Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-21, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. desember 2015síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 52 • 21. DESEMBER 2015 Pening úr danska a-kassanum við til Føroya Í fjør gjørdu Vinnumálaráðið og danskir myngudleikar eina avtalu, um at tað skuldi vera gjørligt at taka pening úr danska a-kassanum við sær til Føroya, um ein fór til Føroya at leita sær eitt starv Avtalan kom í gildi 1. januar 2015 og síðani hava millum annað lesandi havt møgu­leikan at koma til Føroya beint eftir loknan lestur at finna sær eitt arbeiði. Avtalan loyvir, at ein er í Føroyum í tríggjar mánaðir og leitar, meðan ein fær útgjald frá danska a-kassanum, sum um at ein var arbeiðs­søkjandi í Danmark. Hetta kann vera ein sera hent avtala hjá mongum føroyingum, sum lesa niðri, tí í verandi stund fáa tey, ið júst eru liðug at lesa, ikki útgjald frá ALS, um tey ikki finna eitt starv. Vónin var, at hetta fór at eggja før­oyskum lesandi at koma til Føroya at leita og at fleiri teirra eisini fóru at finna sær eitt starv í Føroyum hesa tíðina. Tað er sum so sera lætt at gera tað praktiska, sum krevst. Fyrst er at minnast til, at melda seg inn í danska a-kassan so skjótt lesnaðurin er liðugur. Síðani kann ein søkja danska a-kassan um at fáa dagpengarnar við sær til Føroya. Tá ein kemur til Føroya, má ein innan sjey dagar fara á ALS og boða frá, at ein er tøkur á arbeiðs­marknað­ inum. Síðani sendir ALS eina váttan til danska a-kassan, um at tú ert komin fram, at tú lýkur treytirnar og at tú leitar eftir starvið í Føroyum og so er alt klárt. Í tríggjar mánaðir kanst tú nú leita eftir einum starvið í Føroyum, meðan tú fært dagpengar úr Dan­ mark. Hetta er sjálvandi galdandi fyri øll, ið fáa útgjald frá danska a-kassanum, ikki einans tey, ið júst eru liðug at lesa. Somu reglur eru eisini galdandi fyri hini Norðurlondini, við tí undan­taki, at tú fyrst má leita eftir einum starvi í fýra vikur, áðrenn tú fært dag­pengar­ nar við tær til eitt annað norður­land. Tað er einans úr Danmark, at tú fært pengarnar við tær beinanvegin. Savnsmynd: Álvur Haraldsen