Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 63

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015 SEV www.sev.fo, tlf 346800 SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 150 fólk starvast fulla tíð í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Arbeiðsøki: Verkfrøðingar, maskinmeistarar, el-installatørar, elektrikarar, roknskaparfólk, skrivstovufólk, KT-fólk og umsitingarfólk. Skyn www.skyn.fo, tlf 357400 P/F Skyn er dótturfelag hjá BankNordik. Virksemið er mekling og ráðgeving í sambandi við fastognarsølu. Vit samstarva við BankNordik, so vit kunnu vísa á kappingarføra, smidliga fígging við góðum treytum. Arbeiðsøki: Meklarar, marknaðarfólk, skrivstovufók. Sunda kommuna www.sunda.fo, tlf 667271 Sum ein partur av miðøkinum í landinum stendur kommunan sterk og flestu føroyingar munnu javnan ferðast gjøgnum Sunda kommunu við tað, at vegurin, sum bindur suður og norð gongur í gjøgnum okkum. Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk í umsitingini, frá lærlingum til fólk við hægri útbúgving innan eitt nú verkfrøði, búskapi, løgfrøði og námsfrøði. Syntesa ww.syntesa.fo, tlf 333080 Syntesa er ein altjóða ráðgevingarfyritøka og veitir ráðgeving innan nýskapanarprosessir, impakt greiningar og marknaðarmenning. Arbeiðsøki: Fólk við hægri útbúgving innan marknaðarføring, umsiting, búskaparfrøði, samskifti og náttúruvísind. Tórshavnar kommuna www.torshavn.fo, tlf 302010 Búskaparvøkstur og eitt sunt og dynamisk vinnulív er við til at skapa tann góða býin. Í dag, og enn meira í komandi tíðum, verður búskaparvøksturin í stóran mun skaptur av vitan. Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk í umsitingini, frá lærlingum til fólk við hægri útbúgving innan eitt nú verkfrøði, búskapi, løgfrøði og námsfrøði. Trygd www.trygd.fo, tlf 358100 Tænastuvinna, har vit selja tryggingar og veita alla tænastu í hesum sambandi. Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk innan búskap, leiðslu, løgfrøði, HR, marknaðarføring og KT, sýnsmenn og húsavørðar og fólk við tryggingarkunnleika. Tryggingingarfelagið Føroyar www.trygging.fo, tlf 345600 Okkara mission er at skapa tryggleika. Okkara virðisgrundarlag er at vit hava viljan til lønandi vøkstur, vit virða heildina, vit eru ágrýtin og nærløgd, vit hava langtíðarhugsjón og vit eru broytingarsinnaði. Arbeiðsøki: Fyrisitingarlig starvsfólk innan búskap, leiðslu, løgfrøði, HR, marknaðarføring og KT, sýnsmenn og húsavørðar og fólk við tryggingarkunnleika. Vinnuhúsið www.industry.fo, tlf 309900 Føroya Arbeiðsgevarafelag eigur og rekur Vinnuhúsið og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum. Í dag húsast 13 feløg í Vinnuhúsinum. Feløgini arbeiða við at fremja áhugamálini hjá einstaka felagnum. Arbeiðsøki: Ráðgevar, búskaparfrøðingar, samskiftisráðgevar, skrivstovufólk, móttøkufólk, stjórnmálafrøðingar, løgfrøðingar. Visit Faroe Islands www.visitfaroeislands.com, tlf 206100 Visit Faroe Islands hevur til uppgávu at marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðamál í tøttum samstarvi við vinnuna. Arbeitt verður eftir nýggjari strategi, sum hevur til endamáls at tvífalda ferðavinnuna í Føroyum fram til 2020. Arbeiðsøki: Marknaðarføring, KT-fólk og samskiftisráðgevar. Visit Norðoy www.visitnordoy.fo, tlf 456939 Visit Norðoy leitar eftir fakliga sterkum eldsálum, at menna norðoyggjar saman við okkum. Ferðavinnan í Føroyum er í stórari menning, og økta ferðafólkatalið setir alsamt størri krøv til ferðavinnuna úti á økjunum í Føroyum. LUTTAKARAR JOBMATCH 2015 Savnsmynd: Álvur Haraldsen