir, at
Hans J. Højgaard hevur lagt ein
stóran serføroyskan sangskatt
eftir seg. Bygdarráðið var ongan-
tíð í iva um, at tað var rætt at
heimbygdin ger nakað serligt
burtur úr, nú 100 ár eru síðani
tónaskaldið varð borið í heim.
Símin vónar, at fólk taka væl
undir við tiltøkunum sum eru á
skránni.
Heimbygdin fagnar Hans J. Højgaard
Heimbygdin Toftir fagnar mikla tónaskaldinum Hans Jacob Højgaard sála, nú 100 ár eru síðani hann
varð borin í heim í bóndahúsinum Inni á Regni á Toftum. Tað verður gjørt við heiðurskonsert,
framsýning, fyrilestri, serligum hugnakvøldi og endað verður við einum konserttiltaki við lokalum
kreftum sjálvan føðingardagin 11. september, tá ein fløga eisini verður givin út.
»Her ses det færøske Sankor Havn-
er Sangfelag, der for Tiden besøger
Grænselandet. Koret gav í Gaar
Koncert i Aabenraa. I Dag er man i
Løgumkloster, i Morgen i Sønder-
borg, og Fredag kommer Føringerne
til sydslesvig. Efter rundtur i
Landsdelen gives der Koncert paa
Hotel Norden i Flensborg. Som det
ses, er Sangerne iklædt smukke
færøske Nationaldragter«, skrivaði
Flensborg Avis
Hans Jacob
Højgaard
1904-1992
C
M
Y
K
17
16