Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 153 - 14. august 2004 3 2 Sosialurin Nr. 153 - 14. august 2004 KVØÐA Jóan Pauli Joensen Lagt til rættis og myndir: Jan Müller Navnamerkið NRF stendur ítøkiliga á klettinum í sval- liga skugganum umgyrt av trøllakampum og trøðum, omanvert inngongdina til tey státiligu amtmanshús- ini, hvørs grundarsteinur varð lagdur 15. mars 1880, tvey ár áðrenn Niels Ry- berg Finsen fekk sítt stu- dentsprógv. Hetta var með- an pápi hansara Hannes Steingrim Finsen var amt- maður. Nær Niels R. Fin- sen hevur rist sær hetta navnamerkið í klettin veit eg ikki. Tað er dimmi heldur enn ljós, ið í dag eyðkennir minnisstaðið hjá Niels Ry- berg Finsens. Hann sum í síni tíð megnaði at gera ljós til heilivág. Í sambandi við at tað eru 100 ár í ár síðani Niels R. Finsen andaðist, hevur Listastevnan 2004 eisini tikið vísindi sum part av skránni. Tað eru tveir fyri- lestrar, ein eftir Pál Weihe, yvirlækni og granskari um føroyska gransking í al- heimshøpi og ein um Niels R. Finsen og ljósviðgerð hansara, eftir Hans Chr. Wulff, professari í ljós- gransking á Bispebjerg Hospitali. Eg havi í dag frá Lista- stevnuni 2004 fingið tann heiður - her við minnis- varðan - at bera fram eina kvøðu til minnið um hetta læknavísindaliga stór- menni okkara. Tað er so nógv sum kann sigast um henda mann, men eg havi avsetta tíð. Lat meg byrja við at siga eitt sindur um hann og hansara. Niels Ryberg Finsen var embætismannasonur. Føddur í Tórshavn 15. desember 1860, sonur ís- lendingin Hannes Stein- grim Finsen, ið var fúti og konu hansara Johanne Sofie Forman, ið var av danskari ætt. Niels misti mammuna, tá hann var 4 ár. Pápin giftist uppaftur við einum systkinabarni hennara. Hannes Finsen varð eftir fútastarvið amtmaður í Føroyum frá 1871 til 1885, tá hann flutti av landinum og gjørdist amtmaður í Ribe i Danmark. Bróðir Niels R. Finsens, Olaf Fin- sen, var leingi apotekari í Havnini. Tey fyrstu 14 árini av ævi síni búði Niels R. Fin- sen í Havn í gomlu amt- manshúsunum. Kanska var dagliga lívið hjá embætis- mannasoninum og hinum havnardreingjunum ikki júst tað sama, men um- hvørvið og føroyska jørð- ildið í Havnini var tað sama hjá teimum øllum. Niels R. Finsen gekk í barnaskúla og í realskúla í Havn. Í 1874, knapt 14 ára gamal fór hann á Herlufs- holm at lesa til student. Men honum longdist illa aftur til Føroya, og lítið kom burturúr, so lítið, at hann gavst eftir tveimum árum, tí hann ikki varð fluttur upp í flokk. Rektar- in helt ikki, at hann hevði evni til at læra. Niels R. Finsen hevði skyldfólk í Íslandi. Pápin helt tí, at best var at senda hann til skyldfólkini at byrja av nýggjum á Menta- skólanum í Reykjavík. Hann búði hjá ommuni. Studentsprógv fekk hann í 1882 21 ára gamal. Summarið 1882 var hann í Føroyum og byrjaði sama heyst at lesa til lækna við Universitetið í Keypmannahavn. Við sín- um íslendska students- prógvi fekk hann straks innivist á Garði - Regen- sen. Eftir hetta summar í Havn kom hann ongantíð aftur til Føroya, men í Keypmannahavn kom hann nógv saman við íslendsk- um og føroyskum student- um og tók lut í studenta- livinum sama við teimum. Í fríløtunum fjasaðist hann m.a. við bát í Oyrasundi. Helst hevur hann kent seg sum føroying. Kropsliga merkti hann skjótt, at hann ikki hevði sterka heilsu, men gav longu tá gætur, at sólarljósið gjørdi honum væl. Í 1890 tók hann læknaembætisprógv. Giftist tvey ár seinni við Ingeborg Balslev bispadóttir úr Ribe, sum hann helst hevur hitt í Ribe, har pápin jú varð vorðin amtmaður. Tey fingu 4 børn, men av hesum doyði eitt daggamalt. Tað var greitt, at hugur hansara stóð til gransking, og hann fekk starv á uni- versitetinum. Hann skriv- aði sína fyrstu vísindaligu grein um hvussu ljós ávirkaði húðina longu í 1893. Skjótt hevði hann vunnið sær so stóran vísindaligan førleika, at hann fekk starv sum professari í læknavís- indi í 1898 við Universi- tetið í Keypmannahavn. Ljós var hansara gransk- ingarøki burturav, og tað eydnaðist honum at fáa umgjørt elmegi til ljós í serligum ljóslampum - kol- bogalampum, ið kundu nýtast í sjúkaviðgerð. Hann varð skjótt eitt heimsnavn á læknaliga øki sínum og fólk, bæði høg og lág, komu at fáa við- gerð á stovni hansara. Av- rik hansara vórðu mett at verða so slóðbrótandi og týdningarmikil fyri lækna- vísindina, at hann varð innstillaður til Nobelheið- urslønina. Hana fekk hann í medisini í 1903 fyri at hava funnið fram til ljós- viðgerðarhættir móti húð- sjúkum, serliga teirri sjúk- uni sum á latíni eitur lupus Kvøða til havnardrongin Niels R. Finsen: Gjørdi ljós til heilivág og fekk Nobelheiðursløn Á listastevnuni í Havn seinasta leygardag var eisini høvi at hoyra um gitna Niels Ryberg Finsen. Pál Weihe, Hans Christian Wulf og Jóan Pauli Joensen greiddu frá og bóru fram kvøðu til amtmanssonin, sum fekk nobelheiðursløn. Eftir áhugaverdar fyrilestrar á Meiaríinum varð farið til minnisvarðan yvir Niels Finsen við Amtmanshúsini. Fitt av fólki hevði leitað sær á staðið til hesa hugnaløtu, har Heri Jacobsen spældi á trompet sína. Vit prenta her kvøðu, sum Jóan Pauli Joensen helt umframt samandráttir av fyrilestrunum hjá Pál Weihe og Hans Christian Wulf Gransking sum ein urtagarður -Tað krevur tol, áðr- enn nakað sæst eftir Á listastevnuni seinasta leygardag helt Pál Weihe, yvirlækni fyrilestur undir heitinum "Føroysk Gransking í Altjóða Høpi". Hann vísti á, at tá talan er um gransking og menning eru hetta hugtøk sum t.d. OECD bítur sundur í grundgransking, nýtta gransking og menningararb- eiði. Grundgranskingin hevur ikki serskild praktisk mál ella nýtslu fyri eyga, men tað hevur tann nýtta granskingin og so eisini sjálvandi menningararbeiðið. Innovatión ella nýskapan er eitt fjórða hugtak sum OECD brúkar, men sum ikki hoyrir við undir gransk- ing og menning. Nýskapanin er tann støðuga strem- banin í vinnulívinum at endurnýggja seg, bæði viðv. vørum og eisini mannagongdum. OECD tøl vísa at í 2002 nýtti Svøríki meira enn 4 % av BTÚ til gransking og menning, Finnland 3,5 % og Danmark 2,5 %. Tann almenni parturin liggur í flestu londum undir 1 %. Hetta merkir at parturin hjá vinnulívinum er tilsvarandi størri. OECD hevur eitt tilmæli um at gransking og menning eigur at liggja uml. 3 % av bruttutjóðarútreiðslunum. Siga vit, at føroyska BTÚ er 10 mia., hevði tað svarað til 300 mio. hjá okkum, og tað røkka vit als ikki. Tey før- oysku hagtølini viðv. gransking og menning eru ikki serliga álítandi, men Granskingarráðið arbeiðir við at fáa álítandi tøl til vega, og tey vera helst tøk í byrj- anini av komandi ári. Ein leslig meting sigur, at vit brúka minni enn 1% av BTÚ til gransking og menn- ing í Føroyum. Fyri at samanbera vísindaligu framleiðsluna, hevði Pál Weihe talt saman vísindaligar greinir í yvirliti- num í Fróðskaparriti, árini 1994 til 2002. Samanbera vit árið 2002 við talið av greinum, sum eru skrivaðar í grannalondunum, fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, er talið 440 í Føroyum. Tað er munandi minni enn eitt nú Svørki við 1680 vísindaverkum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í 2002. Líta vit síðani at dygdini av hesum greinum, ber til at kanna, hvussu ofta ein vísindalig grein verður endur- givin í øðrum vísindaligum greinum, tað vit nevna "impact factor" ella "citations per paper". Sambært altjóða datagrunninum "Web of Science" sum fatar um bæði náttúruvísind, samfelagsvísdind og hug- vísind vóru árini 1973 til 2004 íalt 174 greinir við tilknýti til Føroyar endurgivnar í alt 1784 ferðir. 53 greinir vóru ongantíð endurgivnar og ein grein var endurgivin 203 ferðir. Tær flestu greinirnar vóru læknafrøði, havfrøði og havlívfrøði. Í meðal vóru tær føroysku greinirnar endurgivnar 10 ferðir og saman- bera vit hetta við endurgevingarnar av donskum greinum 1999, var talið 8, sambært Johan Wallin, granskingarbókavørði á Syddansk Universitet. Sam- anbera vit endurgevingar innan læknavísind árini 1993 til 2003 liggur Ísland á fyrsta plássi í heiminum við 15,5 endurgevingum í miðal. Føroyar liggja á 7. plássinum í øllum heiminum við 12,4 endurgevingum í miðal fyri hvørja vísindaliga grein. Niðurstøðan er sostatt, at vit brúka væl minni av pen- ingi í Føroyum til gransking, bæði alment og privat enn onnur framkomin lond. Hetta hevur so við sær at talið av vísindligum greinum er lutfalsliga lágt, men dygdin tikist tó góð, um vit skulu meta eftir tali av endurgevingum. Pál Weihe segði at enda, at vitan er eitt tilfeingi sum vit mugu troyta, um vit skulu standa okkum í kapp- ingini við onnur samfeløg og at seta gransking við er sum at gera ein urtagarð - tað krevur tol, áðrenn nak- að sæst eftir. Á listastevnuni seinasta leygardag helt Hans Christian Wulf, dr. med. og dr. pharm., yvirlækni og professari í húð- sjúkum á Bispebjerg Hospital, fyrilestur undir heitinum "Finsens betydning for udviklingen af lysbehandling". Hann greiddi frá vísindaligu avrikunum hjá Niels R. Finsen. Sambært Wulf, mundu tað vera árini á Garði (Regen- sen) at Finsen fyrstu ferð legði til merk- ið, at sólin litaði húðina reyða, men var húðin málað við svørtum tussj, hendi einki. Finsen gjørdist lækni 1890. Longu í 1896 fekk hann sítt egna ljós- institut á Kommunuhospitalinum og tað nýggja Finsen instituttið lat upp í 1901. Finsen skrivaði sína fyrstu vísindaligu grein í 1893 í Hospitalstidende undir heitinum "Om lysets indvirkning på hu- den". 1895 skrivaði hann grein um sól- viðgerð av húðtuberkulosu og árini 1899-1906 komu 10 vísindalig verk frá hansara hond í "Meddelser fra Finsens Medicinske Lysinstitut". Hann fekk No- bel virðislønina í desember 1903 og árið eftir í sep. doyr hann. Tað var serliga ljósviðgerðin av húðtu- berkulosu, lupus vulgaris, sum gjørdi hann navnframan. Finsen vildi vera við, at tað serliga var ljósið við stuttari bylgjulongd, í grannalagnum av tí ultra- violetta, sum var virkið í hesari viðgerð. Wulf professari og hansara samstarvs- felagar hava tó kannað útbúnaðin hjá Finsen og hava víst, at tað ljósið hann nýtti hevði bylgjulongd, sum var yvir 340 nm, og hetta drepur ikki bakteriur beinleiðis. Tað er sannlíkt, at tað, sum grøddi sjúklingarnar við húðtuberku- losu, var, at ljósið ávirkaði evni í tu- berklabakteriuni, ið verða rópt porfyrin- ir og tað er hendan umgerðin av porfyri- num, sum ger av við turberklabakteri- una. Hendan frágreiðingin er enn ikki førd fram í vísindaligum tíðarritum, men Wulf professari metti hana vera tað mest sannlíku frágreiðingina um, hví ljósviðgerðin hjá Finsen virkaði. Í dag er ljósviðgerð nógv nýtt innan húð- læknafrøði, bæði sjónligt ljós og tað ósjónliga ljósið. Fyrilestrarhaldarin sá fyri sær nógvar áhugaverdar viðgerðarmøguleikar í framtíðini, har tað fór at bera til at lata húðina upptaka ávís kemisk evni og síð- ani ljósviðgerða t.d. húðkrabba. Wulf um Finsen vulgaris, sum var ein plága tá í tíðini. Sjálvur hevði hann longu síðan tíðliga í stu- dentatíð síni verið plágað- ur av sjúku um hjarta- og lunguleiðina, ein sjúka, sum hevði verið honum til stóran ampa øll mann- dómsárini og sum gjørdi enda á honum 24. septem- ber 1904. Hann var tá bert 43 ára gamal. Hann var so veikur árið frammanundan, tá hann fekk Nobelheiðurslønina, at hann ikki var førur fyri at fara til Stockholms og taka ímóti henni á hátíð- ardegnum 10. desember 1903. Í staðin var eitt tele- gram frá honum, har hann takkar fyri stóra heiðurin, lisið upp. Maðurin, sum sjálvur brúkti alt sítt lív til at finna viðgerðarhættir, ið kundu linna um hjá sjúkum fólki, doyði sjálvur ungur av sjúku, ið hann onga hjálp fekk fyri. Tað er lagnunnar speisemi. Havnardrongurin Niels Ryberg Finsen fekk ein tann stórsta heiður, ið ein vísindamaður kann fáa, sjálva Nobelheiðurslønina. Ein heiðursløn, ið ikki bert kastar sín glans á tann, sum fær hana, men eisini á tann stovn, sum vísinda- maðurin starvast við og á land hansara. Soleiðis var tað tá, og soleiðis er tað enn. Vit mugu minnast til, at hetta hendi í eini tíð, tá stórar broytingar fóru fram í heiminum á mest sum øllum økjum, eisini í Før- oyum, ikki minst tjóðskap- arliga og vinnuliga. Tað eru tær modernaðu Føroy- ar og spírin til tann mo- dernaða føroyingin, ið so smátt byrja at næla. Niels Finsen var ein av hesum spírum, ið gjørdist til heimsvøkstur. Niels Ryberg Finsen hevði ongar møguleikar havt at gjørt sítt arbeiði í Føroyum, tí hvør her á landi hevði verið so at sær komin at vilja játta honum pening til at spæla sær við ljós fyri. Her var neyðugt við einum størri umhvørvi. Í Danmark fekk hann møguleika at fremja sítt lívsverk og grundleggja tann stovn, sum enn ber hansara navn Finsensinsti- tuttet. Vísindin og ávøkstur Vísindin finnir sær megi, har hon verður veitt henni. Tað eru eygu uttan fyri landoddarnar, sum kanska duga betri at síggja førleik- an og dygdina - eisini hjá teimum føroysku gransk- arum, sum í dag gera vart við seg, enn vit her á landi sjálvi duga at síggja. Tað gerandisliga arbeið- ið á landi og sjógvi er dag- liga grundarlagið undir eini tjóð sum okkara, men tað sum lyftir okkum upp- frá tí dagliga og flytir okkum fram vísindaliga og mentanarliga eru tey ands- menni, sum eru av slíkum slag, at tey duga at sígga og leita eftir øðrum møgu- leikum og eftir høpum enn teimum, sum vit síggja í okkara heimablinda gerð- andisdegi. Tað er tað andsmenning- arliga, tann kreativi ivin, tann søkjandi sálin, og evnini at síggja ljós og nýggjar møguleikar, sum er tann megin, sum flytir mørk. Tað er tann megin, sum hevur flutt okkum frá steinøldini til tað samfelag, sum vit hava í dag, tað verði seg bæði tað góða og tað ringa. Niels R. Finsen var ein slík søkjandi sál, sum vit eiga saman við dønum og hví ikki eisini íslendingum. Vit hava fyri langari tíð tikið hann til okkara, reist honum ein minnisvarða longu í 1907 og givið eini gøtunavn eftir honum. Niels Ryberg Finsen er eins og ommubeiggi hans- ara Niels Ryberg keyp- maður, ið fyri góðum 200 árum síðani m.a. uttan úr- slit royndi at venja føroy- ingar til sjómenn og læra teir at virka klippfisk, ein partur av søgu okkara. Alt kemur ikki beinanvegin, men tað kemur. Tað, sum vísindin fæst við, ber ikki ávøkstur straks. Tað er tað sum fellir á hellubotn og verður til einkis, men tað er eisini tað, sum kemur í teirri góðu jørðina. Tað er tí neyðugt áhaldandi at stremba víðari fram á eini leið við bæði iva og vón- brotum, men eisini við tí seiggi og við teimum visiónum, ið føra til gjøgn- umbrot, flyta mørk, finna og uppfinna. Hetta verið seg í øllum vísindagreinum, eisini teimum, har vit vaksa um okkara andaliga og menta- narliga lívshøpi sum menniskju og mentanar- verur. Tað er tá, vit byggja land, varða um og menna okkara samleika sum menniskju og sum fólk í tíð og í rúmi. Latum okkum nú, tað eru gott og væl 100 ár síð- ani Niels Ryberg Finsen fekk Nobelheiðurslønina, heiðra hann við eisini at heiðra tað vísindaliga um- hvørvið, sum ikki var tá, men sum vit í dag hava her á landi. Lat okkum virða og varða um, har tað bragdar í, so at vit kenna okkara vitjanartíð, tá hon er har. Takk fyri. Jóan Pauli Joensen bar fram tignarliga og rámandi kvøðu Heri Jacobsen gjørdi sum ikki einaferð løtuna ógloymandi við síni trompet Fitt av fólki var komið saman til at heiðra minnið um Niels Finsen Pál Weihe, Jóan Pauli Joensen og Hans C. Wulf við minnisvarðan yvir Niels Finsen C M Y K 19 18