Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015 Heilsufrøðiliga Starvsstovan www.hfs.fo, tlf 556400 Á Heilsufrøðiligu starvsstovuni arbeiða vit við kanningum, upplýsing og eftirliti av ymiskum slag. Vit hava tríggjar altjóða góðkendar kanningarstovur innan økini kemi, mikrobiologi og patologi. Arbeiðsøki: Djóralæknar, verkfrøðingar, lívfrøðingar, laborantar, matvøruteknikarar. Hugskotið www.hugskotid.fo, tlf 289333 Hugskotið er íverksetarahúsið hjá Tórshavnar Kommunu og bjóðar íverksetarum og fyritøkum vegleiðing og góðar karmar. Hugskotið bjóðar eitt kveikjandi umhvørvi, har møguleiki er at fáa ókeypis vegleiðing og innivist, har møguleiki at netverka við aðrar íverksetarar er til staðar. Klaksvíkar Kommuna www.klaksvik.fo, tlf 410000 Í Klaksvík eru óteljandi møguleikar, har eitt fjøltáttað vinnulív hevur nógv at bjóða. Vinnan hevur eitt virkið vinnulívsráð, sum stuðlar uppundir ymisk tiltøk fyri vinnuna, og at vinnan hevur góð kor at virka undir. Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk í umsitingini, frá lærlingum til fólk við hægri útbúgving innan eitt nú verkfrøði, búskapi, løgfrøði og námsfrøði. Knassar www.knassar.fo, tlf 208080 Knassar er føroysk KT fyritøka sum mennir skipanir og tænastur til internetið. Fyritøkan byrjaði sítt virksemi í 2002 og nú koyra yvir 600 heimasíður við Ivevo, sum er heimasíðuskipanin hjá Knassum.. Arbeiðsøki: Menning og umsiting av heimasíðum, tíðindafólk, sølufólk, forritarar og grafikarar. Knud E Hansen www.knudehansen.fo, tlf 215099 Knud E Hansen er skipsteknisk ráðgevarafyritøka við høvuðssæti í Helsingør og 6 smærri deildum runt um í heiminum, harav tann eina er í Føroyum. Arbeiðsøki: Sniðgevar, verkfrøðingar, maskinmeistarar, elektrikarar, arkitektar. Landsfyrisitingin www.foroyalandsstyri.fo, tlf 306000 Landsfyrisitingin fevnir um Løgmansskrivstovuna og sjey stjórnarráð: Fíggjarmálaráðið, Fiskimálaráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Samferðslumálaráðið, Mentamálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsu- og innlendismálaráðið. Arbeiðsøki: Skrivstova, móttøka, umsiting, roknskapur, stjórnmálafrøðingar, búskaparfrøðingar, løgfrøðingar, samfelagsfrøðingar. Landssjúkrahúsið www.lsh.fo, tlf 304500 Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum og er eitt tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum. Okkara visjón er at kunna bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á alsamt fleiri økjum heima í Føroyum. Arbeiðsøki: Reingerð, kantina, portørar, sjúkrarøkt, medisin, gransking, samskifti, búskapur, løgfrøði og leiðslu. Landsverk www.landsverk.fo, tlf 340800 Okkara starvsfólk byggja land – tey byggja vegir, brýr, havnir, tunlar, bygningar, taka sær av basing av oljudálking á sjónum, gera veðurmátingar, kanningar og rannsóknir av alskyns slagi. Arbeiðsøki: Umsiting, skrivstovuhald, roknskapur, kunning, verkfrøði, ráðgeving, leiðsla. LBF www.lbf.fo, tlf 636363 Sum ráðgevar veita vit serkøna, verkfrøðiliga og byggifrøðiliga ráðgeving, og talan er í høvuðsheitum um projektleiðslu, prosjektering, byggileiðslu og eftirlit. Arbeiðsøki: Verkfrøði, byggifrøði, tekning, samskifti, skrivstovuyrki. Ocean Rainforest www.oceanrainforest.com, tlf 310700 Ocean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum arbeiðir við framleiðslu av havbiomassa úr tara, sum er aldur á opnum havi. Ocean Rainforest hevur sum mál at verða ein av heimsins fremstu veitarunum av burðardyggum aldum tara á opnum havi. Arbeiðsøki: Starvsfólk við hægri útbúgving innan aling og framleiðslu úr taraúrdráttum. Posta www.posta.fo, tlf 346000 Posta er ein føroysk logistikfyritøka, sum verður rikin á handilsligum grundarlagi og sum veitir flutnings- og samskiftistænastur til vinnufyritøkur og privat. Arbeiðsøki: Speditión, logistikkur, flutningur, søla, marknaðarføring, kundatænasta, samskifti, framleiðsla, roknskapur og umsiting. Runavíkar kommuna www.runavik.fo, tlf 417000 Kommunal fyrisiting Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk í umsitingini, frá lærlingum til fólk við hægri útbúgving innan eitt nú verkfrøði, búskapi, løgfrøði og námsfrøði. Sansir www.sansir.fo, tlf 355355 Sansir arbeiða við branding, online marknaðarføring, sniðgávu, kampanjum, blaðútgávu og samskifti. Vit veita strategiska marknaðar- og samskiftisráðgeving til fyritøkur, almenn ráð og stovnar og skipað fyri marknaðarátøkum og tiltøkum. Arbeiðsøki: Branding, virkissamleiki og marketing. Samskiftisfrøðingar, marknaðarføring, handilsfrøðingar, sniðgevar, KT-fólk og roknskaparfólk. Selmar Nielsen Arkitektur www.sna.fo, tlf 354812 SNA hevur drúgvar royndir frá fleiri almennum, komunalum og privatum byggiverkætlanum í Føroyum. Harumframt hevur felagið eisini royndir uttanlanda frá. Arbeiðsøki: arkitektar, byggifrøðingar og skrivstovufólk. Sendistovan www.sendistovan.fo, tlf 347150 Vit eru eitt full-service samskiftisvirki ið fevnir um alt frá strategiskari ráðgeving, PR, sniðgeving og marknaðarkanningum til forritan, usability og implementering til skelting, deko og innrætting. Arbeiðsøki: Móttøkufólk, sølufólk, handverkarar, grafikarar og fólk við hægri útbúgving innan marknaðarfrøði, búskap og samskifti. LUTTAKARAR JOBMATCH 2015 Savnsmynd: Álvur Haraldsen