Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 61

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015 Almannaverkið www.av.fo, tlf 360000 Almannaverkið er skipað í deplarnar Viðskiftadepilin, Trivnaðardepilin fyri sálarsjúku, autismu og barnavernd og Trivnaðardepilin fyri menningartarn og onnur brek. Arbeiðsøki: Skrivstovuumsiting, málsviðgerð, sosialráðgevar, roknskaparkøn, lógarkøn og onnur við viðkomandi útbúgvingum innan sosiala landsumsiting. Apoteksverkið www.apotek.fo Endamálið hjá apoteksverkinum er at útvega og framleiða heilivág og heilsufremjandi vørur til føroyska samfelagið og til útflutnings. Arbeiðsøki: Farmaseutar, farmakonomar, farmakonomnæmingar, laborantar, verkfrøðingar, skrivsstovufólk og hjálparfólk . Arbeiðsloysisskipanin www.als.fo, tlf 349550 Endamálið við Arbeiðsloysisskipanini er at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa starv og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Arbeiðsøki: Umsiting, skrivstova og ráðgeving Articon www.articon.fo, tlf 350700 Articon hevur serligan førleika innan jørð-, kloakk-, betongarbeiði, byggibúgving, vega- og havnagerð, fjarhita, timbur- og snikkaraarbeiði eins og ymisk apteringsarbeiði, tá skip verða bygd ella umvæld. Arbeiðsøki: Verkfrøðingar, byggifrøðingar, tøkniligir serfrøðingar og búskaparfrøðingar. Maskin- og lastbilførarar, spreingimeistarar, betongarbeiðarar, timburmenn og snikkarar. Bakkafrost www.bakkafrost.com, tlf 405000 Bakkafrost framleiðir og selur fyrsta floks matvørur úr laksi til marknaðir í Evropa, USA, Russlandi, Kina og aðrastaðni. Høvuðsvørurnar eru laksaporsjónir til stórar handilsketur og feskur laksur til sushimarknaðin. Arbeiðsøki: Aling, slátur, matvøruframleiðsla, skrivstova, søla, samskifti, marknaðarføring, roknskapur, leiðsla. Betri Pensjón www.betri.fo , tlf 345600 Endamálið hjá P/F Betri pensjón er at reka eftirlønar- og lívstryggingarvirksemi, sambært ta til eina og hvørja tíð galdandi lóg um tryggingarvirksemi, ið kann útinnast av einum lívstryggingarfelag. Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk innan búskap, sølu og pensjónsfakkunnleika. BankNordik www.banknordik.fo, tlf 330330 BankNordik er ein fyritøka í støðugari menning. Virksemið er økt munandi seinastu árini, og bankin er í dag børsskrásettur og hevur bankavirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Arbeiðsøki: Bankavirksemi, búskaparfrøði, løgfrøði, kunningartøkni, marknaðarføring og HR. BankNordik tekur nýggjar næmingar inn á hvørjum ári. Eik www.eik.fo, tlf 348000 Eik er ein banki á føroyska marknaðinum, ið tænir privat-, vinnu- og almennum kundum. Virkisøkið er innlán, útlán og gjaldsmiðling, umframt virksemi, sum er tengt at hesum. Arbeiðsøki: Bankavirksemi, búskaparfrøði, løgfrøði, kunningartøkni, marknaðarføring og HR. Eik tekur nýggjar næmingar inn á hvørjum ári. Fiskaaling www.fiskaaling.fo, tlf 474747 Vit stremba eftir at veita alivinnuni rogn og yngul av besta slagi í neyvum samstarvi við heimsins fremstu kynbótafeløg, umframt at vit veita alivinnuni holla tænastu yvirhøvur. Arbeiðsøki: Umsiting, aling, kunning og gransking. Formula www.formula.fo, tlf 344000 Formula er útvegari av tøkni, ið fremur kappingarføri bæði innanlands og uttanlands. Okkara aðalmál er at virka fyri at okkara viðskiftafólk fáa optimerað teirra virksemi, og harvið økja teirra produktivitet. Arbeiðsøki: Móttøka, skrivstova, bókhald, søla, samskifti, forritan, verkfrøði, búskapur, leiðsla. Fróðskaparsetur Føroya www.setur.fo, tlf 352500 Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. Arbeiðsøki: Umsiting, frálæra og gransking á Føroyamálsdeildini, Læraraskúlanum, Søgu- og samfelagsdeildini, Náttúruvísindadeildini og Sjúkrarøktarfrøðisskúlanum. Føroya Tele www.ft.fo, tlf 303030 Føroya Tele er fremsti veitari av fjarskifti í Føroyum. Missiónin er at veita einfalt fjarskifti til kundan, sum verður settur í miðdepilin í øllum okkara virksemi. Arbeiðsøki: Verkfrøðingar, teldufrøðingar, handilsfólk, búskaparfrøðingar, samskiftisráðgevar, marknaðarfólk, roknskaparfólk, tænastufólk og skrivstovufólk. Gjaldstovan www.gjaldstovan.gov.fo, tlf 352400 Gjaldstovan er kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum. Stovnar landsins eru knýttir í miðsavnaða kervið hjá Gjaldstovuni, Búskaparskipan landsins. Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk innan búskap og KT. Hagstova Føroya www.hagstova.fo, tlf 352800 Hagstova Føroya er almenni hagtalsmyndugleikin í landinum. Tað er sostatt Hagstovan, sum kunnger almenn hagtøl í tann mun, sum tey eru tøk. Aðrir almennir myndugleikar, sum fremja hagtalsuppgerðir eiga at samskipa hetta virksemi við Hagstovuna. Havsbrún www.havsbrun.fo, tlf 414400. Havsbrún hevur støðugt gjørt íløgur í alifyritøkur, og er stórur partaeigari í fleiri føroyskum alifeløgum. Samstundis hevur Havsbrún støðugt gjørt íløgur fyri at menna virkið tekniskt, og er virkið ídag eitt av mest framkomnu fiskamjøl- og fóðurvirkjum. Arbeiðsøki: Tøkniligir verkfrøðingar, teldufrøðingar, lív- og evnafrøðingar, elektrikarar, grannskoðarar, skrivstovufólk, laborantar og maskinfólk. LUTTAKARAR JOBMATCH 2015 Savnsmynd: Álvur Haraldsen