leygardagur 14. august 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 153 - 13. august 2004
OLYMPISKIR LEIKIR
Jóannes Hansen
Hjá teimum, sum eru ítróttar-
hugað, fara næstu vikurnar og
dagarnir fram til 29. august at
vera nakað heilt serligt. Hjá
teimum fótbóltshugaðu er tað
sjálvandi nakað heilt serligt, tá ið
EM og serliga HM endaspæl eru
á skránni. Men kring allan
heimin verður tað roknað sum
størsta ítróttartiltak yvirhøvur og
kanska størsta globala tiltak
yvirhøvur, tá ið olympisku leik-
irnir eru á skránni. Ikki olympi-
adan, sum tað ofta verður sagt.
Olympiadan er tíðin millum tveir
olympiskar leikir. Tað verður
altso tosað um olympisku leikir-
nar, sum í gjárkvøldið vórðu
settir í Athen.
Grikski høvuðsstaðurin og
Grikkaland alt sum tað er hava
seinastu árini fyrireikað seg til
velduga tiltakið, sum teir hava
fingið litið upp í hendi at skipa
fyri. Saman við góðum vinfólk-
um vitjaðu vit í Athen og í
Grikkalandi í oktober mánað í
fjør. Tá var grivið og borað og
stoypt og smíðað, sum tað sjáld-
an ella ongantíð áður hevur verið
at sæð.
Tá vóru tað fleiri, sum undr-
aðust á, um vegir og jarnbreytir
og gistingarhús og vallir og
breytir fóru at vera liðug í
august. Tey, sum á altjóða stigi
hava ábyrgdina av olympisku
skipanini, hava ivast. Men í
Athen og Grikkalandi hava teir
knappliga ellivu milliónirnar
grikkar, sum fyri tað mesta liva
av ferðavinnuni, og sum nú vóna
at fáa serliga nógv burturúr,
biðið onnur vera rólig. Hetta fór
at ganga. Nú til endan hava tey
spílað seg eyka út, og í gjár
skuldu leikirnir so verða settir.
Næstu vikurnar fara at vísa,
um grikkarnir hava fyrireikað
seg nóg væl. Tað gekk einki
serligt fyrsta dagin. Fyrstu inn-
leiðandi dystirnir í olympisku
fótbóltskappingini vórðu spældir
mikudagin. Tá var tað, sum tað
ofta hevur verið, tá ið føroyska
fótbóltslandsliðið hevur spælt á
útivølli. Tað kiksaði við sjón-
varpssignalinum. Grikkar sótu
eina fitta løtu frammanfyri
svartan sjónvarpsskíggja, og tveir
av teimum, sum hava havt høv-
uðsábyrgdina av arbeiðnum at
fáa hesi tingini at rigga, løgdu
beinanvegin frá sær.
Í fyrireikingunum hevur tað
havt alstóran týdning, at nýggja
jarnbreytin varð bygt, og at tað
harvið skuldi gerast ómakaleys-
ari og skjótari at ferðast hjá
øllum teimum, sum í hesum
døgum eru í Athen. Tað eydn-
aðist, og so er at vóna, at tað fer
at roynast betri við jarnbreytini,
enn tað gjørdi við fyrstu sjón-
varpingini.
Aftur á grundina
Tað er nakað heilt serstakt, at
olympisku leikirnir hesa ferð eru
í Athen. Tað er úr Grikkalandi, at
olympisku leikirnir høvdu sín
uppruna, og tað var í Athen, at
fyrstu olympisku leikirnir í
nýggjari tíð vórðu hildnir.
Hvussu langt tað er síðani, at
fyrstu olympisku leikirnir vóru,
eru søgumenn ikki heilt samdir
um. Men í grikskari søgu ella
kanska rættari søgn verður
møguleikin nevndur, at teir vóru
umleið 1370 fyri Krist. Tað visti
grikska skaldið Homer at siga.
Upprunaliga vóru átta ár millum
leikirnar, men hetta varð síðani
stytt niður í fýra ár.
Fornfrøðisligar útgravingar
fyri stívliga hundrað árum síðani
vístu, at leikirnir heilt víst vóru
776 fyri Krist. Tá ið rómverjarnir
høvdu tikið Grikkaland, vóru teir
ikki so glaðir fyri leikirnar, og tá
ið síðstu leikirnir vórðu hildnir í
393 eftir Krist, var tað langt
síðani, at leikirnir høvdu mist
týdningin og tann status, sum teir
høvdu havt í gamla Grikkalandi.
Hetta var tólv ár eftir, at kristna
siðalæran var vorðin statstrúgv í
Grikkalandi. Olympisku leikirnir
høvdu nógv samband við gomlu
griksku religiónina og gudalær-
una, og tí vórðu teir ikki rokn-
aðir at hóska seg, nú Grikkaland
hevði gjørt av at halda seg til
kristnu trúnna.
Men søgan um olympisku
leikirnar livdi sítt fríska lív. Ikki
minst í skaldskapinum, sum
minti á, hvussu framúr leikirnir
høvdu verið. Leingi varð tosað
um aftur at skipa fyri olympisk-
um leikum. Serliga var hetta
gjørt í Bretlandi og Fraklandi. Í
1896 vóru fyrstu leikirnir aftur á
skránni, og tað varð mett upp-
lagt, at leikirnir skuldu verða í
Athen og Grikkalandi.
Franski barónurin Coubertin,
sum leingi hevði arbeitt við stór-
um ídni fyri at endurreisa leik-
irnar, var fyrsti formaðurin í
olympisku nevndini. Hann var
formaður inntil hann doyði eitt
ár eftir, at leikirnir høvdu verið í
Berlin í 1936. Hann segði í
1890’unum eitt nú, at tað var
barnsligt at krevja, at heimsins
fólk skuldu elska hvørt annað.
Tað var ikki utopi at heita á tey
um at virða hvørt annað, men
um tey skulu virða hvørt annað,
so er fyrsta neyðuga stigið, at tey
læra hvørt annað at kenna, og tað
er í tí sambandinum, at olymp-
isku leikirnir eru týdningar-
miklir.
Heldur ikki í 1890unum var
Grikkaland nakað serliga væl
fyri fíggjarliga, og tað almenna
bar seg undan at stuðla leikunum
á nakran hátt. Skipað varð fyri
innsavning fyri at fáa fígging,
men ov lítið kom inn. Tá var tað,
at ein ríkur grikki, sum búði
uttanlands, legði eina millión
drakmur á borðið. Hetta svaraði
til 250 túsund danskar krónur, og
tá var figgjarliga grundarlagið,
sum tað skuldi vera.
34 tjóðir høvdu verið við í
arbeiðnum at fáa olympisku
leikirnar í lag aftur. Men tá ið
leikirnir vóru settir 5. apríl í
1986, vóru bara umboð fyri 12
tjóðir hjástødd. Samlaða
luttakaratalið var 285, og av
teimum vóru 197 úr Grikkalandi.
Trupulleikarnir vóru nógvir
undir fyrstu leikunum, men
eingin ivi var um, at tað skuldi
haldast fram. Fransar og
Frakland vóru millum tey mest
ídnu, og tí var tað upplagt, at
leikirnir í 1900 vóru í París, sum
harvið varð fyrsti vertsbýurin
fyri olympisku leikunum
uttanfyri Grikkaland.
Í 1904 vóru leikirnir í USA, í
1908 í London og í 1912 í
Stokholm. Harvið varð
undirstrikað, at eisini Svøríki
taldist millum tey stóru. Orsaka
av heimsbardøgunum vóru eingir
leikir í 1916 og í 1940 og í 1944.
Minnisríku leikirnir
Tá ið olympiskir leikir eru á
skránni og serliga, tá ið tíðin fyri
leikunum nærkast, verður nógv
gjørt burturúr olympisku søguni.
Allir leikirnir hava havt síni
serligu eyðkenni, og tað er so
ymiskt, hvat verður drigið fram,
tá ið tað verður komið inn á
olympisku søguna. Men tað eru
einstakar hendingar og høvi, sum
ivaleyst øll tey, ið hava áhuga
fyri olympisku leikunum, munnu
komast við.
Í 1936 vóru olympisku
leikirnir í Berlin. Hitler dugdi at
síggja týdningin av
tjóðskaparligari og politiskari
propagandu, áðrenn tilvitanin um
hetta gjørdist stór aðra staðni.
Sjovið hjá Hitler eydnaðist til
fulnar - næstan. Tað kom illa við
hjá honum, at tað var ein svartur
amerikumaður, sum stjól
myndina frammanfyri allar hinar
luttakararnar.
Jesse Owens vann fýra
gullkrónur. Harvið syrgdi hann -
fyribils í hvussu so er -
frammanfyri eitt hundrað túsund
áskoðarum fyri, at ástøðið hjá
Hitler um, at øll onnur fólkasløg
lógu undir fyri tí ariska, ikki
gjørdist til veruleika. Owens
vann gull í 100 og 200 metra
renning, longdarlopi og 4 x 200
metra stafettrenning. Tiltikið er
tað, tá ið hann rætti nevan upp í
loft. Hitler var so spinnandi óður,
at hann ikki vildi taka í hondina
á honum og ynskja óføra
amerkiumanninum tillukku við
sigrunum.
Ætlanin var, at Tokyo skuldi
vera vertur fyri leikunum í 1940.
Men orsaka av krígnum vórðu
eingir leikir í 1940. Leikirnir
vórðu avlýstir longu í 1937, tá ið
Japan leyp á Kina. Síðani var
ætlanin, at leikirnir skuldu vera í
Finnlandi, men tað bar ikki til, tí
í 1940 stóð heimurin í ljósum
loga. Ætlanin hevði longu undan
krígnum verið, at leikirnir í 1944
skuldu vera í London. Tað bar
heldur ikki til, men fyrstu
leikirnir eftir kríggið vóru í
London.
Tá ið leikirnir vóru í London í
1948, vóru Týskland og Japan
útihýst. Trý ár eftir 2.
Athen í miðdeplinum í ein mánað
Í 1972 komu olympisku leikirnir á so mangan hátt til Føroya, men olympiska søgan er long og
spennandi og serliga standa leikirnir í 1972 sum teir, tá ið ungur amerikumaður setti met, ið neyvan
verður tikið, og tá ið Útvarp Føroya av óvart var við í miðdeplinum í størsta sorgarleikinum, sum
higartil hevur nívt olympisku søguna
Eyðkenni fyri grikska høvuðsstaðin, Athen, er m. a.
Akropolis og Areopagos, har ítróttartiltøk vóru í
fornu tíð Grikkalands
Sosialurin Nr. 153 - 13. august 2004
7
heimsbardaga var tosið um
samanflætting av Europa í
marknaðarliga og búskaparliga
eind ikki kyknað av álvara.
Tjóðarkenslan var framvegis
ógvuliga stór kring heimin, og
hetta eyðkendi leikirnar í 1948
ógvuliga nógv.
Flúgvandi hollendarin er kent
hugtak. Í 1948 syrgdi ein 30 ára
gomul hollendsk húsmóður, sum
átti tvey børn, fyri, at hugtakið
gjørdist til ítøkiligan veruleika.
Fanny Blankers-Koen vann fýra
gullkrónur. Hon var best í 100 og
200 metra renning, 80 metra
forðarenning og í stafettrenning.
Tað ber sjálvsagt til at nevna
eina rúgvu av íðkarum. Men skal
ein nevnast, áðrenn tað verður
lopið til 1972, so skal tað vera
teir báðir, sum hoppaðu í tunnu
luftini í Meksiko í 1968. Annar
var Dick Fosbury, sum í
hæddarlopi við bakinum til -
hetta var ikki sætt áður - rakk
2,24 metrar og vann. Hetta lopið
hevur síðani verið rópt Fosbury
flop. Hin var Bob Beamon, sum
í longdarlopi rakk 8,90 metrar.
Eitt lopæ inn í 21. øld, søgdu tey
í 1968.
Í 1972 komu leikirnir
henda vegin
Tá ið olympisku leikirnir í 1972
vóru í Vesturtýsklandi og
Múnchen, komu leikirnir nærri
Føroyum. Føroyingar høvdu
fylgt við og lisið og hoyrt um
donsku avrikini í eitt nú fótbólti í
London í 1948, tá ið Danmark
vann bronsu, og í Róm í 1960, tá
ið málverjin hjá AGF, Henry
From, í hálvfinaluni ímóti
Ungarn, sum tá taldist millum
størstu fótbóltstjóðirnar í
heiminum, setti tyggigummið á
stólpan og harvið syrgdi fyri, at
brotssparksskjúttin misnýtti.
Danmark vann hálvfinaluna 2-0
og vann silvur krónur.
Tiltikið frá leikunum í Róm í
1960 er eisini, tá ið ókendi
etioparin Abebe Bikila vann
maratonrenningina. Tað
merkisverda og heilt serliga var,
at hann var berføttur, tá ið hann
rann longsta kappingarteinin!
Olympisku leikirnir komu
føroyingum nærri í 1972, enn
teir nakrantíð áður høvdu verið.
Tað gjørdu teir á fleiri mátar. Eitt
var, at hetta var fyrsta ferðin, at
tað bar til at fylgja við í sjón-
varpi í Føroyum. Ikki beinleiðis
og heldur ikki heima í stovuni,
men tað bilti ikki. Havnarmenn
skipaðu fyri, at tað bar til at
fylgja við í ítróttarhøllini á Nabb.
Hon var býtt sundur í eina rúgvu
av básum, og so bar tað til so at
siga at zappa ímillum. Í onkrum
bási bar til at síggja boksning, í
øðrum renning og lop, og hjá
nógvum var størsti áhugin at
fylgja við fótbóltskappingini, har
Danmark fleiri ferðir stóð seg
væl, og har ein átjan ára gamalur
og 164 centimetra høgur ung-
lingi, sum fleiri ár seinni gjørdist
so at siga hálvur føroyingur, var
stóra opinberingin. Eitt nú
stútaði hann eitt mál ímóti
Brasilia. Talan var sjálvsagt um
Allan Simonsen.
Tað kom meiri enn so fyri
hesar vikurnar, at tað ikki bar
flogfarinum til at lenda í Vágum.
So vórðu bondini, sum komu úr
Danmark, og sum skuldu vísast á
Nabb, uppaftur eldri, tá ið tað
bar til at hyggja at teimum. Men
tað bilti avgjørt einki hjá ungum
og eldri, sum vóru í Havnini
seinnapartin av august og fyrra-
partin av september í 1972.
Serliga spennandi var tað at
fylgja við í svimjikappingunum,
har ein amerikumaður var so
stinnur, sum eingin hevur verið
fyri og síðani. Talan var um
Mark Spitz, sum megnaði at
vinna sjey gullkrónur. Nú undan
leikunum í Athen hevur verið
tosað um møguleikan fyri, at
onkur skal leggja seg upp á
síðuna av framúr amerikumann-
inum, men tað er ógvuliga
ivasamt, um nakar fer at megna
hetta. Talan var um einastand-
andi avrik, ið nevyan verður
tikið. Mark Spitz gjørdist eitt
hugtak millum ungdómar, ið
royndu seg í svimjing, og tað er
hann framvegis.
Tað ber ikki til at nevna so
nógvar luttakarar, sum vóru at
síggja á Nabb í 1972, men tað
eru tveir aðrir, sum standa
frammarlaga. Annar er finski
rennarin Lasse Viren, sum vann
bæði 5.000 og 10.000 metra
renningina, og so russiska
fimleikagentan Olga Korbut.
Eitt var sjónvarpingin á Nabb.
Men tað, sum gav leikunum í
Múnchen serligan føroyskan
dám, var, at Útvarp Føroya sendi
beinleiðis. Niels Juel Arge, sáli,
og Jógvan Arge vóru í Týsklandi,
og teir varpaðu út frá einari
rúgvu av kappingum.
Stóri skuggin yvir olympisku
leikunum í 1972 var, tá ið
palestinar í Svarta september
felagsskapinum gjørdu seg inn á
ísraelsku luttakararnar. Ellivu
ítróttarfólk lótu lív. Olympiski
friðurin var fyri fyrstu ferð oyði-
lagdur, fløggini fóru á hálva
stong, og skipað varð fyri
minningarhaldi.
Føroyingar fylgdu við í út-
varpinum, og útvarpsmenninir
komu í fremstu røð í døkkastu
olympisku søguni. Tað mundi
teir hvørki hava ætlað sær ella
longst eftir, men teir vóru har, og
ivaleyst eru tey mong, sum
minnast, tá ið Niels Juel segði
frá, tá ið terroristarnir við
skammbyrsum og í brølapum
komu út á svalan.
Seinni hevur so mangt annað
enn ítrótturin og kappingarnar
skuggað yvir olympisku leik-
irnar. Okkurt av tí verður høvi at
venda aftur til eina aðru ferð. Nú
snýr tað seg um leikirnar í Athen
og Gikkalandi, har olympiska
vøggan stóð fyri kanska trý
túsund árum síðani.
Formaðurin í olympisku nevndini
(IOC), Jacques Rogge, tá hann kom
til Athen fyrr í vikuni
Aimi av Strondum, sum býr í Athen, saman við Sámal Bláhamar í Havn á stadion í Athen
Olympiskir leikir
1896-2004
1896: Athen
1900: París
1904: St. Louis
1906: Athen
1908: London
1912: Stokholm
1920: Antwerpen
1924: París
1928: Amsterdam
1932: Los Angeles
1936: Berlin
1948: London
1952: Helsingfors
1956: Melbourne
1960: Róm
1964: Tokyo
1968: Meksiko City
1972: Múnchen
1976: Montreal
1980: Moskva
1984: Los Angeles
1988: Seoul
1992: Barcelona
1996: Atlanta
2000: Sydney
2004: Athen
Mark Spitz (hm) gjørdist eitt hugtak millum ungdómar, ið royndu seg í
svimjng, og tað er hann framvegis. Hann megnaði at vinna sjey gullkrónur,
og tað bragd hevur eingin gjørt honum eftir
C
M
Y
K
23
22