mánadagur 21. desember 2015síða 54
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015
Fyrireika og tak lut
í eini setanarsamrøðu
Fyrireika og tak lut í eini setanarsamrøðu, sum tú ert nøgd/ur við. Her fært tú vegleiðing um,
hvussu tú kanst fyrireika teg til eina setanarsamrøðu, sum tú ert boðin til. Minst til, at tá ið tú
verður boðin til setanarsamrøðu, metir arbeiðsgevarin, at tú fyribils ert skikkað/ur til starvið!
Fyrireikingar til
setanarsamrøðuna
Útvega tær góðan kunnleika til fyri
tøkuna, tað vil siga, hygg á heimasíð
una hjá fyritøkuni, tosa við onkran,
sum tú kennir í fyritøkuni ella sum
starvast á hasum økinum ella ring til
fyritøkuna fyri at fáa fleiri upplýsingar.
Les starvslýsingina, umsóknina
og CV-ið umaftur, áðrenn tú fert til
setanarsamrøðu
Hugsa væl um, hví tú vilt hava
starvið, og hví arbeiðsgevarin eigur at
velja teg. Hvussu ætlar tú at greiða
frá um teg sjálva/n? Spyr teg sjálvan,
hvørjar spurningar tú kanst fáa undir
setanarsamrøðuni. Hvat svarar tú, um
tú verður spurd, hvønn mun tú kanst
gera í fyritøkuni? Á hvørjum økjum ert
tú sterk/ur, og á hvørjum økjum ert
tú veik/ur?
Tá tú skalt til setanarsamrøðu er
tað eitt gott hugsko at hava okkurt
at skriva á, títt lívsrensl, umsókninga,
prógv og aðrar váttanir. Verð so ílatin,
at tú kennir teg væl undir samrøðuni.
Møt rættstundis. Minst til, hvar set
anarsamrøðan fer fram og hvør tín
kontaktpersónur er. Minst til, eitt
fast lógvatak og eygnasamband er
altíð jaligt.
Soleiðis kann ein setanar
samrøða fara fram:
Millum tveir og fimm persónar luttaka
– hesi hava sum oftast ymiskar leik
lutir í fyritøkuni. Arbeiðsgevarin byrjar
við at greiða frá um fyritøkuna og
um leysa starvið. Síðani sigur tú frá
um teg sjálva/n, og arbeiðsgevarin
spyr teg spurningar. Niðanfyri sært
tú nakrar av teimum spurningum, ið
vanligir eru at seta til eina setanar
samrøðu. Tú kanst fáa aðrar spurn
ingar, og tað er heldur ikki vist, at tú
fært allar hesar spurningarnar. Undan
setanarsamrøðuni eigur tú at hugsa
um, hvussu tú svarar hesum spurning
um.
• Hví søkti tú hetta starvið?
• Hvørjum hevur tú arbeitt við fyrr?
• Hví helt tú uppat í tínum fyrr
verandi arbeiði?
• Hvørja styrki hevur tú í eini
arbeiðsstøðu?
• Hvat gjørdi tú tað tíðarskeiðið, tá
ið hol er í CV-num?
• Verður tú lættliga strongd/ur?
Hvat heldur tú um at arbeiða
undir tíðartrýsti?
• Dámar tær at hava sama slag av
arbeiðsuppgávum alla tíðina, ella
vilt tú, at arbeiðsuppgávurnar
broytast?
• Hvørjum slagi av arbeiðsupp
gávum trívist tú best við?
• Hvørjum slagi av arbeiðsupp
gávum trívist tú ringast við?
• Hvat er tað mest jaliga og tað
mest neiliga, tú hevur at siga um
teg sjálva/n?
• Hvat dámar tær betur – at
arbeiða sjálv/ur ella í toymi?
• Hví skulu vit velja júst teg til
hetta starvið?
• Hvussu megnar tú at gera mun í
hesum starvinum?
• Hvørjum heldur tú, at tú arbeiðir
við um fimm ár?
• Fortel um familjuna (hjúnastøðu)
• Onkuntíð verður tú spurd/ur, um
tú vilt taka eina persónligheits
roynd.
Um tað eru upplýsingar, sum tú
frammanundan ikki hevur fingið
greiðu á, ber til at spyrja um hetta til
setanarsamrøðuna. Ein setanarsam
røða varir vanliga millum 45 og 90
minuttir og summir arbeiðsgevarar
hava samrøðu við umsøkjarar í bólk
um.
Tá ið setanarsamrøðan er liðug
er tað eitt gott hugskot at senda ein
t-post fyri at takka fyri eina góða
setanarsamrøðu. Tú kanst ringja eftir
uml. 14 døgum, um tú einki hevur
hoyrt frá arbeiðsgevaranum.
Fell ikki í fátt, um tú ikki fekst
starvið. Gloym ikki, at tá ið tú verður
boðin til setanarsamrøðu, heldur ar
beiðsgevarin, at tú hevur neyðugu
førleikarnar til starvið. Tað er ein góð
venjing at sleppa til setanarsamrøðu.
Arbeiðsgevarin kann hava fingið eina
jaliga og góða fatan av tær, hóast tú
ikki fekst starvið.
Kelda: als.fo
Modellmynd