Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 153 - 14. august 2004 5 4 Sosialurin Nr. 153 - 14. august 2004 SAMRØÐA Anna V. Ellingsgaard, anna@sosialurin.fo Larmandi børn í skúlanum, forkelaði børn, børn við alskyns atferðartrupulleik- um. Ongantíð fyrr hava børn fylt so nógv í kjaki- num, í fjølmiðlunum og í okkara hugaheimi, sum nú. Og neyvan hava vit havt størri brúk fyri at geva onkrum skyldina. Peda- gogar, siðspillandi fjølmiðlar, lærarar, útiarbeiðandi foreldur, ella kanska bara tíðarandin er alt vorðið so "peda- gogiskt", siga vit, og meina sera sjáldan nakað positivt við tað. Vit hava spurt Rógva Thomsen, lærara og cand. pæd., hví "pedagogiskt" mest sum er vorðið eitt skeldsorð, og hvat tað er, sum ger, at tað pedagog- iska kjakið sum oftast fer av kós frá byrjan. Fortíðin, ið ongantíð var til - Tað ber ikki til at fáa eitt skilagott kjak í lag, so leingi fólk blanda tingini saman. At vera pedagog- iskur er komið at merkja tað sama sum, at børnini skulu sleppa alt, og at ongi mørk skulu setast. Og har- frá er tað jú ótrúliga lætt, ja mest sum eyðsæð at geva pedagogum skyldina fyri, at børn nú á døgum eru so ólátaði. Tað vóru tey ikki fyrr, siga vit, tí tá høvdu vit heldur ikki peda- gogar og allan hendan ábyrgdarleysa pedagogiska hugsunarháttin, sum er rót- in til alt ilt. Trupulleikin er bara, sigur Rógvi, at tann fortíðin, vit samanbera børnini við, ongantíð hevur verið til, aðrastaðni enn í okkara hugaheimi. - Har livir hon sítt egna idealiseraða lív, og koma skøvur í glansmyndina, pussa vit hana bara umaft- ur við nýggjum tulkingum, alt eftir tørvi. Og politikar- arnir syngja glaðir við i kórinum um tað fullkomnu familjuna, har børnini vóru trygg og glað, tí mamman gekk heima og bakaði bollar og gjørdi alt prát um pedagogar og stovnar púra óneyðugt. Heldur ikki hendan familjan hevur nakrantíð verið til, sjálvt um flestu politisku flokkar krampakent krøkja seg í hana og kappast um at geva henni kunstigan anda- drátt. Fupploysnir sum stórídnaður At hendan myndin ikki er røtt, hevur minni at siga, tá tað ræður um at geva for- eldrunum ringa samvitsku, sigur Rógvi. Í eini tíð, har annaðhvørt menniskja kall- ar seg pedagogiskan tera- peut av onkrum slagi, og uppalingarhættirnir í viku- bløðunum skifta líka títt, sum klænkiuppskriftir, verða foreldrini ótrúliga løtt offur. Pedagogiskar og sálarligar fupploysnir eru í ferð við at gerast stórídn- aður, og næstan hvønn dag fáa foreldrini eina nýggja "diagnosu" at seta á børn- ini. ‘Curlingbørn, radara- børn, hyperaktiv børn, prestigubørn’ - listin er langur, og ringa samvitsk- an økist í takt við, at hann gest longri. Tað syndarliga er bara, at tey allarflestu av hesum børnunum hava als ikki tørv á nakrari diag- nosu, tí tey feila onki. Tey eru bara øðrvísi, enn vit halda, at børn vóru fyrr. - Eg meini tað í rama álvara, tá eg sigi, at børnini ongantíð fyrr hava verið so fitt og góð at fáast við, sum tey eru í dag, sigur Rógvi avgjørdur. Men tey bera seg annarleiðis at, enn vit gjørdu, tí samfelagið krev- ur nakað annað av teimum. Tey sussa, tey snakka, siga sína hugsan og taka tað ikki altíð sum givið, at lærarin veit best. Hetta er tað, vit hava lært tey, í eini roynd at uppala tey til fólkaræði og tolsemi. Men tá tey hava lært tað, duga vit ikki at handfara tey og kalla tey óuppdrigin og forkelaði. Vit enda aftur við at samanbera tey við okkara egna uppvøkstur, har børn hildu munn, tá tey vaksnu tosaðu, og orðini hjá lærarnum vóru lóg. Serføroyskt at sláa børnini Hinvegin kunnu vit ikki lata eyguni aftur fyri, at flestu OECD kanningar seinastu árini vísa, at fak- liga støðið hjá donskum næmingum er lítið at reypa av, og vit hava onga serliga orsøk til at halda, at før- oysku børnini eru betri fyri. Men hetta órógvar ikki Rógva almikið, sum spyr, um fólk eisini munnu hava lisið restina av kann- ingunum. - Tær vísa nevniliga eis- ini, at hesi somu børnini hava eina nógv betri demo- kratiska fatan av verðini, duga nógvar ferðir betri at samskifta við síni med- menniskju, og hava saman- umtikið ongantíð trivist so væl í skúlanum, sigur Rógvi. At børnini trívast í skúlanum, kunnu vit sjálv- sagt bara fegnast um, men eigur skúlin ikki fyrst og fremst at vera eitt stað, har børnini skulu ogna sær vit- an, har fakligheitin er í há- sæti, og har lærarar skulu kunna taka tað sum eina sjálvfylgju, at foreldrini taka sær av uppalingini, og at børnini verða glað menniskju? - Nú, er tað soleiðis, at ongin lærir nakað í einum lufttøttum rúmi, og tað ber yvirhøvur ikki til at læra nakað sum helst, um tú ikki trívist saman við teim- um, tú skalt læra av og saman við, sigur Rógvi, sum ongantíð hevur trúð teimum, sum halda uppá, at tey lærdu mest hjá teim- um strangastu lærarnum. Hetta, sum so nógv annað, meinar hann, man vera ein treisk eftirrationalisering, í eini roynd at tvíhalda um glansmyndina av tíðini, sum ongantíð var. - Veruleikin er jú, at tey flestu av okkum ræddust lærarnar sum pestin, og størsta partin av tíðini gjørdu alt fyri ikki at verða hoyrd ella sædd, tí so var vandin fyri at fáa eina oyrafiku ella at verða sett- ur í skammikrók minst. Hvør í verðini lærir nakað í einum slíkum umhvørvi? Ongin, og tí ráddi skúla- gongdin hjá mínum og øðrum ættarliðum mest um at sleppa í fríkorter og annars royna at yvirliva sum frægast. Sum eitt skúladømi um okkara lyndi til at romanti- serað fortíðina, nevnir Rógvi kjakið fyri nøkrum árum síðani, um, hvørt tað skuldu vera loyvt at sláa børnini. - Tá fóru politikaranir kropp á kroppi upp á ting- sins røðarapall at sannføra føroya fólk um, at teir so sanniliga ikki høvdu tikið skaða av at verða knokk- royttir ella fáa ein brest í afturpartin. Hetta løgna orðaskiftið mundi fáa fleiri at gruna yvir, um ikki onk- ur mundi havt tikið skaða kortini. Men vit varveittu so rættin, at sláa børnini, sum nakað heilt sermerkt í Norðurlondum ... Føroyskt - eitt ikonmál Hetta skal ikki misskiljast og tulkast sum, at faklig- heitin ikki er týdningar- mikil. Tað er hon sjálvandi, sigur Rógvi, men minnir samstundis á, at fakligheit altíð hevur verið eitt rela- tivt hugtak, og at vitan ongantíð hevur verið skjót- ari avoldað, enn júst nú. Hann heldur, at eitt tað týdningarmesta, vit kunnu læra børnini nú er broyt- ingarførleika - bæði tá tað ræður um at sortera í rúgv- uni av vitan, sum hópar seg upp frammanfyri teim- um, og fyri at kunna rúma og klára seg í einum sam- felag, sum allatíðina krev- ur nakað nýtt og meir av teimum. - Børn og vit øll kunnu bara læra nakað, um vit hava eina kenslu av, at tað, vit læra, rakar okkum, og at tað er ein meining í, hví vit skulu læra tað. Vit halda tað til dømis vera onki mnni enn eina van- lukku, at ungdómurin er vorðin so søguleysur, men hygg at lærubókunum hjá teimum. Tey sita framvegis og royna at skilja, hví landbúnaðurin í Sovjett- samveldinum er eitt álvars- mál, hóast hvørki landið ella stýrið har eru til long- ur. Ei undur í, at tey kenna seg søguleys. Tað sama ger seg galdandi, tá vit rópa varskó, tí nú dugir ongin knappliga føroyskt longur. Tann frálæran byrjar nevn- liga við, at børnini fáa at vita, at tey ikki duga før- oyskt, og at tað dugir mamma teirra forestin heldur ikki. So kunnu tey sita har og gruna yvir, hvat mál tey hava gingið og tos- að, áðrenn tey komu í »Føroysku familjuni« tørvar kunstigan andadrátt "Pedagogiskt" er vorðið eitt skeldsorð, og tað er nærum eyðsæð at geva pedagogum skyldina fyri, at børn nú á døgum eru so ólátaði. Trupul- leikin er bara, at tann fortíðin og tann familjan, vit samanbera við, ongantíð hava verið til, aðra- staðni enn í okkara hugaheimi, sigur Rógvi Thomsen, lærari og pedagogur Fólk blanda tingini saman, og tí er tað at vera pedagogiskur komið at merkja tað sama sum, at børnini skulu sleppa alt, at ongi mørk skulu setast, sigur Rógvi Thomsen - Í staðin fyri at spyrja, hví fólk meina, tað tey meina, gita vit, at tað man vera tí, tey eru baptist, tjóðveldisfólk, ella tí abbin og langabbin meintu tað sama. Tí er tað ofta ógjørligt at fáa eitt veruligt kjak í lag, í einum lítlum samfelag, sigur Rógvi Thomsen. skúla. Í staðin skulu tey nú læra eitt orðabókaføroyskt, eitt ikonmál, sum ongin brúkar, men sum onkur annar hevur gjørt av at kalla føroyskt. - Og hvat hevur alt hetta so við pedagogikk at gera? Jú, tað snýr seg um, at tað ber ikki til at síggja barnið sum eitt objekt ella ein tóman tanga, tú bara kanst blíva við at fylla, uttan at gera barninum og tær sjálvum greitt, hvat tað er, tú fyllir á, og hví. Tað ber sjávandi til, tað er jú tað, vit altíð hava gjørt, men innihaldið í tanganum dampar bara spakuliga burtur. Ongin fær gleði av tí, tí ongin veit, hvat tað skal brúkast til. Fyri at taka aftur í dømi við før- oysktfakinum, so hevði tað beinanvegin givið meining, um vit greiddu børnunum frá, at tað finnast nógv ymisk sløg av føroyskum - skaldamál, bíbliumál, skriftmál, talumál o.s.fr. Tá høvdu børnini havt gleði av at samanbera og kunna gjørt sær skilagóðar tankar um, hví og nær vit brúka tey ymsu sløgini av før- oyskum. Men higatil hava tey bara lært at hava ringa samvitsku, uttan at vita hví, og tí hava so nógv vent fakinum bakið. Úrslit- ið síggja vit nú, við vant- andi førleikunum at stava føroyskt og í summum før- um einum beinleiðis ill- vilja móti fakinum. Fólkaræðið í vanda Rógvi vísir á, at grund- leggjandi snýr pedagogikk- ur seg um, at vit hugsa um, hví vit gera, sum vit gera og altíð geva okkum far um, at tað finnast nógvir aðrir máta at gera tað. Hetta krevur, at vit taka kjakið um, hvørji virðri vit leggja niður í børnini, fram í ljósið. Men tað duga før- oyingar tíverri ikki, og tí fer tað pedagogiska kjakið og virðiskjakið yvirhøvur av sporinum, áðrenn tað er byrjað. - Vit hava ongantíð havt nakra veruliga kjakmentan í Føroyum, tí í einum lítl- um samfelag tekur tú tað mesta sum givið. Meining- ar og lívsáskoðanir liva í tí fjalda ella í útgávum, vit hava gitt okkum til. Og tá er vandi á ferð, tí allar hes- ar ósøgdu hugsaninar verða størsta hóttanin móti fólkaræðininum, móti okk- um sjálvum. Tí er tað ong- in ivi um, at eitt lítið sam- felag hevur dupult so stór- an tørv á fólkaræðinum, sum tey stóru. Rógvi heldur, at tí áttu vit nettupp í okkara lítla samfelag at duga betri at virðismett tað pedagogisku uppalingina, har allar hugsanir og meiningar hava sama virði og gildi. - Í staðin fáa pedagogar og stovnar skyldina fyri at uppala børnini til eitt ósmædni, sum í huga- heiminum hjá alt ov nógv- um verður mistulkað sum ófólkaligheit. Ein álvarsom misskiljing, sum hevur fingið alt ov nógvar føroy- ingar at halda munn alt ov leingi. Hetta áttu vit heldur at lært av og lagt doyin á læra okkara børn at siga sína hugsan, at spyrja hvat onnur halda, at ivast í, hvør hevur rætt og soleiðis roynt at tryggja okkum eitt fólkaræði, sum vit ong- antíð kunnu taka sum giv- ið, sigur Rógvi Thomsen at enda. C M Y K 21 20